Sosialurinarkiv
Sosialurin 2014-09-15, síða 18
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 15. september 2014síða 18

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mánadagur 15. september 2014 · Nr. 104 18 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 kjak Sannleikin um orkuloysn fyri saltsølubygningin Marin Katrina Frýdal býráðslimur fyri Tjóðveldi Orsøkin til stúran mína eft­ir seinasta býráðsfund í Havn var mikla orrustan, sum stóðst av málinum um orku­loysn fyri saltsølu­bygn­ ing­in. Og stúranin er væl grundað, tí formaðurin í Vinnunevndini, Sjúrður Ol­ sen, segði, at tað fór ikki at verða við sær sum formanni at gera milli­óna­íløgur til sjó­hita. Ikki minni gerst mis­trúgvin á meiri­lutan í býráðnum fyri grøn­um loysn­um, tá sjálvt borgar­ stjór­in skrivliga í einum teldu­posti segði tað vera “søt­ ur tón­leikur í hansara oyru”, tá ført varð fram, at tað ikki er burðardygt at gera íløgur í fjar­hita­leiðingar oman í býin. Elin Lindenskov tekur rív­an til í lesarabrævi í miðl­ un­um 21. august, har hon fer so langt sum til at ákæra und­ir­rit­aðu fyri at lúgva. Or­ søk­in er, at eg í lesara­brævi endurgav frá seinasta bý­ ráðs­fundi og vísti á, at meiri­ lut­in í býráðnum hevði slept ætl­an­ini um at nýta sjó­hita til at hita gamla salt­sølu­ bygn­ing­in upp við. Í lesarabrævi mínum gjørdi eg ikki annað enn at end­ur­geva frá tí, sum hendi á bý­ráðs­fundinum. Nevniliga, at meirilutin ætlaði sær at fara frá sjóhitanum, sum ann­ars var ein partur av end­ur­byggingini av saltsølu­ bygn­ing­inum. Hetta tí at inn­ komnu tilboðini vóru hægri enn kostnaðarmetingin av íløg­uni. Meirilutin – tó ikki for­ kvinn­ur­nar í teknisku nevnd og náttúru- og um­hvørv­i­s­ nevnd­ini – tóku ikki undir við uppskoti mín­um, um at bygn­ing­urin burt­ur av verð­ ur hitaður upp við sjó­hita. Ístað­in átti mál­ið at ver­ið beint aftur í vinnu­nevnd­ina fyri at út­vega neyð­ugu fígg­ ing­ina. Á nevnda býráðsfundi varð eisini kunnað um ætl­ an­ina at hita bygningin við olju, men tó fyrireika hetta so­leið­is, at fjarhiti seinni kann leggjast inn. Hetta sein­ a­sta er eftir mínum tykki tað sama, sum at blaka torvmold í eyguni á borg­ar­unum, tí í vár varð ein um­rað­fest­ing gjørd í íløg­un­um, har mill­ um annað 5 mió. krón­ur vórðu tiknar av at dag­føra Sunds­vegin og at fáa fjar­ hit­an oman í Gunda­dal. Eitt mál, sum eg um­røddi í les­ ara­brævi 17. mars 2014 undir yv­irskriftini “Borg­ar­stjór­in steðgar út­byggingini av fjar­ hit­an­um”. Ein óbótalig gerð, sum Elin Lindenskov sjálv al­ment í Kringvarpi Føroya hev­ur harmast. Samanumtikið kann ein ikki annað enn standa spyrj­ andi mótvegis tí, sum borð­ reitt varð fyri okkum á sein­ asta býráðsfundi. Tað vil siga nei til sjóhita, men ístaðin at leggja olju­fýr­ing inn við eini seinni fjar­hita­loysn fyri eyga. Hetta seinna er ikki ann­að enn eitt tómt lyfti, tí er oljufýringin fyrst komin, so verður seinur dagur – um nakr­an­tíð yvirhøvur – at lagt verður um til eina grøna orku­skipan. Tað leikaði so mikið hart á undir býráðsfundinum, at neyðugt varð hjá borgar­ stjór­an­um at biðja um time­ out. Tá fundurin varð tik­in upp­aftur, vísti úrslitið seg at ger­ast eitt ússaligt ískoyti til sam­tyktar, um at spurn­ing­ ur­in um endaliga orkuloysn verð­ur lagdur fyri býráðið aft­ur. Tíbetur eydnaðist at fáa meirilutan at seta eina tíð­ar­freist á, soleiðis at málið skal fyri aftur á býráðsfundi í seinasta lagi um tveir mán­ að­ir. Tá Elin Lindenskov end­ ar lesarabræv sítt við at siga: “At sjálvandi skal orku­loysn­ in koma frá varandi orku­ keld­um”, so kann eg ikki ann­að enn fegnast. Eg síggi fram til, hvør orku­loysn verð­ur vald og ætli mær at fylgja væl við, at meirilutin í Tórshavnar býráð fer at halda hetta lyftið. Hetta er sann­leikin í hesum máli, Elin Lin­denskov, og ikki nøkur lygn, sum tú skýrir meg fyri at hava borðreitt við. Við náttúru- og umhvørviskvøðu 14. september – ein fagnaðardagur fyri tjóðina Føroyska vinnan fegnast um útlit til