mánadagur 15. september 2014síða 20
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mánadagur 15. september 2014 · Nr. 104
20
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
kjak
Viðmerking til Brand Sandoy:
Fígging til eldraøkið og útjavning hvør sítt
Heðin Mortensen
borgarstjóri
Havi havt tann ivasama
heiður seinastu dagarnar at
verið í skotlinjuni fyri tveim
um álopum frá fólkaflokks
manninum, Brandi Sandoy.
Í fyrra álopunum blandar
hann fígging av eldraøkinum
saman við almennari útjavn
ing, í øðrum álopinum skuld
setir hann meg fyri at hava
ballast fyri 5 miljónir, og
svínar samstundis okkara
starvsfólk til.
Fyrra pástandin kunnu
vit skjótt rætta uppá. Við
víkjandi tí seinna haldi eg
Brandur í fyrsta lagi skyldar
mær eina umbering fyri
at blaka tílíkt vanæriligt
møsn av sær frá tingsins
røðarapalli, í øðrum lagi
kundi hann eina tikið eina
pausu frá sínum ídna stríði
at krógva vesipappír fyri
fremmandafólki, og heldur
nýtt tíðina at sett seg betur
inn í málið.
Tí hesar fáu viðmerkingar.
Fígging og útjavning
hvør sítt
Tað liggur rimmarfast, at
fígging til eldraøkið eigur at
vera til uppgávuna eldraøkið,
ikki til generella útjavning,
skuldarsanering ella til at
fíggja asfaltering og aðrar
kommunalar uppgávur.
Útjavning er eitt heilt
annað mál, sum eigur at
viðgerast í mun til samlaða
kommunubúskapin, samlaða
inntøkugrundarlagið
og
samlaða útreiðslugrundar
lagið, og eigur ikki at verða
knýtt til ávísa uppgávu.
Tað ber øgiliga illa til at
flætta útjavning inn í tílík
mál. Til dømis er eingin út
javning í øðrum vælferð
artænastum, sum áður eru
lagdar undir kommunurnar
at fyrisita. Hví skulu summar
kommunur gjalda á einum
øki, men einki fáa aftur á
øðrum?
Tá Sandoyggin fær ser
sømdir, sum aðrar komm
unur skulu gjalda fyri, so
átti eyðmýkd at verið ein eg
inleiki, Brandur burdi tikið
til sín, heldur enn at spotta
gjaldaran.
Harumframt hevur land
ið goldið allar íløgur í Sand
oynni á eldraøkinum, um
framt eina heila ítróttahøll
fyri 30 miljónir. Eisini her
hevði eitt vet av eyðmýkd
verið hóskandi.
Fígging til eldraøkið
generelt
Fíggingarleisturin
hevur
verið kendur í eina tíð, men
kommunurnar hava ongan
tíð tikið endaliga støðu til
hann.
Landsstýrið hevur við
nýggjum
útspæli
broytt
fortreytirnar
í
fíggingar
leistinum
grundleggjandi.
Hetta er komið óvart á, tí
tann trygdin, sum kommun
urnar skuldu hava í mun til
framtíðar fíggingartørvin, er
ikki longur har.
Fortreytin má vera, at all
ar kommunur í besta muske
teranda standa saman, so at
tær í minsta lagi eru fíggj
arliga skaðaleysar. Hetta er
ikki støðan í dag, har fleiri
kommunur ikki fáa tað, sum
økið í dag kostar landinum,
og sum frammanundan er
ein minimumsjáttan, tí hædd
er ikki tikin fyri nýggjum
uppgávum,
lógarkravdum
tænastustigi, íløgutørvi og
øðrum.
Kommunurnar hava altíð
staðið saman, tá ið nýggjar
uppgávur og útreiðslur verða
lagdar til kommunurnar. Og
um vit ikki gera tað, so er
spurningurin, hvat komm
urnar so hava til felags.
Føroya Pedagogfelag
er til reiðar at venda gongdini
Maud Wang Hansen
forkvinna í Føroya
Pedagogfelag
Tað er beiskur lesnaður, at
fimta hvørt barn ikki dugir
at lesa, og at 70 børn árliga
eru innskrivað til psykiatr
iska depilin til greining ella
viðgerð.
Lat hetta vera eina inni
liga áheitan á landsstýris
mannin í mentamálum um at
taka dagstovnaøkið í álvara
nú. Føroya Pedagogfelag er
til reiðar at hjálpa til við at
venda gongdini.
