mánadagur 15. september 2014síða 29
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
29
Mánadagur 6. januar 2014 · Nr. 2
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Mánadagur 15. september 2014 · Nr. 104
ítróttur
fótbóltur
Skjótálopini hjá Víkingi
vóru á høgu stigi. Tað
var vakurt at síggja
hvussu skjótt og lætt
spælið gekk, tá menn
settu fulla ferð. Hatta
er vegurin fram í Evropa
og á landsliðnum.
At Róaldur mátti fara
út við skaða. Tað
er altíð ein fragd at
síggja hann spæla og
tað kostaði dýrt.
Víkingur í eldan aftur mikukvøldið
Víkingur skal mikukvøldið spæla móti
NSÍ í útsetta dystinum, sum skuldi verið
spældur fyrr í ár. NSÍ er somuleiðis
mótstøðuliðið hjá B36 um eina viku.
brotssparkið í stongina og
út. Sum um tað ikki var
nokk fyri B36, so mátti
Róaldur Jakobsen lata seg
útskifta stutt seinni við ein
um minni heilaskjálta, eftir
samanstoytin við Atla og
Geza Turi.
Víkingur fyri rest
So tók Víkingur annars
yvir fyri rest. Teir vunnu
miðvøllin og drønaðu annars
verjuna hjá B36 umkoll,
tá teir fóru í mótálop. Her
vóru Víkingarnir grammari
og vildu tað meiri, meðan
B36
virkaði
merkiliga
tamt.
Menn
sum
Sølvi
Vatnhamar, Hallur Hansson
og Bárður Hansen sótu á
dystinum.
B36 varð ávarað einar
tvær ferðir framanundan,
tá Víkingur fimm minuttir
fyri hálvleik legði seg á odda.
Uppspælið er gott, men lætt.
Úr høgru blívur Finnur
Justinussen leysur skorar úr
heldur spískum.
Í
seinna
hálvleiki
er
gongdin
tann
sama,
tá
Víkingur fer í mótálop. Sølvi
rennur frá verjuni og spælir
Finn Justinussen, sum lætt
og elegant trillar bóltin í
málið til 2-0. Tá so Hørður
Askham stutt seinni bleiv
útvístur, so var »game over«
fyri B36, sum nú mátti vóna,
at KÍ eisini kláraði at knúgva
HB, eins og teir knúgvaðu
B36 farna umfar.
Víkinga sløs
Víkingur sløsaði seinasta
hálva tíman og kundi havt
vunnið við fleiri málum. B36
liðið var í upploysn. Hóast
teir høvdu onkran mál
møguleika at fáa minkað um
munin, so var tað Víkingur,
sum sat á øllum. Teir bæði
kundu og skuldu havt økti
við minst tveimum.
Tað hevði tó ikki broytt so
nógv upp á samlaðu støðuna.
Víkingur best
í Føroyum
Víkingur er í løtuni besta
liðið í føroyskum fótbólti.
teir hava ikki tapt í 11 dystir,
hava vunnið á oddaliðnum,
steypafinaluna og vunnið
seg so langt víðari í Evropa,
sum einki annað føroyskt lið.
hevur megnað.
Teir hava tveitt og nógv
stig vekk tíðliga í kappingini
til at kunna kempa um FM.
Men í løtuni eru teir tað
besta liðið í Føroyar. Serliga
prógvaðu teir tað móti HB
í steypafinaluni og í gjár í
Gundadali. Um teir halda
upp á fólkið og fáa eina til
gongd ella tvær, so verður
FM eitt realistiskt mál kom
andi kappingarár.
B36 gummibein
Teir kunnu tosa uttan um
tað, sum teir vilja, men tað
eru gummibein í B36. Tveir
dystir uttan mál og uttan stig
er gummibein. Tíbetur fyri
B36, so hevur HB ikki bein
leiðis stál-bein hetta kapp
ingarárið.
B36 skal komandi umfar
spæla móti NSÍ í Runavík.
Tað tykist brádliga sum ein
nógv torførari uppgáva enn
fyri nøkrum vikum síðani.
B36 slapp við skrekkinum
í dag – men bara tí KÍ veitti
teimum eina hjálpandi hond!
trondur@sosialurin.fo
4
Geza Turi
Kann ikki lastast fyri nakað, men
hevði sum so heldur ikki so nógv at
gera. Átti einki í gjørda brotssparkinum
og tók sær annars av tí hann skuldi. Ov
lítið gera til at fáa meir
5
Bárður Hansen
Spældi framúr væl. Kom fram við í
skjótálopinum og renningin hjá honum
er við til at skapa pláss í 2-0 málinum.
