mánadagur 15. september 2014síða 5
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
5
Mánadagur 15. september 2014 · Nr. 104
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Stór ónøgd
Eisini Bjarni Hammer, sum
er formaður í Havnanevnd
ini hjá býráðnum, ásannar
trupulleikan.
Hann sigur, at síðani
hann kom i býráðið, hevur
hann sæð nógv brøv frá
borgarum, sum eru ónøgdir
við barnaansingina – eisini
frá tvørafólki, sum búgva
uttanlands.
Hann staðfestir, at fíggj
arliga er kommunan hart
fyrispent í løtuni og tí kann
býráðið ikki lova ein barna
garð nú.
Hinvegin er tað ein
spurningur, øll í býráðnum
hugsa rættiliga nógv um,
sigur hann.
- Tað er ein fíggjarligur
spurningur, og sum støðan
er beint nú, ber ikki til at
byggja barnagarð, sigur
hann.
Hinvegin vónaði hann,
at farast kann undir fyri
reikingarnar til barnagarð
in næsta ár.
Tað sama ásannar Hallur
í Heiðinum, býráðslimur og
formaður í vinnu og triv
naðarnevndini hjá býráð
num.
Hann
sigur,
at
í
løtuni kann býráðið ikki
byggja ein barnagarð av
fíggjarligum ávum.
Hann sipar til, at Tvør
oyrar
Kommuna
hevur
fingið undantaksloyvi frá
Fíggjarmálaráðnum til at
fara upp um eina álíkning í
skatti, men um hálvtannað
ár skal lánið niður um eina
álíkning aftur.
Hann sigur, at býráðið
má nú seta seg niður at
gjøgnumganga úrslitið av
kanningini um menningar
møguleikarnar
á
Tvør
oyri og at hava úrslitið í
huganum, tá ið framtíðar
politikkurin skal leggjast
til rættis.
Kalt vatn í blóðið
Kristin Michelsen, borgar
stjóri, heldur, at tvørafólk
skulu sláa kalt vatn í blóðið.
Hann vísir á, hvussu
stórur
vøksturin
hevur
verið á Tvøroyri í skatta
inntøkum.
Fólkatalið vaks nógv
í fjør, men tað kann ikki
halda fram at vaksa, sigur
hann.
Hann
staðfestir,
at
barnagarðurin kemur, men
hann kann ikki siga nær.
- Men var uppsjóvar
virkið ikki bygt, kom held
ur eingin barnagarður og
hann heldur, at tilboðini
um trivnað eru ikki so
vánalig á Tvøroyri, ið sum
mi føra fram.
Hann legði dent á, at tað
er eitt samt býráð, sum hev
ur raðfest útbyggingarnar á
havnalagnum og at byggja
nýtt ítróttarøki við Stórá.
Hann vísti á, at fótbólts
vøllurin á Tvøroyri varð
ikki góðkendur longur. Og
hann vildi fegin síggja tey,
sum vilja stíga fram og siga,
at tað ger einki, at elsta
fótbóltsfelag í landinum
ongan vøll hevur at spæla
á.
Men tað var eingin, sum
steig fram...
Ein, ið hevur merkt tað á
egnun kroppi, hvussu tvør
ligt tað kann vera hjá útiset
um at flyta aftur á Tvøroyri,
er Rasmus Nolsøe.
Hann hevur búð í Dan
mark, men er fluttur aftur til
Føroyar.
Hann sigur, at hann æt
laði at flyta á Tvøroyri og
søkti ymisk størv.
Hann søkti eisini starv á
Varðanum Pelagic, men har
fekk hann ikki so mikið sum
svar og tað er hann vónbrot
in av, tí hann heldur, at hann
átti í minsta lagi at fingið
eina váttan um, at umsóknin
var komin teimum í hendi.
Hann tosaði eisini við
kommununa um barnaans
ing.
Men hansara royndir eru,
at samskiftið við kommunu
na var ógvuliga trekt, tí tað
gekk long tíð at fáa svar.