fríhandilsavtalu við Turkaland Høgni Hoydal Góðan 14. september. Hetta er ein fagn­að­ar­dag­ ur fyri fólkaræðið í Føroyum. Tí hendan dagin fyri 68 árum síð­ani valdu føroyingar á fólka­atkvøðu síni rættindi sum tjóð og at eiga sítt egna land. Fólkaatkvøðan varð sett í verk av sam­bands­flokk­ un­um og donsku stjórnini sum ein ræðumynd, har fólk antin skuldu velja eina heima­stýr­is­skipan ella loys­ ing (ella "løsrivelse" sum tað varð sagt á donskum), ið varð sett fram sum eitt ræðandi hug­tak. Hevði fólkið valt tað danska stjórnar­uppskotið, so høvdu vit givið øll rættindi frá okk­um sum tjóð og gjørt okk­um til ein samrunnan part av Danmark. Men tíbetur – og ímóti øll­ um forsagnum – so valdi ein meiri­luti loysing. Hóast politisku flokkarnir og danska stjórnin síðani runnu undan úrslitinum og settu heimastýrisskipanina í verk - sum fólkið hevði vrak­ að á fólkaatkvøðuni - so er av­gerðin á fólkaatkvøðuni grund­ar­lagið fyri, at vit í dag hava rættin at skipa okkum sum sjálvstøðuga tjóð. Og hon er grundin undir, at tjóð­ skap­ar­stríðið hevur hildið fram og fer at halda fram til vit røkka á mál. Og heldur enn at enda sum eitt annað Hetland, um vit høvdu valt at melda okk­ um inn í Danmark við fólka­ at­kvøðu, so hevur hend­an avgerðin um loysing í 1946 lagt lunnarnar undir øll tey mál, ið eru vunnin síð­ani. Tað er tann støðuga tjóð­skap­ar­ rørsl­an í Føroyum, sum hev­ ur vunnið okkum tað, sum í dag er okkum dýra­bærast og skap­ar okkum fram­burð og bú­skap­arligt, mentanarligt og sosialt jørð­ildi: Mál og ment­an, skúla, fiskimark, und­ir­grund, heilsu­verk og almannaverk, vegir og havn­ir, flogferðslu, luttøku í altjóða samstarvi og so fram­ veg­is. Hetta er alt vunnið, tí vit ong­antíð hava góðtikið tær ódemo­kratisku niður­bind­ ing­ar­nar í heimastýrinum, men hava brotið garð og hild­ið fram vat byggja egið land við støði í fólkaræðiligu av­gerð­ini á fólkaatkvøðuni. Og stríðið til fult fólkaræði í Føroyum fara vit eisini at vinna – og tá fara sjálvt tey, sum í dag royna at gera til lát­urs fólkaatkvøðuna og fólka­ ræð­ið, at fegnast saman við okk­um um tað bragdið, sum varð framt 14. september fyri 68 árum síðani. Í farnu viku boðaði Løg­ mans­skrivstovan frá, at samráðingarnar á em­ bæt­ismannastigi um handilsavtalu við Turka­ land vóru komnar á mál, og at partarnir eru samd­ir um fríhandil fyri m.a. fiska­ vør­ur. Føroyskt vinnulív fegn­ast um útlitini til hesa fríhandilsavtalu fyri týð­ andi vørubólkar og vón­ar, at partarnir gera skjótt av og fáa avtaluna und­ir­skriv­ aða á politiskum stigi, so hand­ils­avtalan kann koma í gildi. Føroyskt vinnulív hev­ ur í langa tíð sóknast eftir betri handilsavtalum við um­heim­in, ser­liga í sam­ bandi við fiska­vøru­út­ flutn­ing­in, og Turkaland er við sínum uml. 80 mió íbúgv­um ein áhuga­verd­ ur marknaður aft­ur­at teim­um verandi høv­uðs­ markn­að­unum. Hetta er bæði galdandi fyri ávís botn­fiskasløg, laks og tað pelag­iska. Í kanning, sum Før­oya Arbeiðsgevarafelag gjørdi millum fyritøkurnar í útflutningsvinnuni var Turka­land ovast á listanum yvir lond, sum Føroyar átti at gera handilsavtalu við.  Týdningurin av góðum hand­ils­sam­bondum við útheimin kann ikki yvir­ met­ast. ES-boykottið av pel­ag­isk­um fiskavørum vísti okkum týðiligt, at tað hevur stóran týdning fyri før­oyskt vinnulív at hava góða atgongd til nógvar ym­isk­ar marknaðir. Bæði tá atgongdin til vanligu markn­að­irnar er avmarkað av handilspolititiskum áv­um, men eisini tá eft­ ir­spurn­ingurin í hes­um marknaðunum mink­ar orsakað av bú­skap­ar­lig­ari afturgongd í keyp­ara­land­ in­um. Føroysk út­flutn­ings­ vinna hevur tó fram­veg­is munandi verri markn­að­ ar­at­gongd til áhugaverdar markn­að­ir úti í heimi enn kapp­ing­ar­neytarnir hava. Hetta er bæði galdandi fyri toll og í s.v. heilsufrøðiligar góð­kenningar. Tað hevur tí stóran týdning, at eitt áhald­andi arbeiði verður gjørt fyri at fáa í lag heilsu­frøðiligar avtalur og handilsavtalur við áhuga­ verd­ar marknaðir úti í heimi.