Fullur av orku og sannførandi avrik á
høgra baki
3
Atli Gregersen
Stóð væl í verjustøðu, tá liðið var
í javnvág. Sterkur í tvídystunum, men
hevði trupulleikar av Lawal, tá teir
skuldu út at renna. Gjørdi brotssparkið,
tá hann skumpaði Róald í ryggin og tað
telur niður
4
Erling Jacobsen
So gott sum feilfrían dyst, har
hann vann flestu bóltarnar. Bleiv ikki
trýstur meir enn til at fáa eitt 4-tal
3
Hanus Jacobsen
(Út 87.min) Gjørdi ikki so nógv
um seg í dystinum, men greiddi sína
uppgávu. Tað kom tó minni burturúr í
vinstru síðu enn í høgru
3
Hans Jørgen Djurhuus
(Út 56.min) Miðal avrik á
verjukenda miðvøllinum. Fekk sum
altíð gult kort og royndi at steðga
uppspælinum hjá B36. Hevur fyrr gjørt
meiri um seg
4
Súni Olsen
Spælir ikki við líka nógvari orku,
sum eitt tíðarskeið fyrr í ár, men
avrikið var á góðari leið. Flytir bóltin
væl og torir at venda á miðjuni. Hevði
eisini eitt kanón fríspark, sum tó bleiv
bjargað.
5
Hallur Hansson
Helst besti spælari í føroyskum
fótbólti seinastu mánaðirnir. Hevur
orku sum fáur og er upphav til tað
mesta, sum Víkingur gera í álopsstøðu.
Lykilin til eitt møguligt FM komandi ár
5
Sølvi Vatnhamar
Legði upp til 2-0 málið og var við
í uppspælinum til 1-0 málið. Spældi
væl at kalla allan dystin, og spælir
somuleiðis við nógvari orku. Tikið seg
nógv fram síðani hann flutti heim og
ikki flýgur í millum
3
Filip Djordjevic
(Út 79.min) Klárar ikki at fylgja við
og taka sættar avgerðir, tá bæði liðini
spæla skipaðan fótbólt, men so skjótt
tað blívur órógv í, so sum útvísingin hjá
B36, so trívist hann betri. Spældi seg
akkurát upp á eitt 3-tal
5
Finnur Justinussen
(Dagsins spælari) Skoraði tvey
mál og var fleiri ferðir eisini við í
uppspælinum til Víkinga møgleikar.
Kundi havt fingið okkurt máli afturat,
men hesa ferð var nokk við tveimum
3
Heðin Hansen
(Inn 56.min) Hevði onkra góða
aktión, men var ikki so sjónligur, sum
hann hevur verið onkrar aðrar dystir.
4
Magnus Janskor
(Inn 79.min) Flott innhop við fleiri
góðum aktiónum, tá hann sleppur
framvið verjuni hjá B36. Kundi bæði
havt skorað og lagt upp um eydnan var
við honum
Sámal Jákup Joensen
(Inn 87.min) Kom inn seinastu
minuttirnar
spælarameting
Myndir: Álvur Haraldsen
B36 Tórður Thomsen ■ – Høgni Eysturoy,
Hørður Askham ■, Odmar Færø, Alex Mellemgaard –
Róaldur Jakobsen (Árni G. Nielsen, 31.min), Klæmint
Matras – Rógvi Poulsen (Rasmus Dan Sørensen,
65.min), Lukasz Cieslewicz, Hanus Thorleifsson
(Andrias H. Eriksen, 65.min) – Adeshina Lawal
Víkingur Geza Turi – Bárður Hansen, Atli Gregersen
■, Erling Jacobsen, Hanus Jacobsen ■ (Sámal Jákup
Joensen, 87.min) – Sølvi Vatnhamar, Súni Olsen,
Hans Jørgen Djurhuus ■ (Heðin Hansen, 56.min),
Filip Djordjevic(Magnus Janskor, 79.min)
– Hallur Hansson – Finnur Justinussen
1 til 6
Best er at fara úr mjørkanum í
Havn. Eg eri líka kaldur sum Geza
SMS til
3. hálvleik
Rúni Klein Joensen
Víkinga-fjeppari
Sjálvt ímóti 11 B36arum +
dómara trio megnađ vit at
spæla B36 sundur og saman
og oman á niđaravøll og niđan
á tennis vøllin. Vit áttu at
vunni 5-6 -0 men eru ikki nóg
avgjørdir frammfyri málinum hjá
Tórđur sum var dagsins mađur
í dag. Vit fara eftir HB nú, men
fyrst taka vit NSÍ mikukvøldiđ og
tađ er ikki nøkur lætt uppgáva
eftir Tennis úrslitiđ seinast í
Sarpugerđi. Innsatsurin hevur
veriđ fantastiskur seinastu
mongu umførđini. WLYV
fjeppara sms