mánadagur 15. september 2014síða 16
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mánadagur 15. september 2014 · Nr. 104
16
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
undir fýra eygum
Marita á Rógvi
Myrkið hevur lagt seg yvir
Keypmannahavn, og ljós
perurnar verða sløktar kring
býin. Eisini í Tónlistaskúl
anum
í
Keypmannahavn
verða perurnar sløktar – ein
fyri og onnur eftir. Klokkan
er 21, men enn eru nakrar
ljósperur tendraðar, og har
standa úrmælingar og venja.
Tú hoyrir djúpar tónar frá
eini sello, eins og opera
røddir ljóma úr fleiri ættum.
Heiðrun
flennur,
tá
vit
hittast við inngongina.
–
Hoyrir
tú
sangin?
Hasum noyðast vit lurta
eftir hvønn dag – allatíð.
Tey syngja í kantinuni, um
kvøldarnar, í steðgunum –
allatíð, sigur hon brosandi.
Soleiðis er tilveran á ein
um
hægri
tónlistaskúla.
Tónleikur er tilveran. So
leiðis hevur altíð verið hjá
Heiðrun.
Smágentan við heilt
serligum gávum
Heiðrun byrjar tónlistarligu
leiðina sum 7-ára gomul. Hon
byrjar at spæla undir Sámal
Petersen, og saman finna tey
ein leist, ið hóvar sinnalag
Heiðruns.
– Hóast eg var barn, megn
aði Sámal at fáa tað besta
burturúr mær. Mær dámar
væl lýdni, og eg fekk eisini
eina frálæru, ið hóskaði til
mín.
Heima er pápi Heiðrun,
Hjalmar, greiður yvir, at
dótturin hevur heilt serligar
gávur
sum
violinleikari.
Hann leggur henni lag á at
venja, og hvønn sunnudag
hevur
Heiðrun
konsert
heima. Frálæran gongur so
væl, at hon ger av at fara til
donsku
violinkappingina
»Jacob Gade« sum 9-ára
gomul.
Hesa
kappingina
vinnur hon sum 9,11 og 13-
ára gomul. Men tá hon roynir
seg á fjórða sinni, ruggar alt
ikki rætt. Hugurin at spæla
violin er ikki hin sami undan
kappingini, og hon megnar
ikki at vinna. Hon fær eitt
2.pláss, og Heiðrun minnist
greitt, hvussu tað kendist.
– Tað var ræðuligt. Fyri
meg var tað ein gøla at tapa.
Hóast nógv ikki síggja tað,
so var eg fjálturstungin,
meðan eg spældi. Hetta var
ein trupulleiki í nøkur ár.
Av og á mintist eg ikki, hvat
eg hevði spælt. Tað kendist,
eins og eg ikki stóð á jørðini,
greiðir hon frá.
Eins og aðrir tannáringar,
hevur Heiðrun eisini ov
mikið at hugsa um, og eftir
kappingina verður violinin
løgd í kassan í eitt tíðarbil.
Men har liggur hon ikki
leingi.
Violinkassin
verður latin upp
Eftir lokið prógv í 9. flokki
roynir
Heiðrun
seg
í
miðnámskúla, tí ætlanin er
at gerast lækni. Men hon
varnast skjótt, at hon saknar
tónleikin.
– Eg tímdi einfalt ikki at
gera skúlating, og eg gjørdist
aftur varug við, hvussu
nógv eg elskaði tónleikin.
Tískil setti eg meg í sam
band við Venjingarskúlan.
Tey loyvdu mær at koma í
10.flokk. Meðan hini høvdu
breyt, vandi eg til upptøku
royndina, ið skuldi avgera,
hvørt eg varð nóg dugnalig at
lesa á hægri tónlistarskúla í
Keypmannahavn.
