Sosialurinarkiv
Sosialurin 2014-09-15, síða 4
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 15. september 2014síða 4

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mánadagur 15. september 2014 · Nr. 104 4 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Áki Bertholdsen Á Tvøroyri eru umstøðurnar hjá barnafamiljum so vána­ lig­ar, at tað forðar fyri fólka­ vøkstri á plássinum. Tað varð staðfest í kjaki á Seglloftinum á Tvøroyri um møguleikarnar fyri at menna Tvøroyri og at fáa fólka­tal­ið at vaksa. Fundurin var í sam­bandi við at ein nýggj kann­ing um at menna Tvør­oyri til ein vinnu- og vitan­ar­høvuðs­ stað, varð løgd fram fyri al­ menn­ing­in­um. Tað hevur ofta verið ført fram, hvussu stóran týdning, Varðin Pelagic hevur havt fyri Tvøroyri. Og eitt, sum ofta er ført fram, er, at tað hevur ført til fólka­vøkstur á Tvøroyri. Tað var eingin, sum tók lut í kjakinum , sum ivaðist í, hvussu stóran týdning, Varð­ in hevur fyri Tvøroyri. Sum heild taka fólk eisini und­ir við, at kommunan hev­ur spent seg út fyri at skapa vinnulívinum góðar karm­ar, og gav fundarfólki bý­ráð­num viðurkenning fyri tað. Men hinvegin eru tað mong, sum seta spurn­ar­ tekin við, um tað passar, at tað hevur ført so stóran fólka­vøkstur við sær, at Varð­in Pelagic bygdi upp­ sjóv­ar­virki á Tvøroyri. Tað eru enntá tey, sum vísa á, at fólka­vøkst­ur­in, sum kom í kjalar­vørri­num á virkinum, er av­hæs­aður aftur. Tvørturímóti vóru tað nógv fundarfólk, sum hil­du, at skulu tey gera sær vónir um fólkavøkstur á Tvør­oyri, eru tað heilt onn­ur viður­ skifti, sum eru grund­leggj­ andi, og sum mugu fáast í rættlag. Bleyt virði forsømd Í hesum sambandi varð ført fram í kjakinum, at ein mun­andi orsøk til, at størri fólka­vøkstur ikki er á Tvør­ oyri, er, at kommunan hevur for­sømt tey bleytu virðini. At tað er stórt trot á pláss­um í barnaansingini hjá kom­mun­uni, og tað er stórt trot á eldra­bú­støðum til tey eldru, kom týðiliga til sjónd­ar í kjaki­num. Tað varð ført fram á kjak­ fundi­num, at tað mangla 24 pláss í barna­garði­num á Tvøroyri, umframt at ansing­ar­pláss mangla í vøggu­stovu og í dagrøktini. Harafturat veit Signar Dam, kom­mun­unu­lækni, eisi­ni dømi um fólk, sum eru flutt av Tvør­oyri, tí tey fáa ikki røkt­ar­pláss til tey eldru í famil­ju­ni. Hann sigur, at kjarnan í trupulleikunum hjá Tvør­ oyri í royndunum at fáa fleiri fólk at flyta til plássið, er, at tørvurin á barnaansing og tørvurin á eldrarøkt ikki er nøktaður. Onnur fólk, sum tóku orð­ ið, vistu eisini ítøkilig dømi um fólk, sum høvdu ætlað at búsetast á Tvøroyri, men sum heldur vóru fluttu til Vágs, tí har sluppu børnini í barna­garð beinanvegin. Sostatt fær Vágs Kom­mu­ na inntøkurnar av komm­u­ nu­skattinum hjá hes­um for­ eldru­num, hó­ast tey kanska ar­beiða á Tvør­oyri. Krevur meiri enn arbeiði Ein, ið eisini saknar tey bleytu virðini er Eyð Eides­ gaard. Hon tvørafólk, men hev­ur búð aðrastaðni, stóran part av sínum vaksna lívi. Men