Sosialurinarkiv
Sosialurin 2014-09-15, síða 7
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 15. september 2014síða 7

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

7 Mánadagur 15. september 2014 · Nr. 104 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 krígssavnið fremja í verki. Men eftir framløguna flagg­dagin 25. apríl kom stíg­ ur í ætlanirnar. Mánadagin 28. apríl end­ ur­tók Andras Mortensen, stjóri fyri Søvnum Landsins, í samrøðu á Rás 2, at øll jørðføst krígsminni eru friðað, og at tað kundi verða neyðugt hjá myndugleikunum at steðga verkætlanini hjá Krígs­savn­ inum, um farið varð undir hana. Krígssavnið hevur ongan­ tíð viðurkent friðingina, tí hon varð bert fráboðað í ein­um tíðindaskrivi frá Helenu Dam á Neystabø, tá­ verandi landsstýriskvinnu í mentamálum, 1. mai 2009 – dagin fyri at Krígssavnið lat upp – og er ongantíð form­ liga lýst sum kunngerð ella á annan hátt. Men nevndin fyri Krígs­ savn­ið vildi tó ikki taka nøk­ ur sum helst stig víðari fram á leið, fyrr enn tað var púra greitt, hvat tey sluppu fyri myndugleikunum. – Tó at vit hava ymisk sjónarmið um hatta, so nyttar tað lítið bara at trossa evsta myndugleikan á økinum. Tí fóru vit sjálvandi ikki at seta nakað í gongd og brúka orku og pengar upp á tað fyri síðani kanska kortini at verða steðgað av myndugleikunum, sigur Karl Jóhan Nielsen. Glið á aftur Men í summar kom so glið á aftur, tá Bjørn Kalsø, menta­málaráðharri, sjálvur tók um endan og kallaði inn til ein fund. Umframt menta­málaráðharran vóru nevnd­in í Krígssavninum og em­bætisfólk úr Menta­mála­ ráðnum við á fundinum, sum var hildin 27. juni í Menta­ málaráðnum. – Tað var á tí fundinum, at Bjørn Kalsø segði, at hann vildi loysa málið. Akku­rát hvussu tað verður loyst, vita vit ikki enn. Menta­ málaráðharrin er farin undir at dagføra alla savns­lóg­gáv­ una, og í tí sambandinum eigur at bera til at skapa rúm fyri krígssavninum í lógar­ verkinum, sigur Karl Jóhan Nielsen. Hann er eisini sjálvur vald­ur í hoyringsbólkin, um­ boðandi Krígssavnið, sum situr og arbeiðir við at gera viðmerkingar til eitt uppkast til nýggja savnslóg. – Vit hava lagt dent á, at Krígssavnið er fyri alt landið, eitt landsumfevnandi savn, og tí hevur okkum ikki dámt, tá tað frá Søvnum Landsins og Mentamálaráðnum hev­ ur verið sagt, at vit skuldu skipast undir verandi bygda­ savns­lóg. Men um ein smidlig loysn verður funnin, har vit framhaldandi kunnu fáa lutir úr øllum landinum, og ræðið ikki verður tikið frá okkum, sum hava lagt so nógva tíð og orku í Krígssavnið, so hevur tað minni týdning, hvussu yvirskipaða lógin eitur. Og á fundinum 27. juni varð júst róð fram undir, at tað skal bera til at gera eina sovorðna smidliga loysn, sigur hann, men leggur afturat: – Tað besta hevði tó verið, at vit fingu eina sersavnslóg at skipa serlig søvn sum til dømis Krígssavnið eftir. Sjálvt um fólkini aftanfyri Krígssavnið aftur eru bjart­ skygd, so verður enn bíðað eitt sindur, áðrenn nakað meira ítøkiligt verður gjørt við stóru byggiverkætlanina. – Vit mugu hava fulla vissu fyri, at verkætlanin ber á mál, áðrenn vit fara undir at útvega fígging, og tí gera vit onki, fyrr enn vit hava fingið øll viðurskifti við Mentamálaráðið í rættlag, sigur Karl Jóhan Nielsen. Meira á næstu síðu Byggiráðgevarafyritøkan WestTech í Sørvági og arkitektafyritøkan Fuglark í Klaksvík hava gjørt eitt prospekt fyri einum nýggjum Krígssavni. Her er ætlanin at innilokað SOR-bygningin í einum stórum savnsbygningi. Verkætlanin er mett at kosta umleið 32 milliónir krónur