Tá Heiðrun tosar um
upptøkuroyndina,
er
tað
við einum brosi. Stykkið, ið
hon velir at spæla til upp
tøkuroyndina, er víðagitna
violinkonsertin
hjá
Felix
Mendelsohn í E.moll. Hetta
er ein hin mætasta violin
konsertin, ið ein violinleikari
kann spæla. Summi skýra
hana at vera ein gimstein í
violinsøguni. Og stórætlaða
valið gevur úrslit, tí spæl
Heiðruns vekir áhuga í Keyp
mannahavn.
Frá venjingarskúlanum
til Prins Henrik
Í
Keypmannahavn
fer
Heiðrun frá tryggu tilveruni
í Tórshavn og frálæru Sámal
Petersens til eina rokuta til
veru á tónlistaskúlanum í
Keypmannahavn.
– Tað var ein kollvelting
fyri meg at byrja at lesa, tí
brádliga skuldi ein kappast
við nógv onnur. Hvussu
dugnalig var eg í mun til
hini?
Fimm ár eftir, at Heiðrun
og violinin seta seg í Atlantic
Airways,
hevur
Heiðrun
nomið sær ein bachelor í
klassiskum
tónleiki,
eins
og hon er byrjað at lesa á
kandidatinum.
Heiðrun
hevur valt at lesa á solist
linjuni
saman
við
teirri
strúkikvartettini,
hon
spælir saman við hvønn dag.
Hendan ber heitið Nordic
String Quartet og er sett
saman av tveimum violin
leikarum, einum bratsch
leikara og einum selloleikara.
Óseku skúlakonsertirnar eru
av, og nú ræður um at gera
seg galdandi í tónlistarligu
vinnugreinini.
– Útyvir lesnaðin snýr alt
seg um at fáa samband við
røttu fólkini, tí kappingin er
hørð um plássini í symfoni
orkestrunum.
Eisini
er
kapping um at verða um
biðin at spæla til ymisk til
tøk, sigur Heiðrun.
Nordic String Quartet við
Heiðrun á odda stendur seg
ómetaliga væl í vinnugreinini
innan klassiskan tónleik. Eitt
nú hevur kvartettin spælt
fyri Prins Henrik í Fraklandi.
Ummælarar
rósa
fram
førslunum. »Ungt, nýtt og
eggjandi« eru millum orðini
frá mætum ummælarum.
Men Heiðrun hevur eisini
roynt seg innan rytmiskan
tónleik, og tað eru ikki
hissini tónleikarar, hon fær
høvi at spæla saman við.
Hvat heldur tú um grindadráp?
– Grind er ein týðandi partur av okkara matmentan. Verður hvalurin
dripin á rættan hátt, kunnu vit avgørt halda áfram við grindadrápi.
Mær dámar væl grind sum mat – serliga turt tvøst og grindabúffar.
Tó royni eg at halda meg til viðmældu nøgdina.
Hvør er tín yndis violinleikari?
– Í nógv ár var danski violinleikarin Nikolaj Znaider mín fyrimynd. Eg tók lut í hansara
úrvalsundirvísing fyri nøkrum árum síðani, eins og eg keypti útgávur hansara, sum
eg lurtaði nógv eftir. Nú lurti eg eisini nógv eftir Itzak Perlman, sum verður mettur at
vera ein av heimsins mætastu violinleikarum.
Í 2006 luttekur tann 15 ára gamla Heiðrun Petesen í mætu violinkappingini »Jacob Gade« í Danmark.
Tríggjar ferðir áður hevur Heiðrun vunnið hesa kappingina, og vónirnar eru góðar. Men hon vinnur ikki
kappingina. Heiðrun umhugsar at leggja violinina og bogan í kassan og ongantíð lata hann uppaftur.
Men alskurin til violinina er ov stórur. Nú er Heiðrun 23 ár og ávegis at gerast ein mætur violinleikari
áhoyraran
Alt er fullkomið
tá mítt violin
spæl nemur
Alt er fullkomið