hon er ein eisini av teimum, sum er flutt aftur á Tvøroyri á búgva, eft­ir at hon fekk starv sum góð­sku­ leiðari á Varðanum Pelagic. Hon heldur, at tað kann vera gott, at Tvøroyrar Bý­ ráð ferðast á stevnur uttan­ lands at lokka oljuvinnuni til Tvøroyri. Men hon saknar at kom­ mun­an eisini førir seg fram við at bjóða tænastur til familj­ur­nar á Tvøroyri, - Tað er ikki nóg mikið at hava eitt arbeiði. Eingin er nøgdur við bara at hava eitt arbeiði og tí er neyðugt, at kommunan eisini hevur til­ boð til familjurnar segði hon. Hoyrt nokk um vinnulív Ein annar, sum saknaði barna­ans­ing­ina, legði eisini upp í kjakið og segði, at nett­upp tað er ein fortreyt fyri at fáa fólk at flyta aftur til Tvøroyri, at tørvurin á barna­ans­ingini er nøktaður. - Og nú býráðið hevur lagt so stórar íløgur at skapa vinnu­lívinum góðar karmar, má tann næsta raðfestingin verða at nøkta tørvin á barna­ans­ing. Samstundis er ført fram, at skúlin á Tvøroyri er í ring­um standi og treingir til ábøt­ur. - Eg havi hoyrt nokk um vinnu­lív á Tvøroyri hesi síðstu tvey, trý árini. Nú vil eg hoyra um okkurt annað, tí tað er meiri spennandi fyri meg, segði ein kvinna á fund­inum. - Tað eru barnaansingin, skúl­in og onnur mentan­ ar­til­boð, sum hava okkara áhuga, legði hon afturat. Og tað var hon langt frá einsamøll um, tí tey vóru mong, sum sóknaðust eft­ ir einari greiðari ætlan frá kommununi á hesum økj­um. Tey halda eisini, at tað er ein spurningur um rað­fest­ ing. Tá ið á stóð, vórðu 20 milliónir funnar til ein fót­ bólts­vøll, og so má tað eisini kunna lata seg gera at finna fígg­ing til ein barnagarð. Vinnulív er fortreyt fyri fólkavøkstri - Vinnulívið er fortreytin fyri fólkavøkstri. Tað heldur Egil Olsen, nevndarlimur í Varðanum Pelagic og ein av oddamonnunum í Delta samtakinum. Hann sigur, at er einki vinnulív, eru heldur ongar fortreytir fyri at byggja dagstovnar, skúlar, fótbóltsvøll, ella aðrar hentleikar til borgaran. Vit hava ein almennan geira sum er tungur at reka, tí tann privati geirin er ov lítil. Tí hevur tað stóran týdning at hava eina sterka fyritøku, sum er við til at seta annað ígongd. Barnafamiljur trívast ikki á Tvøroyri Samstundis sum Tvøroyrar Býráð hevur brúkt allar kreftir upp á vinnilívið og ítróttin, hevur tað forsømt barnafamiljurnar og tey eldru Uppskrift upp á trivnað Skalt tú hava fólk at trívast, skalt tú fáa konufólkini at trívast, tí so trívist øll familjan Eyð Eidesgaard borgari Eitt av tveimum Tað ber ikki til bæði ganga heima og passa børn, og vera til arbeiðis og vinna pening og rinda skatt. Tí hevur kommunan ikki ráð at lata vera við at raðfesta barnaansingina. Rasmus Rasmussen borgari Stórur vøkstur Síðani Varðin Pelagic kom á Tvøroyri, er skattainntøkan hjá kommununi økt átta milliónir. Skattainntøkan er vaksin hvønn mánað, uttan tveir, tríggjar mánaðir. So tað skerst ikki burtur, at talan er um stóran vøkstur og tað er einki undarligt um han hæsar av. Kristin Michelsen borgarstjóri