mánadagur 15. september 2014síða 14
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mánadagur 15. september 2014 · Nr. 104
14
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
tíðargrein
Hækkið hámarksferðina og
størri ferðslutrygd
Fróði Magnussen
Samanumtøka
Vanliga verður tikið hædd fyri
tveimum faktorum, tá ein ger
greining av váða, sum heild. Onnur
er vavið av tí einstaka skaðanum, um
hann hendur, hin er sannlíkindini
fyri, at eitt óhapp hendir. Ofta er
samband millum hesar faktorar og
verða hesir samantvinnaðir, fáa vit
fullan virknað. Soleiðis er neyðugt
at taka hædd fyri meira enn tí
einu orsøkini fyri at finna samlaða
vavið av skaðanum. Hyggja vit at
tilmælum og orðaskifti her á landi,
tá talan er um ferðslutrygd, verður
bert tosað um vavið av tí einstaka
skaðanum, men sannlíkindini fyri
einstaka skaðanum verður ikki
tikið uppá tungu. Ført verður fram,
at økir tú loyvdu hámarksferð
ina við 10 km/tíman frá 80 til 90,
verður størri vandi fyri, at skaðin,
tú fært, verður so stórur, at tú doyrt
av hesum. Hetta er ikki øll mynd
in. Her má kjansurin fyri óhappi
eisini takast við, tí um kjansurin
fyri at vera fyri einum óhappi
minkar nógv, ja so minkar samlaða
mongdin av skaðum. Gransking
vísir, at hækka vit loyvdu hámarks
ferðina á úrvaldum vegastrekkjum,
verða sannlíkindini fyri óhappum
minni, og tí lækkar samlaða talið av
skaðum eisini. Orsøkin er, at spjað
ingin tvs. munurin á tí, sum koyrir
skjótast og spakuligast minkar, og
minni munur (spjaðing ) merkir
nógv minni sannlíkindi fyri einum
óhappi. Kanningar vísa at koyrir tú
innanfyri ±2 standardfrávik (mát
fyri spjaðing) frá koyrdu miðal
ferðini, er sannlíkindini fyri, at tú
ert við í einum ferðsluóhappi nógv
minst, men aftur til hettar seinri.
Vanligt vit og skil hjá flestum
okkara, sigur eisini tað sama, sum
granskingin vísir. Flestu okkara
hava t.d. koyrt aftaná einum bili, ið
koyrir 60 km/tíman á einum “góð
um” vegastrekki har mest loyvda
ferðin er 80 km/tíman. Eygleiðir ein
hvat hendir við teimum, sum koyra
aftaná, muga vit sanna, at hetta ikki
er gott fyri ferðslutrygdina. Fólk
fara at ótolnast og taka kjansir,
tá vit yvirhála viðkomandi – júst
sama niðurstøða, sum granskingin
er komin til. Vil við hesum dømi
mínum vísa á, at frávik niðureftir
(koyra spakuliga) er líka vandamikil,
sum frávik uppeftir (koyra skjótt).
Eitt fyribrigdi, sum sakkunnleikin
her á landi ikki viðgerð.
Royndir vísa
Í 1995 broytti staturin California
hámarksferðina og hækkaði loyvdu
hámarksferðina. Nógv kjak stóðst
av hesum, og røddir vóru frammi um
avleiðingarnar, millum annað at fleiri
andlátum fóru at verða í ferðsluni,
men sum lýst í grein av Marshall
Wilson í 1998, so lækkaði talið av
andlátum í ferðsluni, hóast talið av
bilum øktist munandi. Center for
Auto Safety væntaði munandi fleiri
andlát, men í 1998 segði California
Highway Patrol Commissioner D.O.
