mánadagur 15. september 2014síða 19
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
19
Mánadagur 15. september 2014 · Nr. 104
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Greið mál fyri brekpolitiska økið
Annika Olsen
Landsstýriskvinna í
almannamálum
Í 2009 tóku Føroyar undir
við ST sáttmálanum fyri fólk
við breki. Hetta var eitt stórt
framstig á økinum, sum
øll fegnaðust um, men ein
sáttmáli stendur ongantíð
einsamallur. Fleiri átøk eru
framd eftir, at sáttmálin kom
í gildi. Nevnast kann m.a.:
• Lóg um at banna mismuni
vegna brek á arbeiðs
marknaðinum
• Lóg um arbeiðsfremjandi
tiltøk
• Kunngerð um atkomu
viðurskifti frá 2010
• Tilsamans 24 vardir bú
staðir
verða
bygdir
í
Klaksvík og Runavík
• 8 íbúðir í búfelagsskapi
verða bygdar í Klaksvík,
og sum standa lidnar í
næstum.
• Depil
til
fjølbrekað
í
Runavík stendur liðugur
í november
• Virknis- og umlættingar
depil verður bygdur og
stendur liðugur í 2016
• Farið er undir fyrireiking
arnar til sambýli fyri fólk
við serligum avbjóðingum
í Havn.
• Studentaflokkur
stovn
aður til fólk við avbjóð
ingum innan autismu
spektrið
Hóast nógvir glottar eru at
hóma, er enn langt á mál,
til at vit kunnu siga, at Før
oyar fult og heilt kunnu liva
upp til ST sáttmálan fyri
fólk við breki. Í næstum
skulu Føroyar til sína fyrstu
próvtøku hjá ST um sátt
málan fyri fólk við breki. Vit
eru greið yvir, at vit uttan
iva fara at fáa ábreiðslur,
men eins og vit gjørdu, tá
vit vóru til próvtøku í ST
barnarættindasáttmálanum,
har vit miðvíst hava loyst
trupulleikarnar, fara vit eis
ini at gera tað, tá niðurstøð
urnar frá ST koma um brek
sáttmálan.
Eitt nú hevur MBF í síni
skuggafrágreiðing, sum júst
er latin ST, fýlst á, at vit í
Føroyum vanta eina eind
í fyrisitingini, sum hev
ur ábyrgd fyri økinum, og
sum kann samskipa tiltøk
og átøk fyri fólk við breki.
Hetta er eisini álagt okkum
sambært grein 33 í sáttmál
anum. Í vikuni varð avgjørt
á landsstýrisfundi, at Al
mannamálaráðið skal átaka
sær at vera miðsavnandi
eindin sambært breksáttmál
anum.
Almannamálaráðið
fær
m.a.
ábyrgd
av
at
tryggja, at rættindi sam
bært sáttmálanum verða
framd í verki. Hetta verður
gjørt m.a. við at gera neyð
ugar lógarbroytingar, virkis
ætlanir, luttaka í rappor
teringum til ST og tryggja at
tilmælini frá ST verða fylgd
upp. Harumframt eiga vit at
umhugsa, hvørt tørvur er á
at fáa í lag eina samskipandi
eind
í
landsfyrisitingini.
Hetta fyri at tryggja, at áset
ingarnar
í
sáttmálanum
verða framdar í verki, og at
samskipanin á økinum er so
góð sum gjørligt.
Tað er alneyðugt, at vit
seta okkum greið mál tey
komandi árini fyri, hvat vit
vilja røkka innan tey ymsu
økini hjá landsstýrisfólkun
um.
Neyðugt við
brekpolitikki
Nú Almannamálaráðið hev
ur fingið hesa uppgávu á
økinum, havi eg sum lands
stýriskvinna á økinum ætl
anir at lata gera ein brek
politikk við heilt greiðum
málum, ið vit eiga at røkka
tey komandi árini. Lands
stýrisfólkini hava framvegis
ábyrgd við sínum øki, og
ætlanin er saman við lands
stýrisfólkunum at stinga út
í kortið eina ítøkiliga ætlan,
ein brekpolitikk fyri tey
næstu 20 árini um, hvussu
vit ítøkiliga kunnu loysa
avbjóðingarnar á økinum, eitt
nú við atkomuviðurskiftum,
við bústaðartilboðum, við
skúlatilboðum o.a. Umframt
at fáa greiðar politiskar ætl
anir er eisini neyðugt, at vit
fáa eina dagførda sosial
lóggávu á økinum, og hetta
er ábyrgd hjá Almannamála
ráðnum.