Hann fekk tó pláss í úti
barnagarðinum til síðst.
Men tá hevði hann fingið
starv í Havn - og har var lagið
eitt annað.
- Eg ringdi til Tórshavnar
Kommunu at tosa um møgu
leikarnar fyri barnaansing.
Tveir tímar seinni ringdu
tey aftur og bjóðaðu okkum
pláss til bæði børnini á sama
stovni.
Rasmus Nolsøe heldur,
at hetta vísir ein mun í tæn
astustiginum, sum ikki eigur
at vera.
Men hann er framvegis
opin fyri at flyta aftur til
Tvøroyri, fær hann møgu
leikan til tað.
Skúlin á Tvøroyri miðsavnast Vit eru fullgreið yvir, at skúlin á Tvøroyri er í ringum standi. Tað sigur
Anita Vibergsdóttir, býráðslimur á Tvøroyri og forkvinna í mentanarnevndini hjá býráðnum. Hon sigur,
at býráðið hevur gjørt av, at allur skúlin í kommununi skal savnast undir sama takið og tað verður antin
á Tvøroyri, ella inni í Trongisvági og tey fyrstu uppskotini eru gjørd. Vit hava ikki ráð at byggja skúlan
beint nú, men vit ætla at vera til reiðar, tá ið vit fáa fíggjarligt rásarrúm til tað. Vit ætla eisini at kunna
tvørafólk um nýggju skúlaætlanirnar og at fáa at vita frá fólki, hvørja loysn, tey halda er tann besta.
Barnatalið rapar niðureftir
Í 1990 vórðu 90 børn fødd á
Suðuroyar Sjúkrahúsi. Nú liggur
talið um 35 børn, í mesta lagi.
Fyrst í nítiárunum fluttu 800 fólk
úr Suðuroy, og tað vóru ungfólk í
besta aldri, sum rýmdu. Tað svarar
til, at øll Hvalbiar bygd var vekk av
Føroyakortinum, ella at alt Aalborg
var vekk av Danmarkarkortinum
Ronnie Midjord
stjóri á Suðuroyar Sjúkrahúsi
Dýrast í landinum
Ein kanning vísir, at
barnaansingin á Tvøroyri er
tann dýrasta í landinum.
Tað varð eg skelkaður av at
fáa at vita, men býráðið fer at
kanna eftir um tað ikki ber til
at lækka prísin fyri at lætta
um hjá barnafamiljum tann
vegin
Hallur í Heiðunum
býráðslimur
Kundi
verið
betri
Vøksturin steðgaður
Á kjakfundi um at menna Tvøroyri, varð afturvíst, at Varðin
Pelagic hevði skapt so stóran fólkavøkstur á Tvøroyri, tí
tað vóru aðrar forðingar, sum máttu beinast av vegnum.
Sum tað sæst aðrastaðni á síðunum, varð víst á, at fólk
búsettust heldur í Vági enn á Tvøroyri, tí har hødu tey góð
tilboð um barnaansing.
Og tað er nakað sum bendir á, at vøksturin, sum var ta
fyrstu tíðina, eftir at Varðin Pelagic læt upp á Tvøroyri, er
avhæsaður.
Í øllum førum vísa tøl frá Hagstovuni, at frá 2013 til
2014 minkaði fólkatalið á Tvøroyri, men tað vaks í Vági.
Talvan vísir gongdina í fólkatalinum á Tvøroyri og í Vági,
seinastu árini, frá 1. mai 2011 til 1. mai 2014.
Ár
Fólkatal
Fólkatal
Tvøroyri
Vágur
2011:
1712
1379
2012:
1710
1357
2013:
1759
1305
2014:
1738
1342
Stígur er komin í
fólkavøksturin, sum
kom í kjalarvørrinum á
uppsjóvarvirkinum, tí fyri at
skapa varandi fólkavøkstur,
krevst meiri enn tað
Mynd: Ingi Sørensen