Sosialurinarkiv
Sosialurin 2014-09-16, síða 8
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 16. september 2014síða 8

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mikudagur 17. september 2014 · Nr. 105 8 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Tjóðveldi Jón Brian Hvidtfeldt Tað var ein vælupplagdur for­mað­ur í Tjóðveldi, sum mána­morg­un­in legði fram úr­slit­ið av tí meira enn tvey ára drúgva arbeiði, ið flokkurin hevur verið ígjøgn­um. At stuðla sær hevði Høgni Hoydal samlaðu ting­mann­ing floksins, ið við síðsta løgtingsval tódnaði úr átta niður í seks tinglimir. Orsøkin til stóru aft­ ur­gongd­ina hjá Tjóðveldi verð­ur mangan tulkað sum ein av­leið­ing av sonevndu ”Makr­el­sam­gong­uni”, har Tjóð­veldi eitt stutt skifti á sumri 2011 fór inn og stuðl­ aði samgonguni hjá Kaj Leo Holm Johannesen, ið var kom­in í minniluta eftir at Fólka­flokk­urin gjørdist for­ tíð í ABC. Á tíðindafundinum mána­ dag­in endurtók formaðurin í Tjóðveldi, at eftir hansara tykki var politiska summarið 2011 eitt frambrot og ein spenn­andi tíð í føroyskum poli­tikki. Høgni Hoydal sip­ aði til møguleikan at gera breið­ar semjur og forða blok­er­andi minnilutum í at steðga málum. – Tað er okkara mál at gera breiðar, politiskar semj­ ur um stóru málini. Lang­ tíð­ar­semj­ur, ið kunnu lyfta før­oysk­an politikk upp á eitt heilt annað støði, sigur Høgni Hoydal, sum tykist sjón­liga svangur eftir at koma í samgongu. – Vit fara tó ikki í sam­ gongu fyri einhvønn prís. Eitt samgongusamstarv merk­ir, at vit fáa neyvan all­ an okkara politikk ígjøgnum. Men vit fara so ikki at ganga ímóti tí, sum flokkurin stend­ ur fyri, sigur Høgni Hoydal við nýprentaða bóklinginum í hondini. Síðstu árini í andstøðu hev­ur flokkurin millum ann­ að brúkt til at end­ur­skoða síni stevnumið. Av­bjóð­ingin var at orða ein dag­førdan poli­tikk, sum bæði er trú­ fast­ur móti stevnu floks­ins frá 1948 og sam­stund­is hevur ítøkilig boð uppá dagsins politikk. Úr­slit­ið er ein bóklingur á 60 síður, sum út í æsir lýsir stevnumið floks­ins. Sum skilst á formanni og ting­manning floksins kom arb­eið­ið við bóklinginum út í hvønn krók í landinum, har Tjóðveldi er umboðað. Tað hevur verið diskuterað, skriv­að, lagt afturat og stytt, áðrenn endaliga út­gáv­an varð samtykt á eyka­floks­ tingi í mai. Eftir rættlestur, upp­set­ing og prent var bók­ ling­ur­in um dagarnar klár­ur at almannakunngera, men journalistisku og pol­it­isku royndirnar hjá Høgna Hoydal hava óivað hild­ið honum frá at kalla til tíð­inda­fund ein sunnudag. Tí bleiv framløgan dagin eftir dag­in. – Takk fyri at tit tímdu at koma. Tað eru vit sera glað fyri, segði Hoydal við hvønn ein­stak­an av lutfalsliga mongu tíð­inda­fólk­un­um, ið tóku av inn­bjóð­ing­ini og møttu til tíð­inda­fund hjá Tjóð­veldi 15. september. – Vit skulu aftur til røt­ ur­nar, segði Høgni Hoydal og byrjaði at lesa burtur úr stevnu floksins frá stovn­ ing­ar­fundinum 22. & 23. mai í 1948. – Men úr teimum skulu spretta nýggir kvistar og blóm­ur, skundaði hann sær at leggja afturat, meðan po­ wer­point framløgan við dag­ førdu stevnumiðunum varð gjørd klár til fráferð. Punkt fyri punkt gekk for­mað­urin ígjøgnum orð­ aða politikkin. Frá tjóð­veld­ is­hug­sjónini, har flokkurin bind­ur seg til at viga allan sín politikk á eini sonevndari ”hug­sjónarligari vágskál”, til síðsta kapittlið, har flokk­ ur­in