Sosialurinarkiv
Sosialurin 2014-09-15, síða 28
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 15. september 2014síða 28

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mánadagur 15. september 2014 · Nr. 104 28 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 ítróttur fótbóltur H E S A V I K U N A 3 Tórður Thomsen Hevði fleiri fínar bjarginar, bæði skot og ein móti einum. Hevði tó eitt tíðarskeið í seinna hálvleiki, har hann var ótryggur í útspæli og tá hann skuldi temja bóltin við bringjuni. 2 Høgni Eysturoy Tað var eitt sindur sprell í Høgna í fyrra hálvleiki, men samanumtikið var talan um avrik væl undir miðal. Bleiv fluttur á høgra von, men har kom einki burturúr. 3 Odmar Færø Er sum einstaklingur sera góður. Skjótur og sterkur, men sum ein eind, so er verjan hjá B36 ikki blivin betri við Odmari í miðverjuni aftur. Vann 1 vs 1 dystirnar, men ikki samanlagt sannførandi. 1 Hørður Askham (Útvístur 59.min) Spældi undir miðal frá byrjan, men avrikið var ikki beinleiðis vánaligt. 1-talið kemur fyri sparkið eftir Halli Hansson, sum gevur reytt kort. Nú spælir hann ikki í týdningarmikla dystinum í Runavík. 1 Alex Mellemgaard Spældi langt undir vanligt støði. Minsti einfaldar bóltur og kempaði ikki fyri at vinna teir aftur. Kom ikki til nakað framrætta og bleiv fleiri ferðir yvirspælir á bakkinum. 2 Klæmint Matras Kláraði í ein mun at bróta spælið hjá Víkingi, men samanumtikið bleiv tað ikki meir enn tað. Á bóltinum hendi lítið, meðan hann í seinna hálvleiki bleiv yvirspældur á miðjuni. 2 Róaldur Jakobsen (Út 31. min) Fór út skaddur aftaná ein hálvan tíma uttan at gera nakað serligt um seg. Var maðurin, sum fekk brotssparkið, men tað var sum so ikki tí hann beinleiðis gjørdi nakað. 1 Rógvi Poulsen (Út 65.min) Var púra vekk í dystinum. Hevði okkurt innlegg í fyrra hálvleiki og onkra aktión, men samanlagt var talan um ein tann vánaligasta dystin hjá vonginum. 3 Hanus Thorleifsson (Út 65.min) Spældi til eitt 2-tal fyri tað mesta, men tað dregur upp, at hann var ein av teimum fáu, ið spældi við tendring frá byrjan. Hann vildi nakað, men tað kom tó ikki so nógv burturúr. 2 Lukasz Cieslewicz Brendi brotssparkið, sum kundi havt vent uppgerðini, men spældi sum heilt uttan kant og vilja, sum vit annars kenna hann fyri. Kanska slakasta avrikið í ár. 4 Adeshina Lawal Besti maður fyri B36. Stríddist í toppinum og gav Víkingi verjuni nakað at hugsa um, hóast hann einki mál fekk. Átti uppleggið til brotssparkið og hevði onkra roynd á mál. Góðkent. 2 Árni G. Nielsen (Inn 31.min) Ungur og óroyndur, men hevur dirvið at bjóða seg til og verða við í spælinum. B36 hevði longu mist tamarhaldið á dystinum, tá hann kom inn – og so var ikki so nógv at gera. 3 Andrias H. Eriksen (Inn 65.min) Fekk eina ótakknemiliga uppgávu á undir mannaða B36 á høgra bakki. Fekk stóru tá á í onkrum førum, men var hart kroystur mesta av tíðini. 2 Rasmus Dan Sørensen (Inn 65.min) Kom inn á vinstra vongin, men mundi verða eins ósjónligur og undangongumaðurin. Torførar arbeiðisumstøður og avrikið var har eftir. spælarameting Tróndur Arge – Gundadalur Tað eru 77 minuttir farnir av dystinum í Gundadali, tá størsta brølið kemur úr B36 húsinum hendan sunnud­ agin. Á vøllinum eru teir hepnir, at Víkingur bara er á odda 2-0. Omaná tað heila, so er Róaldur Jakobsen farin av vøllinum við heilaskjálta, Hørður Askham er utvístur og tað er um reppið, at Odmar Færø má geva skarv­ in yvir vega skaða. Tankin um, leiðslan niður til HB minkar niður í eitt stig, er ikki til at liva við. »Mál er komið í Klaksvík«, sigur vallarfrásøgumaðurin í Gundadali. Tey, sum ikki hava hoyrt tað í útvarpinum, spíla nú oyrini út. Hetta eru tíðindini, sum kunnu bjarga ella fultkomiliga oyðuleggja komandi vikuna. »Støðan er nú 1-0 til... KÍ!« Brølið er ein blanding av gleði og lætta, tí á vøll­inum er B36 so útlætið sum ongan­ tíð áður í hesum kappingar­ ár­inum. Teir eru um ein háls av álopsmaskinuni hjá Víkingi, og á vøllinum hoyr­ ast nærmast neyðarróp mill­um spælararnar, ið ikki megna at standa í móti. Brádliga tykist tapið ikki so tungt at takla, sum tað gjørdi áðrenn boðini komu úr Klaksvík. Gylti møguleikin hjá B36 Tað er ikki nógv í dystinum, tá Ransin N. Djurhuus aftaná eitt korter bríkslar fyri brots­ sparki til B36. Heimliðið tyk­ ist ikki tendrað og serliga Róaldur Jakobsen og Lukasz Cieslewicz eru langt frá tí vit kenna teir. Fyri Víking er Filip Djordjevic aftur á vong­inum, meðan U21 lands­ liðs­spælarin, Heðin Hansen situr uttanfyri, eftir sigurin á Montenegro týskvøldið. Talan er um fyrsta góða álopið hjá B36, tá brots­ sparkið verður bríkslað. Teir spæla seg úr trýstinum og fáa bóltin innfyri, har Atli Gregersen verður dømdur fyri at skumpa Róald Jakobsen í ryggin. Lukasz Cieslewicz sendir 1 til 6 (0-1) 0-2 0-1 Finnur Justinussen, 40. 0-2 Finnur Justinussen, 53. Dómari: Ransin N. Djurhuus Róaldur fekk heilaskjálta – Eg fekk ein lítlan heilaskjálta, sigur Róaldur Jakobsen, sum mátti lata seg skifta út aftaná ein hálvan tíma. – Eg slapp ikki at halda fram og tað var tað rætta avgerðin, sigur Róaldur, tá boð komu av bonkinum, at hann skuldi út, tí hann var í ørviti. B36 hevur nú tapt tveir dystir uttan at skjóta nakað mál. Tað eru gummibein at hóma, men tey eru ikki bara í B36-húsinum, tí HB tekur heldur ikki av og tí er B36 framvegis greiður FM favorittur, meðan Víkingur í løtuni er besta liðið í Føroyum í Gundadali Gummibein B36 tapt tveir dystir á rað: Jóannes Niclasen B36-fjeppari Sikken nakað elendigt avrikð dreinigir, vónandi betur næsta dyst...allir fyri ein HVíTIR.. fyrstu ferð eg eri farðin heim áðrenn síðsta brúksl... fjeppara sms