Sosialurinarkiv
Sosialurin 2014-09-15, síða 13
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 15. september 2014síða 13

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

13 Mánadagur 15. september 2014 · Nr. 104 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Vilmund Jacobsen Pauli Hofgaard hevur verið stjóri hjá LM Electric, síðan felagið varð stovnað í ár 2000. Sjálvur var hann í læru hjá LM Handlinum, har hann gjørdist liðugur í 1986. Eftir at hann var vorðin sveinur, fór hann til Danmarkar at lesa sterkstreymsverkfrøði, og síðan arbeiddi hann í Danmark í eini 13 ár sum ráðgevandi verkfrøðingur. Tá Pauli kom heimaftur, fór hann aftur í somu fyritøku at arbeiða, har hann so gjørdist stjóri hjá LM Electric, tá hetta felagið varð stovnað. 15 lærlingar Pauli Hofgaard, sum er ættaður úr Trongisvági, sigur, at LM Handilin og seinni LM Electric altíð hava tikið nógvar lærlingar, kanska einar fýra, fimm ella seks um árið. - Í ár taka vit seks ungdómar í læru. Tríggir teir fyrstu eru júst byrjaðir, og tríggir aðrir byrja í umleið november. Frammanundan hava vit fleiri el-lærlingar, og tá allir hesir seks eru komnir í gongd, hava vit tilsamans 15 el-lærlingar í fyritøkuni. Hjá LM Electric starvast í løtuni 36 fólk, meginparturin sveinar og lærlingar, og tá eru lærlingarnir, sum fyritøkan tekur inn í ár, ikki taldir við. Kring landið Pauli Hofgaard sigur, at fyritøkan arbeiðir og loysir uppgávur kring alt landið. - Jú, vit hava nógv at gera, men tað er ikki soleiðis, at pláss ikki er fyri onkrum aftrat. Stjórin vísir á, at tey størstu arbeiðini, sum LM Electric er partur av í løtuni, er Marknagilsdepilin og høvuðssætið, sum Banknordik letur byggja í høvuðsstaðnum. - Enn eru hesir bygningar ikki innilokaðir, og tí er avmarkað, hvussu nógv fólk vit hava í hvørjari av hesum stóru verkætlanunum í løtuni. Í Marknagili hava vit einar tríggjar mans - og kanska einar fýra ella fimm í byggingini av Banknordik. Hann sigur, at tá hesir báðir bygningar eru innilokaðir, fer LM Electric at hava fleiri mans á hvørjum staði. Vilmund Jacobsen Í nøkur ár hevur Vaðhorn, sum hevur stórt salt­fiska­ virk­ið á Hulki á Strondum, eisi­ni virkað saltfisk í leigað­um hølum á Toftum. Tað er Faroe Origin, ið eigur bygn­ing­in, sum Vaðhorn hev­ur leigað. Hetta er upprunaliga flaka­virkið Nykur, sum und­ ir samfelagskreppuni fyri meira enn 20 árum síðan end­aði í sokallaða "møl­ posa­num" og seinni læt upp­aftur sum saltfiskavirki und­ir navninum United Sea­food. Fólk, sum arbeiddu hjá Vað­horn á Toftum, siga, at eingin hevur fingið upp­ søgn, men fólk hava ístað­in fingið tilboð um at halda fram á Vaðhorn á Strond­ um. Tey, sum ikki hava tik­ið av, eru eitt nú farin til Runa­ víkar at arbeiða á virki­num hjá Faroe Origin, fyrr­ver­ andi Lynfrost. Fleiri av arbeiðs­fólk­un­ um, sum arbeiddu hjá Vað­ horn á Toftum, vóru í sínum setan­arbrævi í starvi hjá báð­um virkjunum, ávikavist á Toftum og á Strondum. Vallhalla flytir Fyrr í summar kom fram, at Val­halla, sum er pakkivirki á Toftum, hevur keypt fyrr­ verandi Norðís á Eiði og fer í næstum at flyta sítt virk­ semi til Eiðis. Soleiðis verður Nes kom­ mu­na nú tvey fiskavirki fá­ tæk­ari, men spurningurin er, um onkur annar kanska fer at reisa virksemi á føtur á hes­um virkjum. Leystliga mett starvast eini 10-15 fólk hjá Valhalla - og eini 30 starvaðust hjá Vað­ho­rn á Toftum. Bæði virkini á myndini fara at lata aftur. Vaðhorn, sum er tað ytra á myndini, er latið aftur - og skjótt flytir Valhalla sítt virksemi til Eiðis Mynd: Vilmund Jacobsen LM Electric hevur skjótt 15 lærlingar - Tá vit koma út í november, hava vit tilsamans 15 lærlingar í fyritøkuni, sigur stjórin í LM Electric, Pauli Hofgaard Tvey fiskavirki á Toftum lata aftur Vaðhorn, sum hevur virkað saltfisk á Toftum, hevur latið aftur og Valhalla, sum hevur pakkað fisk á Toftum, flytir sítt virksemi til Eiðis, har felagið hevur keypt flakavirkið Norðís Pauli Hofgaard, sum er útbúgvin sterkstreyms­ verkfrøðingur, hevur øll árini síðan ár 2000 verið stjóri í LM Electric Í løtuni er LM Electric partur av tveimum stórum verkætlanum, Marknagilsdeplinum (mynd) og nýggja Banknordik Mynd: Álvur Haraldsen