undir yvirskriftini ”vit byggja land” vil verja sam­ leika, mál og mentan, sam­ stund­is sum virkast skal fyri menn­ing og integrasjón tjóð­ ini til gagns. Harímillum eru kapitlar um búskaparpolitikk, vinnu­ poli­tikk, vælferðarpolitikk, út­búgv­ing­ar­poli­tikk, ment­ an­ar­poli­tikk, nátt­úru- og um­ hvørv­is­poli­tikk, øk­is­menn­ ing­ar- og sam­ferðslu­poli­tikk og utt­an­rík­is­poli­tikk. – Vit kunnu nú vísa á greið­an politikk á at kalla øll­ um økjum, sigur Høgni Hoy­ dal, sum er klárur at fara til val við einari styttari og PR- smurd­ari versjón av somu út­gávu. Í einum valstríði er av­ bjóð­ingin sum kunnugt at selja boðskapin. Sjálvberandi Bóklingurin gevur greitt til kenn­ar, at Tjóðveldi hev­ur ikki mist vónina um eina før­oyska grund­lóg, hó­ast tað grund­lóg­ar- og stjórn­ar­skip­ an­ar­arb­eiði, ið byrjaði fyri 15 ár­um síð­ani, tykist stein­ deytt. Sam­bært Tjóðveldi oyði­legði partapolitiskt stríð tað arbeiðið. Í staðin skjýtur Tjóðveldi upp at brúka ein fólkavaldan tjóð­fund sum amboð at smíða eitt endaligt uppskot til føroyska grundlóg, sum síð­ani kann leggjast út til eina bindandi fólkaatkvøðu. – Tað vil eftir okkara tykki forða fyri partapolitikki, sig­ ur formaðurin í Tjóðveldi, ið ætl­ar sær til val upp á ”skip­ aða loysing” eftir tjóð­fund­ar­ leið­ini. Undir búskapar- og fíggj­ar­poli­tikk­in­um hevur Tjóð­veldi sítt boð uppá sjálv­ber­andi búskapin. Rík­ is­veit­ing­in úr Danmark skal stigvíst tak­ast úr før­oyska búskapinum. So hvørt sum inntøkur lands­ins vaksa, skal helvtin av vøkstr­in­um brúk­ast til at minka rík­is­ veit­ing­ina. Tað við, sam­bært Tjóð­veldi, gera fíggj­ar­lógina leysa av rík­is­veit­ing­ini eftir seks til átta árum. Búskapargrunnurin og ein føroyskur tjóðbanki skulu sambært flokkinum vera høvuðsamboð til at stýra føroyska búskapinum fram ímóti at gerast sjálv­ ber­andi. Í dagførdu stevnu­mið­ un­um heldur Tjóðveldi fast um, at fiskiríkidømið skal handfarast øðrvísi enn ídag. Flokkurin sigur bein­leið­is, at ”far­ið verður frá pol­it­iskari út­lut­ing av fiski­rætt­ind­um, ið síðan verða keypt og seld á privata markn­að­in­um, til eina al­menna markn­að­ar­ skip­an, har veiði­rætt­indi, tað vil siga fiski­dag­ar og kvot­ur, verða al­ment boðin út sum brúks­loyvi í ávísa tíð á ein­um gjøgn­um­skygd­ um markn­aði.” Rætt­ind­ini skulu sam­bært Tjóð­veldi síð­ani fella aft­ur til land­ ið, ið tá kann bjóða tey út av nýggjum. Somu­leið­is vil flokk­urin hava eina ”anti­ trust” lóggávu, ið skal forða fyri ov stórari mið­savn­an í fiski­vinn­uni. Semja og tó Á tíðindafundinum á Gamla Apoteki mánadagin royndi Høgni Hoydal at sann­føra um, at flokkurin stend­ur sam­an um dag­førdu sjón­ ar­mið­ini. Floks­for­mað­ur­in vísti til drúgva arbeiðið úti í ”floks­app­ar­at­inum”, sum bæði er viðgjørt á flokstingi og sam­tykt á eyka­flokstingi. – Hetta er tað, sum vit í Tjóð­veldi standa fyri, segði Høgni Hoydal, áðrenn hann kom við tí í føroyskum poli­ tikki klassiska setninginum: – Tað stendur tó fram­veg­ is tinglimum frítt at atkvøða Nýggjur bóklingur við dagførdum stevnumiðum skal føra Tjóðveldi nærri valdinum eftir politiska oyðimarkargongd í andstøðu. Men myturnar frá 1946 spøkja enn Høgni klárur til val Hugsjónarliga vágskálin varð tikin fram á tíðindafundi hjá Tjóðveldi mánadagin. Flokkurin vil støðugt viga síni politisku mál og ítøkiligu avgerðir á hesi vágskál