Síðani hendan samgong
an var smíðað, hevur Føroya
Pedagogfelag heitt á landss
týrismannin í mentamálum
um at fáa skipað eitt virk
ið dagstovnaráð. Eitt dag
stovnaráð, sum kann veita
landsstýrismanninum
ta
hjálp og ráðgeving, sum dag
stovnalógin ástir. Hetta snýr
seg um viðurskifti hjá øllum
Føroya børnum í aldrinum
0-7 ár, og sum ganga á dag
stovni. Enn hava vit ikki
frætt frá landsstýrismannin
um, hvørjar ætlanir hansara
eru á hesum økinum.
Eingin ivi skal vera um,
at dagstovnaøkinum tørvar
politiskan áhuga, kanska
onagantíð so nógv sum nú.
Høgravenda samfelagsh
ugsanin og politiska fíggjar
stýringin eru við at syndra
eitt annars vælskipað og
burðardygt kjarnuøki í før
oyska
samfelagnum.
Vit
hoyra alsamt, at fokus er á
børnini, tá tey fara í skúla, og
ikki eitt orð verður grett um
týdningin av tíðini áðrenn.
Børn verða ikki fødd 6-7 ára
gomul, um nakar ivast.
Eitt gott barnalív kann
ikki gerast upp í krónum og
oyrum, heldur ikki í fermetr
um ella byggitilfari. Eitt gott
barnalív á dagstovni snýr seg
eina og aleina um góðan hug
burð til børn og menniskju
sum heild. Tað snýr seg um,
at lívið hjá børnum skal vera
tað besta, ein kann hugsa
sær, eisini meðan børnini eru
á dagstovni. Námsfrøði snýr
eg ikki um fíggjarviðurskifti,
men um lívsvirði og menn
iskjaáskoðan. Tað vísir seg
tíverri, at føroysku politikar
arnir, so skjótt teir eru komn
ir í sessin, missa áhugan fyri
tí virðismikla við lívinum og
verða spunnir inn í ein hugs
unarhátt, sum bert snýr seg
um pengar.
Heimsbankin hevur gjørt
búskaparligar útrokningar
av, hvussu stóran týdning
ein góð byrjan og eitt gott
barnalív hevur. Ein góður
barndómur brynjar børnini
til lívið, til skúlan og til at
klára seg víðari í útbúgving
arlívinum. Harumframt vísa
kanningar, at námsfrøðilig
dygd og góð normering geva
børnum ein førning, sum
verjir og fremur teirra evni
at forvitnast og læra, at vera
góð við hvønn annan, at læra
tolsemi og kreativitet og at
gerast góðir samfelagsborg
arar. Ein góður gerandisdag
ur á dagstovni er við til at
brynja børn til tað góða lív
ið og ikki bert til skúlan og
arbeiðsmarknaðin. Útrokn
ingar vísa, at ein góður inn
satsur tíðliga í barnalívinum
kemur 17 fold aftur – so hví
ikki satsa uppá at taka okk
ara børn í álvara og at geva
starvsfólkunum rundan um
tey bestu arbeiðskor?
Tað ræður ikki um at læra
at lesa so tíðliga sum gjørligt,
tað ræður um at duga at vera
ein góður vinur og at hava
samáhuga fyri teimum, tú
veksur upp saman við. Tá tey
grundleggjandi viðurskiftini
eru til staðar, og børn fáa
høvi at hvíla í sær sjálvum,
sum tey eru, skulu tey uttan
iva eisini læra at lesa og
røkka langt í lívinum sum
góðir samfelagsborgarar.
Námsfrøðingar vilja ikki
longur lata seg sláa til tols
við, at tað eru aðrir fakbólkar,
sum seta dagsskránna á dag
stovnaøkinum – tað eru
vit, sum eru fakkunnleikin
og serfrøðingarnir, og tað
eru vit, sum kunnu ráðgeva
landsstýrsimanninum, og vit
eru ikki so fá.
Mín áheitan á lands
stýrismannin
skal
vera
at lesa á heimasíðuni hjá
Mentamálaráðnum
tey
námsfrøðiligu
stevnumið
ini, sum er eitt valaarbeiði,
sum Mentamálaráðið hevur
staðið fyri at gera, men sum
enn manglar at verða sett í
verk. Har er ein upplagdur
møguleiki hjá landsstýris
manninum at seta gongd á
at fremja sína skyldu sum
evsti eftirlitsmyndugleiki á
dagstovnaøkinum.