Sosialurinarkiv
Sosialurin 2014-09-15, síða 17
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 15. september 2014síða 17

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

17 Mánadagur 6. januar 2014 · Nr. 2 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Mánadagur 15. september 2014 · Nr. 104 undir fýra eygum Langir tónar við Rasmus Seebach Nordic String Quartet hevur latið fleiri dyr upp fyri Heiðrun. Hon er eitt nú sloppin at spæla undir við nógv­um kenum tón­leik­ arum. Eitt nú hevur hon spælt saman við Lars H.U.G, Quadron, eins og Rasmus Seebach fleiri ferðir. – Eg havi spælt saman við Rasmus Seebach til eitt nú Knæk Cancer tiltakið á Tv2, og slík tiltøk eru stuttlig. Tónleikarar sum Rasmus Seebach krevja ikki nógv av okkum tekniskt – vit skulu í roynd og veru bert spæla langar tónar. Men teir krevja, at tað, vit gera, er ordiligt. Vit skulu smílast og vera á. Og so hugna vit okkum aftaná og hava tað stuttligt saman. Eisini Rasmus Seebach, sum er øgiliga jarðbundin. Tað er nakað heilt annað í mun til klassiskan tónleik, sum er krevjandi á ein annan hátt – bæði tekniskt og sálarliga. Hóast Heiðrun við jøvn­ um millumbili fær møgu­ leikan at spæla saman við kendum tónleikarum, er hon lítillátin av lyndi. Kjálkarnir gerast heitir, tá hon skal lýsa sínar góðu síður. – Hetta var ein trupul spurningur, sigur hon og tekur klønu hendurnar til andlitið. – Mær dámar væl at ar­ beiða við klangi og klang­ litum, og eg haldi, at eg eri um at finna mítt egna ljóð, sigur hon umhugsin eftir ein langan steðg. Tað er greitt, at henni ikki dámar at rósa egnum førleikum á slíkan hátt. Hon tekur violin­ina upp til høkuna og byrjar at spæla víðagitnu violin­kon­sertina eftir Sibelius. Og júst klang­ urin breiðir seg í rúm­inum, meðan bogin nemur teir fýra streingirnar á violinini. »Alt er fullkomið, tá mítt spæl nemur áhoyraran. Tað er tað besta, sum ein kann uppnáa sum tónleikari«. Klokkan nærkast miðnátt, og síðstu perurnar verða sløktar á Tónlistaskúlanum í Keypmannahavn. Opera­ sang­arar­nir eru farnir heim, og Heiðrun leggur violin­ina í kassan – tó ikki á sama hátt, sum tá hon gjørd­ist nr. 2 til »Jacob Gade« kapp­ing­ina fyri átta árum síðani. Alsk­ urin til tónleikin er einfalt sterkari í dag, og tann­ áringa­trupulleikarnir vórðu parker­aðir fyri nógv­um árum síð­ani. Í morgin verður kassin nevn­iliga aftur latin upp, og ein nýggjur dagur kann byrja á lærda tón­lista­ há­skúla­num í Keyp­manna­ havn. marita@sosialurin.fo UM Heiðrun Petersen Violinleikarin Heiðrun Petersen er 23-ára gomul og ættað úr Tórshavn. Heiðrun er dóttir Hjalmar og Majbritt Petersen og hevur ein yngri beiggja, ið eitur Áki. Seinastu fimm árini hevur Heiðrun búð í Keypmannahavn, har hon lesur til solist á tónlistaskúlanum í Keypmannahavn. Umframt krevjandi lesnaðin er eisini hon fríyrkistónleikari, og arbeiðsgevararnir eru eitt nú Rasmus Seebach, Quadron, Odense Symfoniorkester, Copenhagen phil, Kristianssand Symfoniorkester, Det Kongelige Kapel og ikki minst Føroya Symfoniorkestur. Hvør er tín størsta tónleikauppliving? – Tá eg á fyrsta sinni spældi violinkonsertina hjá Mendelsohn sum 17- ára gomul. Tað var í roynd og veru bert ein lítil konsert fyri foreldrum og kenningum, men framførslan eydnaðist so mikið væl, at eg enn minnist kensluna. Eina slíka kenslu fái eg ikki ofta. Hvørja starvsleið hevði tú valt, um tú ikki gjørdist violinleikari? – Eg hevði viljað verið lækni – møguliga sálarfrøðingur. Tó meti eg, at eg óivað eri drigin at sálafrøði, tí eg havi hug at gerast greiðari yvir, hvussu mítt egna sálarlív er sett saman. Eg havi eisini hugsað um at lesa til jarðarmóður, tí mær dámar so væl at arbeiða við børnum. Klassiskur tónleikur verð­ ur vanliga settur í sam­ band við gleði, blómur og lógva­brest. Men Heiðrun Petersen og Nordic String Quartet spæla ikki einans í samband við tiltøk, ið eru tengd at gleði. Ein partur av áhoyrar­ unum eru eisini fólk í djúp­ari sorg, og hetta kann vera ein avbjóðing. – Tað kemur ofta fyri, at vit eisini verða rørd. Hóast hetta, so er kensl­an onkurs­vegna góð, tí vit gleðast um at veita teim­ um av­varandi eina vakra og hátíðarliga løtu. Eg spældi eitt nú til jarðar­ ferðina hjá abba mínum, og tað var ótrúliga torført. Men í dag eri eg fegin um, at eg spældi, sigur Heiðrun. marita@sosialurin.fo Vakurt at spæla til jarðarferðir – Tað var ein kollvelting fyri meg at byrja at lesa, tí brádliga skuldi ein kappast við nógv onnur, sigur Heiðrun Petersen, føroyskur violinleikari í Danmark Mynd: Marita á Rógvi