Helmick “we have never seen this
kind of reduction in my 30 years
on the highway patrol” tvs. størsta
lækking í tríati ár. Royndirnar í USA
hava víst, at andlátini lækkaðu við
20%. Í 2005 broyttu danir hámarks
ferðina á ávísum motorvegum frá 110
km/tíman til 130 km/tíman, og beint
ímóti spádóminum hjá fleiri ser
frøðingum innan ferðslutrygd lækk
aði talið av andlátum í ferðsluni. Í
2011 broytti danska “Vejdirektoratet”
hámarksferðina úr 80 km/tíman til
90 km/tíman á nøkrum úrvaldum
landsvegum. Talan er um tilsamans
100 km av vegi, býtt á tíggju
vegastrekkir. Fyribils niðurstøðan
er sambært grein í Jyllands-Post
en dagfest 20. februar 2014, lækkaði
talið av deyðum í ferðsluni. Greinin
endurgevur t.d. løgregluna á Syd
sjælland og Lolland-Falster fyri
at siga, at tey vóru sera ivasom at
hækka
loyvdu
hámarksferðina,
men at tey nú hava broytt hugsan
180 stig, tí royndirnar eru so góðar.
Royndirnar hjá “Vejdirektoratet”
vísa, at við broyttu hámarksferðini
koyra tey, sum koyra skjótast
eitt lítið sindur spakuligari, tí tey
velja nú at halda hámarksferðina
meðan tey, sum koyrdu spakuliga,
koyra nakað skjótari. Soleiðis er
minni munur á teimum, sum koyra
spakuliga,og teimum, sum koyra
skjótt, tvs. ferðin er meira eins.
Innan hagfrøðina verður sagt, at
spjaðingin (variansurin) minkar.
Er munurin á ferðini stórur, eru
nógvar yvirhálingar, er munurin
lítil er færri yvirhálingar. Færri yvir
hálingar merkja minni sannlíkindini
fyri óhappum.
Gransking vísir
Uttan at fara í smálutir, men vísa á
gransking, ið bendir á sama bógvin,
ber til at vísa á, at samanhangurin
ferð og óhapp er háttaður sum eitt
U. Jú nærri tú ert miðalferðini á tí
koyrda vegastrekkinum, jú minni
er kjansurin fyri at verða fyri einum
óhappi.
Sí mynd 1.
Solomon (1964) og Cirillo (1968) hava
víst samanhangin háttaðan sum eitt
U (Solomon Curve).
Reyða strikan vísir vandin fyri at
vera við í einum óhappi. Á vatnrøttu
ásini hava vit miðalferðina (rætta
hugtakið er median ferðin) og frávik
frá henni, meðan tann lodrætti ásin
vísir sannlíkindini fyri at vera við
í einum óhappi. Myndin vísir, at
jú longri tú ert frá miðalferðini, jú
størri er sannlíkindi fyri at verða
við í einum óhappi og øvugt. Tey, ið
koyra spakuliga, hava heldur størri
sannlíkindini fyri at verða við í
einum óhappi enn tey, sum koyra
lutfalsliga skjótt. Vert er at leggja til
merkis, at kanningin hjá Solomon
byggir á meira enn 10.000 óhapp.
Í 1971 gjørdi Hauer nakrar
royndir, har hann koyrdi 45mph á
einum vegastrekki, har miðalferðin
var 65 mph. Hann taldi síðan,
hvussu nógvir bilar yvirhálaðu
hann í ein tíma. Hvør yvirháling er
eitt møguligt óhapp. Myndin hjá
Hauer var meira ella minni meinlík
myndini hjá Solomon.
West og Dunn (1971) komu til
somu niðurstøðu.
Sí mynd 2
Ráðið fyri Ferðslutrygd sigur
á síni heimasíðu at “Vandin fyri
vanlukku veksur munandi, tess
skjótari tú koyrir” og umboð fyri
ráðið hevur fært somu sjónarmið
fram í “Dagur og Viku”. Hetta er ein
misskiljing. Granskingin vísir at
óansæð, um tú koyrir spakuligari
ella skjótari enn miðal, so økist
kjansurin fyri óhappi jú longri tú