mánadagur 15. september 2014síða 15
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
15
Mánadagur 15. september 2014 · Nr. 104
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
vit fáa
tíðargrein
Mynd 1
Mynd 2
Mynd 3
kemur frá miðal – ikki at vand
in veksur tess skjótari tú koyrir.
Standardfrávikið sigur, hvussu langt
tú ert frá miðal, og niðurstøðan hjá
granskarunum West og Dunn er, at
størsti vandi er at verða við í einum
óhappi, um tú koyrir meira enn tvey
standardfrávik frá miðalferðini.
Hettar eru tey tvey prosentini,
sum koyra spakuligast og skjótast
(standardfrávik er enska hugtakið
Standard Devistion).
Verða fleiri kanningar (Solomon,
Cirillo, Hauer, Harkey og West/
Dunn) settar inn í somu mynd, vísa
hesar ein greiðan boðskap. Allar vísa
ein U samanhang har sannlíkindini
fyri einum óhappi minka jú nærri tú
ert miðalferðini.
Sí mynd 3
Ferðslugranskari
Harry
Lah
mann, Aalborg Universitet, sigur:
“Ein vegur, har fólk koyra við ym
iskari ferð, er meira vandamikil enn
ein vegur, har fólk koyra við somu
ferð”.
Granskari í “Adfærd og trafik
psykologi” á DTU Mette Møller,
sigur “vit ferðandi tulka í stóran um,
sjálva ferðsluna við støði í okkara
egnu hugsan. Um ein stórur, beinur
vegur er fyri framman, halda fólk at
setta hámarksferðina er høpisleys
og koyra skjótari enn hámarksferðin
loyvir.”
Aðrar kanningar eru eisini, sum
viðgera trupulleikan av at lastbilar
og bussar koyra spakuligari á sama
vegastrekki sum persónbilar, men
tað lata vit liggja hesaferð.
Niðurstøða
Umráðandi er at breiðka grundar
lagið, tá vit taka avgerðir, og ikki
bert hyggja einsíðugt.
Granskingin vísir at óansæð, um
tú koyrir spakuligari ella skjótari
enn miðal, so økist kjansurin fyri
óhappi jú longri tú kemur frá miðal
– ikki at vandin veksur tess skjótari
tú koyrir.
Seta vit sjóneyka á ferðslu
trygdina, er tað umráðandi at gera
átøk soleiðis, at munurin á tí, ið
koyrir skjótast og spakuligast, er
so lítil sum gjørligt. Tá átøk verða
gjørd, er eisini neyðugt at taka hædd
fyri at tey, ið koyra bil, hugsa sjálvi.
Virkar ein hámarksferð órímilig,
eitt nú tí vegurin er “góður” at
koyra á, koyra fleiri okkara skjót
ari enn mest loyvda ferð ásetur og
harvið økist munurin á teimum,
sum koyra spakuligast og skjótast,
soleiðis økist kjansurin fyri óhappi.
Økja vit hinvegin mest loyvdu ferð
á sama vegastrekki, vilja tey, sum
koyra skjótast, koyra spakuligari,
og tey, sum koyra spakuliga, koyra
skjótari (sambært Erik Mather
danska politiið) og á tann hátt mink
ar munurin og váðin fyri óhappi.
Hettar er nakað, sum serfrøð
ingar og myndugleikar okkara
muga hava í huga, tá tiltøk innan
ferðslutrygd verða gjørd.