mánadagur 15. september 2014síða 6
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mánadagur 15. september 2014 · Nr. 104
6
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
krígssavnið
Ingolf S. Olsen
Eftir
fundarvirksemi
við
Mentamálaráðið í summar
er nevndin fyri Krígssavnið
aftur vorðin bjartskygd um,
at tað fer at eydnast teimum
at fáa framt stóru ætlanirnar,
sum stungnar eru út í kortið
viðvíkjandi savninum.
– Vit vóru í einari bíði
støðu tá seint í vár og tíðliga
í summar, men nú hava vit
eina góða og optimistiska
kenslu av, at sjálvur menta
málaráðharrin hevur eitt
ynski um at fáa loyst málið
á ein hátt, sum allir partar
kunnu liva við. Tað hevur
hann beinleiðis sagt, at hann
vil, sigur Karl Jóhan Nielsen,
formaður í nevndini fyri
Krígssavnið.
Krígsavnið
kendi
seg
sett í eina bíðistøðu, eftir at
tað á einum tíðindafundi
flaggdagin hevði almanna
kunngjørt stórfingnu ætl
anirnar, sum nevndin saman
við øðrum góðum kreftum
hava við savninum.
Skot fyri bógvin
Beinanvegin eftir framløg
una av ætlanunum á tíð
indafundinum fingu hesar
ætlanir tó eitt álvarsamt skot
fyri bógvin, tí Søvn Landsins
hildu fast um, at øll jørðføst
krígsminni vóru friðað.
Friðingin, sum Krígssavn
ið tó ongantíð hevur viður
kent, umfatar eisini grøna
SOR-bygningin við flogvøll
in, har tíðindafundurin við
framløguni av verkætlan
ini eisini varð hildin. Hesin
bygningurin
er
nevniliga
snúningsásin í verkætlanar
uppskotinum, sum byggiráð
gevarafyritøkan WestTech í
Sørvági og arkitektafyritøkan
Fuglark í Klaksvík hava gjørt
um framtíðar Krígssavnið.
Eftir uppskotinum skal SOR-
bygningurin, ið er um at far
ast av veðri og vindi, lokast
inni í ein størri savnsbygning.
Verkætlanin er mett at kosta
umleið 32 milliónir krónur at
Krígssavnið eigur grøna SOR-bygningin, men hevur higartil ikki kunnað gjørt
nakað við hann, tí Søvn Landsins og Mentamálaráðið hava hildið fast um, at
hann er friðaður. Nú hevur mentamálaráðharrin tó sjálvur tikið stig til at finna
eina loysn, og tí hevur Karl Jóhan Nielsen, formaður í nevndini fyri Krígssavnið,
aftur bjartar vónir um, at tað fer at bera til at fremja verkætlanina, har eitt
nýtt Krígssavn verður bygt sum eitt stórt hválv omanyvir SOR-bygningin
Góðar vónir
fyri Krígs
savninum
Eftir at mentamálaráðharin sjálvur er farin inn í málið, tykist blot nú vera komið í
fastfrystu støðuna, sum var íkomin millum nevndina í Krígssavninum og embætisverkið í
Mentamálaráðnum, viðvíkjandi framtíðini hjá savninum. Karl Jóhan Nielsen, nevndarformaður
hevur nú góðar vónir um, at teirra stóru ætlanir fyri savnið kunnu bera á mál