mánadagur 15. september 2014síða 30
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mánadagur 15. september 2014 · Nr. 104
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
ítróttur
30
Gunnar trífaldur FM-vinnari
Tað var einki minni enn eitt framúrskrandi avrik hjá vetaraninum Gunnari Dahl Olsen,
sum í síðstu viku og um vikuskiftið smurdi alla mótstøðu av í FM í súkkling. Hann vann
allar tríggjar kappingarnar – landavegsúkkling, einkultstart og býarkoyring.
Pætur Albinus
Fyrsta kapping var á skránni hós
kvøldið í síðstu viku, tá ið tað snúði
seg um landavegskoyring. Teinurin
var áljóðandi 100 kilometrar. Fyrst
varð koyrt tvær ferðir runt Oyggj
arvegin, tað fevndi um Plantu
søluna við Hvítanesvegin, Kald
bakstunnilin, Kollfjarðadal, Oyggj
arvegin, Ringvegin og so Hvítanes
vegin. Síðani varð koyrt tvær ferðir
við Plantusøluna, rundkoyringina
við Føroyar Tele, rundkoyringina
við Svimjihøllina og rundkoyring
ina við Skansan. Bæði startur og
mál var við Plantusøluna.
16 luttakarar vóru til byrjanina,
og væntað var, at Gunnar Dahl Ol
sen og Guðmundur Joensen fór at
kappast um sigurin í opna bólk
inum. Veteranurin Gunnar við
æviga góða forminum ímóti triath
lon-stjørnuni Guðmundi Joensen
var ikki ein innanhýsis dystur at
forsmáa, nú Torkil Veyhe ikki lut
tók vegna lesturin í Danmark.
Veteranurin á odda
Teir, sum súkklaðu longra teinin,
sum altso var 100 kilometrar, fylgd
ust til beint eftir rundkoyringina í
Kollfjarðadal í øðrum umfari. Tá
fór Gunnar nakað frá hinum, með
an Guðmundur Joensen, Sigmund
Olsson og Hilmar Hansen vóru
aftaná honum. Sigmund og Hilm
ar arbeiddu tó ikki serliga nógv
saman við Guðmundi, og Guð
mundur gjørdi av at súkkla fram
til Gunnar. Teir báðir fremstu –
báðir favorittarnir, um ein so kann
siga – fylgdust niðan ímóti Hunds
arabotni, og tá ið komið varð niðan
á slætt, fór Gunnar frá Guðmundi.
Gunnar økti fjarstøðuna og upp
á eina lítla løtu var hann eini 15 ella
16 sekund frammanfyri Guðmund,
sum uttan úrslit royndi at fáa
Gunnar aftur, og tá ið komið var
við Kleynisvarða var ein minuttur
ímillum teir báðar.
Í undanbrekkuni súkklaði Gunn
ar ógvuliga skjótt og á teininum
frá Hvítanesvegin og oman til
rundkoyringina við Skansan økti
Gunnar munandi og vann við tíðini
3:03:30, meðan Guðmundur kom á
mál góðar seks minuttir seinni við
tíðini 3:09:17.
Hilmar Hansen, sum koyrdi frá
Sigmundi Olsson í svinginum niðan
úr Kollfjarðadali, fekk triðja pláss
ið við tíðini 3:15:20. Hilmar, sum er
ein ungur fjallasúkklari av Nesi
í Eysturoynni, var helst sólskins
søgan henda dagin saman við vete
raninum, Gunnar Dahl Olsen.
Konufólk, unglingar og motión
istar súkklaðu ein styttri tein, sum
var 65 kilometrar. Hjá konufólk
unum var Elsa Berg einasti luttak
arin. Teitur Thorleifsson vann hjá
unglingunum, Hanus Debes Joen
sen hjá motiónistum hjá monnum
og Anida Johannesen hjá motión
istum hjá kvinnum.