Lóg um tænastur til
fólk við serligum
avbjóðingum
(sosiallóg)
Føroyar yvirtóku forsorgar
økið í 1995 og skiftandi sam
gongur og landsstýrisfólk
hava sett sær sum mál at
fáa eina nýggja forsorgarlóg.
Hetta 20 ára gamla ynski er
loksins við at koma undir
land, hóast talan ikki verður
um
eina
stóra
samlaða
forsorgarlóg, men heldur
fleiri lóggávur, sum hava
við tænastur og veitingar
hjá okkara borgarum at
gera. Arbeiðið er komið væl
ávegis, og samtyktar eru
lógin um arbeiðsfremjandi
tiltøk, veitingarparturin í
forsorgarlógini og lóg um
tænastur
á
eldraøkinum,
umframt ein ørgrynna av
øðrum ótíðarhóskandi regl
um í forsorgarlógini eru dag
førdar. Ein av síðstu pørt
unum, sum enn er eftir at
gera er dagførdar reglur um
trivnaðarøkið, ella tað økið
sum hevur við borgarar við
serligum tørvi at gera.
Í sambandi við henda
síðsta partin av forsorgar
lógini var eg í vár á vitjan á 8
sambýlum í høvuðsstaðnum
til tess at kunna meg um
støðuna hjá okkara borgar
um við serligum tørvi, teirra
bústaðarumstøður og ann
ars hoyra um ? royndir frá
starvsfólkum innan økið.
Hóast viðurskiftini langt frá
eru nøktandi allastaðni var
tó hugaligt at síggja, hvussu
dugnalig og góð starvsfólkini
vóru til sítt arbeiði. Arbeiðið
við nýggju lógini, sum er
farið av bakkastokki, verður
m.a. greiðari reglur um:
• Regluverk um bústaðir og
virknistilboð
• Nútímans reglur um stuð
ulsskipanir, m.a. BPA, ið er
ein skipan har tað í størri
mun er møguligt hjá tí
einstaka at leggja sær sín
gerandisdag til rættis
• Greiðari reglur um menn
ingarætlanir fyri tann ein
staka
• Góðskueftirlit við bú- og
viknistilboðum
• Námsfakligt eftirlit
Gongst sum ætlað kann
lóggávan um tænastur til
okkara borgar við serligum
avbjóðingum verða liðug til
komandi tingár.
Føroyar skulu
taka sær av øllum
sínum børnum
Føroyar hava eina svarta
søgu, tá tað snýr seg um at
senda fólk við serligum av
bjóðingum av landinum. Eis
ini í nýggjari tíð hevur tað
verið vanligt, at vit senda børn
á viðgerðarstovn í Danmark
eftir forsorgarlógini og eftir
barnaverndarlógini.
Tá eg tók við sum lands
stýriskvinna var tað serliga
eitt sum undraði meg stórliga,
og sum harmaði meg almikið,
at landsstýrisfólk bókstavliga
skuldu blástempla børn av
landinum. Eg setti mær fyri
at broyta hesa margháttligu
siðvenju
beinanvegin
og
setti mær sum mál, at vit í
Føroyum skulu geva hesum
børnum viðgerð í einum
heimligum umhvørvi, held
ur enn at senda tey til eitt
fremmant land við fremm
andari mentan og fremm
andum máli.
Gongdin er í dag vend, og
lógarheimildirnar broyttar,
soleiðis at vit í størri mun
kunnu nýta peningin til
viðgerðartilboð í Føroyum
heldur enn at senda børn
ini til Danmarkar til eitt
viðgerðartilboð. Í 2011 tá
eg tók við sum landsstýris
kvinna vóru tað 25 børn,
sum vóru send á stovn í
Danmark. Í dag er tað millum
heilt fá og onki barn, sum er
á viðgerðarstovni í Danmark.
