Sosialurinarkiv
Sosialurin 2014-09-15, síða 31
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 15. september 2014síða 31

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

31 Mánadagur 6. januar 2014 · Nr. 2 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Mánadagur 15. september 2014 · Nr. 104 ítróttur K leyvarskapur í landsliðsarbeiði og eyka- millión frá UEFA góvu uttan iva reyð oyru í FSF-húsinum í vikuni, sum fór. Tilveran sum klummuskribentur kann vera heldur skiftandi. Onkrar tíðir er trupult at finna okkurt evni, sum kann brúkast til at prika við, meðan evnini mest sum geva seg sjálvi til aðrar tíðir. Í so máta var farna vikan sum átøk jólaaftan, og vóru eiga-millimetrarnir fleiri, kundu fleiri síður helst verið skrivaðar, nú reyð oyru gera um seg onkra staðni í FSF-bygninginum. Stuttligt hevði verið at roynt sum seg sum fluga innanveggja í FSF-húsinum, tá boð komu av Flatlondum um, at hjálparvenjarin hjá kvinnu­ lands­liðnum ikki slapp við flogfarinum til Bretland. Umberingar trutu ikki, tá bukkurin skuldi burtur­ forklárast. Men heilt erligt. Millum mongu starvs­ fólkini, sum eru knýtt at FSF, mátti onkur klokka for ólukkan ringt við boðum um, at ikki-ES-borgarar skulu hava visum, tá ferðast verður til Stórabretland, nú tað í fleiri mánaðir hevur verið greitt, hvat leiðin hjá kvinnulandsliðnum gekk. Seinna settið av reyðum oyrum hoyrir ikki heima í fyrisitingini, men ístaðin hjá evstavaldinum í fótbólts­heiminum, sum dómstólarnir hjá FSF jú eru. Tað kann helst tykjast nyttuleyst og meinfýsið runukast, tá pilkað verður í gomlum sárum. Men tað nertir ikki veruleikan, at einasta orsøkin til, at eingin ítróttarlig revsing varð avleidd av helst størstu gøluni í føroyskari fótbóltssøgu, var blandingin av ábyrgdarfráskriving og pissa-longst-kapping, sum fór fram millum Aganevnd og Loyvisnevnd á sinni. Hvør ein slík revsing vildi verið, kann sjálvandi bert gitast um. Men so typiskt fyri Føroyar, so fekk atgerðar­loysið í fótbóltsdómstólunum ongar avleið­ ingar. Har sita fólk framvegis líka væl, og haðani kunnu tey síggja, hvussu eyka-puljan frá Financial FairPlay-pottinum hjá UEFA varð býtt á hesum sinni. Reyð oyru við Tórsvøll Ítróttar klumman Jákup Mørk ■ Næsta dyst skal sløkkiliðið verða til dystin hjá HB, teir brenna alt ov nógv ( KÍ - HB ) Besta sms'ið í Triða Hálvleiki hjá Rás2: ítróttur ítróttartoymið Tróndur Arge Hilmar Jan Hansen Heri Simonsen Jóannes Hansen Pætur Albinus Álvur Haraldsen André Olsen Teitur Joensen Pætur E. Jensen Um vikuskiftið gjørdist greitt, at MB komandi kappingarár aftur verður partur av næstfremstu føroysku fótbóltsdeildini Mynd: Álvur Haraldsen MB er flutt upp Sonni Ragnar vann á Viljormi André Olsen Fyri miðvingar er talan um eina sólskinssøgu, tí fyri tveimum árum síðani leikti besta liðið hjá MB í 3.deild. Men síðani fyrrverandi mál­revurin Súni Fríði Barbá fyri gott og væl trimum árum síðani tók yvir sum venjari í MB, hevur gingið støðugt framá, og krúnan á verkinum er nú tann, at felagið hevur tryggjað sær uppflyting til næstbestu deildina komandi kappingarár. Hóast MB longu hevur tryggjað sær uppflytingina, so eru tað tó framvegis tríggir dystir eftir at leika í 2. deild. Hini liðini, ið kappast um uppflyting eru B71 og Giza/Hoyvík. Har má B71 tó met­ast sum ein favorittur, tí árstals­felagið á Sandi er 4 stig frammanfyri Giza/ Hoyvík. Føroyska kvinnulandsliðið tapti stórt Úrslitið gjødist 9-0 til skotsku kvinnurnar. Komandi dystur verður longu komandi mikudag, tá Norðurírland tekur ímóti á Mourneview Park í Lurgan. Fyrr í ár spældu Føroyar og Norðurírland málleysan javnleik á Tórsvølli. www.ab.fo: Vit mugu bara viðurkenna, at vit spæla væl, men vit kenna ikki okkara vitjunartíð. www.b36.fo: Eitt misnýtt brotsspark, skaða til lyklaspælara og býttisligt reytt kort. Stutt sagt var tað ikki okkara dagur www.hb.fo: Hóast greiða leikliga yvirvág og eitt hav av møguleikum, har vit eisini høvdu bóltin tvær ferðir í KÍ-málinum, vóru vertirnir neyvari, tá á stóð, og nápaðu alt. www.nordlysid.fo: Havnin megnar hvørki at fáa stig ella mál móti KÍ, sum í dag gjørdi slætt borð móti teimum báðum ovastu liðunum úr høvuðsstaðnum hesi bæði seinastu umførini. www.vikingur.fo: Vit vunnu ein ruddiligan sigur, ið kundi verið nógv, nógv størri. Harmuligt, at vit ikki fingu betri byrjan á kappingina, tí í løtuni eiga vit besta liðið í kappingini. Heimasíðurnar skriva: Ein føroysk uppgerð hevur í dag verið í næstbestu donsku deildini. AC Horsens, ið hevði Sonna Ragnar Natte­stad í miðverjuni allan dystin, vann á heimavølli 3-0 móti Vejle Boldklub, ið hevði føroyska landsliðsleikaran Viljorm Davidsen á vinstra bakki allan dystin. Við sigrinum er AC Horsens nú á einum fimta pláss­ið í næstbestu donsku deild­ini. Vejle Boldklub hevur hinvegin ikki fingið bestu byrjanina uppá kapp­ ing­ina, og liggja tí á ein­um níggjunda plássið í næst­ bestu donsku deildini. andre@sosialurin.fo