Einkultstartur
Dagin eftir landavegskoyringina,
tvs. fríggjadagin, var einkultstartur
á skránni. Teinur áljóðandi 40 kilo
metrar, har ein og ein skuldi súkkla
eftir bestu tíðini. Teinurin hjá
unglingum, kvinnum og motión
istum var styttri. Hann var 20 kilo
metrar.
Súkklað varð úr Hósvík til rund
koyringina við Streymin, Svínáir,
Ljósáir og síðani heim aftur. Tann
styttri teinurin var úr Hósvík, til
rundkoyringina við Streymin og
heimaftur.
Hjá monnunum hevði vete
ranurin Gunnar Dahl Olsen, sum í
næstum verður 50 ár, fingið frálíka
byrjan upp á FM-kappingina við
at
vinna
landavegsúkklingina.
Enn einaferð var tað Guðmundur
Joensen, sum var ein hin argasti
kappingarneytin, men á einkult
startinum skuldi sanniliga eisini
haldast eyga við tann unga Jóanis
Albert Nielsen, sum er ein brandur
í hesi greinini.
Gunnar hevði tey bestu beinini
aftur henda seinna dagin, og hann
snøgt sagt hølvaði kappingarneyt
arnar av við tíðini 56:44. Honum
á baki var tað Jóanis Albert, sum
knógvaði triathlon-stjørnuni Guð
mundi við 1:00:05 aftuímóti 1:00:12
hjá Guðmundi.
Í hinum bólkunum var støðan
lík teirri dagin fyri: Elsa Berg var
einasti luttakari hjá kvinnum, Teit
ur knógvaði bróðurinum Tóra hjá
unglingum, meðan Sverri Mohr
Edvinsson hesaferð var bestur hjá
motiónistunum.
Hattrikk
Leygardagin var so seinasta greinin
í røðini á skránni. Tá snúði tað seg
nevniliga um býarkoyring. Talan
var um ein tein, ið vardi 45 minuttir,
og varð koyrdur á Akranesgøtu,
Millum Horna, Velbastaðvegnum
og Marknagilsvegnum.
Spenningurin í kappingini var
uttan iva, um tað mundi fara at
eydnast Gunnari Dahl Olsen at
fáa hattrikkið í hús, ella um tað
skuldi eydnast Guðmundi Joensen
at sleppa ovast á sigursskammilin.
Úrslitið gjørdist, at Gunnar eisini
vann hesa greinina, og tískil setti
hann punktum á eitt framúrskar
andi avrik, har hann fekk hattrikk
við at vinna landavegsúkklingina,
einkultstartin og býarkoyringina.
albinus@sosialurin.fo
Landavegsúkkling
Menn
1. Gunnar Dahl Olsen 3:03:30
2. Guðmundur Joensen 3:09:17
3. Hilmar Hansen 3:15:20
Kvinnur
1. Elsa Berg 2:03:10
Unglingar
1. Teitur Thorleifsson 2:18:25
2: Tóri Thorleifsson 2:22:00
Motiónistar
1. Hanus Debes Joensen 1:59:30
2. Høgni Øster 2:00:53
3. Evald Rasmussen 2:13:30
Einkultstartur
Menn
1. Gunnar Dahl Olsen 56:44
2. Jóanis Albert Nielsen 1:00:05
3. Guðmundur Joensen 1:01:12
Kvinnur
1. Elsa Berg 43:45
Unglingar
1. Teitur Thorleifsson 46:37
2. Tóri Thorleifsson 48:10
Motiónistar
1. Sverri Mohr Edvinsson 38:44
2. Hanus Debes Joensen 41:17
Kvinnur
1. Elsa Berg
Býarkoyring
Menn
1. Gunnar Dahl Olsen
2. Gudmundur Joensen
3. Sigmund Olsson
Motiónistar
1. Hanus Debes Joensen
2. Høgni Øster
3. Evald Rasmussen
Unglingar
1. Tóri Thorleifsson
2. Teitur Thorleifsson
Mynd: Álvur Haraldsen
súkkling