Gaman í eri eg greið yvir, at
mong av hesum børnum hava
samansettar trupulleikar, og
at tað hevur verið tørvur
á at geva teimum eitt gott
tilboð aðrastaðni, sum vit
ikki kunnu geva teimum
her í Føroyum, men um vit
ongantíð broyta siðvenju
og mannagongdir, so verður
fakligi førleikin heldur ikki
mentur í Føroyum á økinum.
Somuleiðis
eri
eg
eisini
greið yvir, at tað kunnu vera
byrjanartrupulleikar
ella
“barnasjúkur” við teimum
tilboðum vit veita, men mál
ið hjá okkum má vera, at vit
skulu kunnu taka okkum
av okkara børnum, óansæð
hvussu trupult tað er, tað er
okkara skylda sum samfelag
at vera góð við øll okkara
børn og ikki flyta tey við
avbjóðingum av landinum.
“Tann góða tilgongdin” –
ein hurð inn til tað almenna
Hóast vit hava strammað
upp um vit senda børn av
landinum ella ikki, eru tað
tíverri alt ov nógvar familjur,
sum kenna seg noyddar at
flyta til eitt nú Danmarkar,
tí myndugleikarnir í Føroy
um ikki samstarva nógv
væl, og tilboðini o.a. ikki
eru nøktandi. Hetta hava
vit arbeitt við í rúma tíð
undir heitinum “Tann góða
tilgongdin”, sum er eitt tvør
politiskt samstarv millum
Almannamálaráðið, Heilsu
málaráðið, Mentamálaráðið
og kommunurnar og undir
liggjandi stovnar til tess at
fáa eitt betri heildartilboð
til børnini og teirra familjur.
Arbeiðið hevur tikið út
gangsstøði
í
tveimum
familjum við børnum við
autismu. Royndir frá hesum
familjum vóru skelkandi,
og niðurstøðan var greið,
tað var strævnari at fáast
við myndugleikarnar enn
at fáa eitt barn við autismu.
Arbeiðið við at skipa øðrvísi
mannagongdir um samstarv
millum
myndugleikar
er
um at koma undir land, og
um eina viku ella so verður
yvirlýsing undirskrivað mill
um landsstýrisfólkini um
hetta samstarv og arbeiðið til
frama fyri børn við serligum
avbjóðingum
og
familjur
teirra.
Tó leiðin mangan tykist
long, so eru nógvir glottar at
hóma, og nógv arbeiði er sett
í gongd við tí eina endamáli,
at bøta um viðurskiftini hjá
okkara borgarum við ser
ligum avbjóðingum.
kjak
Krugmann og Skotland
Zakarias Wang
Nú verður nógv gjørt burt
ur úr, at kendi amerikanski
økonomurin Paul Krugmann
hevur skrivað eina grein har
hann finst at skotskum sjálv
stýri.
Men í veruleikanum er
tað ikki málið um sjálvstýri
fyri Skotland, sum Krug
mann viðger í hesi grein,
men ein heilt annar spurn
ingur. Tað sum tað snýr seg
um fyri hann, er orðaskiftið
um evruna. Tað hann hevur
ført fram, er at evran er ein
kollsigld verkætlan, tí har
hava vit eitt felags gjaldoyra
uttan ta neyðugu samsvar
andi politisku stýringina av
tí økonomiska politikkinum.
Krugmann hevur víst á,
at orsøkin til at Ísland, sum
sanniliga er eitt lítið land,
kom so frægt burtur úr tí
stóru kreppunu í 2008, er at
landið hevur sítt egna gjald
oyra. Tað er tí hann sigur, at
Skotland ikki kann klára seg
nóg væl um tað hevur felags
gjaldoyra við Ongland. Men
í greinini vísir hann á, at tað
ikki kann útilokast, at Skot
land fer at velja at fáa sítt
egna gjaldoyra, og hóast
hann ikki bart út sigur tað í
hesi grein, men í síni viðgerð
av Íslandi, so fer Skotland
sjálvandi tá at hava somu
møguleikar sum Ísland fyri
at megna framtíðar avbjóð
ingar.