Sosialurinarkiv
Sosialurin 2014-09-16, síða 9
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 16. september 2014síða 9

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

9 Mikudagur 15. september 2014 · Nr. 104 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Tjóðveldi eft­ir egnu sannføring í et­isk­ um málum. Tann støðan kann gerast heit fyri Tjóðveldi, sum í dag­ førdu stevnumiðunum sigur at ”rætturin hjá samkyndum at verða borgarliga gift verð­ ur staðfestur.” Høgni Hoydal svarar eitt sindur kryptiskt, tá hann verður spurd­ur um ein ting­ limur fyri Tjóðveldi við dag­ førdu og sam­tyktu stevnu­ mið­un­um hev­ur loyvi til at at­kvøða ímóti at sam­kynd kunnu gift­ast borg­ar­liga. – Tjóðveldi byggir á javn­ støðu mill­um tjóð­ir og mill­um fólk, og tí er hetta floks­ins poli­tikk­ur. Men vit siga eis­ini, at fólk kunnu hava eina øðr­vísi hugs­an. Sam­tykt­in merk­ir tí eis­ini, at eing­in kann nakran­tíð noyða eitt tjóð­veld­is­fólk at at­kvøða ímóti einum tílíkum upp­skoti, óansæð um tú ert í sam­gongu ella ikki. Tað vend­ir báð­ar veg­ir. Tí sleppa vit undan støð­ um, har blokerandi minni­ lut­ar kunnu forða fyri at tílík mál verða viðgjørd. Og tað er eitt týdningarmikið stig, sig­ ur Høgni Hoydal. Tjóðveldi var seinast í sam­gongu frá februar til sept­emb­er í 2008. Sam­starv­ ið við Mið­flokkin í tí CHE- sam­gong­uni legði lok á við­ gerð­ina av so­nevndu et­isku mál­unum. – Vit mugu burtur frá tí støðuni, har man er pol­it­ iskt samdur um ikki at við­ gera mál. Tingfólk mugu standa frítt at viðgera øll mál, óansæð um tú ert í sam­ gongu ella andstøðu. Vit vita, at tað skapar ósemjur, men samstundis flytir tað før­ oysk­an politikk sera langt, sig­ur Høgni Hoydal ídag. Mytan Fleiri ferðir á tíð­inda­fund­in­ um á Gamla Apoteki mána­ dag­in 15. september 2014 leitar Høgni Hoydal aft­ur til stevnu floksins frá 22. & 23. mai 1948. Sjónliga hug­ tik­in lesur hann burtur úr stevn­uni, ið er orðarætt end­ ur­prentað í nýggja bók­ling­ in­um. – Jú, Tjóðveldi stríðist fram­vegis við mytur um fólka­at­kvøð­una í 1946 og tað, sum hendi tá. Vit verða møtt av fólki, sum siga at vit standa bara og rópa upp um loys­ing, sigur Høgni Hoydal og heldur fram: – Flokkurin hevur sína søgu og byggir á sína stevnu frá 1948. Tað er tí at eg sigi, at vit skulu aftur til røt­ur­nar. Men samstundis kunnu vit nú vísa á ein dag­førd­an poli­ tikk á nærum øll­um økj­um, ið samanlagt kann gera okk­ um til eina sjálv­ber­andi tjóð. Kaldi, politiski veruleikin hjá formanninum vísir sam­stund­is eina mynd av einum flokki, sum ikki hev­ ur verið í samgongu síð­ani 2003. Einastu und­an­tøk­ ini frá 11 ára oyði­mark­ar­ gongdini eru átta mán­að­ir í CHE-samgongu í 2008 og eitt summar sum sam­starvs­ flokk­ur hjá BC-samgonguni, ið tá var komin í minniluta. Myndin provokerar. – Sambandsflokkurin kann upp­fylla sína egnu pro­ feti. Fara í stjórn og prógva at vit før­oy­ing­ar duga ikki at stýra land­inum­, ljóðar skot­ið frá Hoy­dal móti flokk­in­um, ið hev­ur sit­ið í sam­gongu líka so leingi sum Tjóð­veldi hev­ur sit­ið í and­støðu farnu 11 ár­ini. Verandi valskeiðið hava and­støðuflokkarnir roynt at samstarva, og sambært Høgna Hoydal eru hesir fýra flokkar í løtuni besta alt­erna­ tiv­ið til sitandi samgongu: – Sum politiska landslagið sær út í løtuni er besta al­ terna­tivi­ð, at verandi and­ støðu­flokk­ar finna saman, sig­ur Høgni Hoydal. Tjóðveldi, Javn­að­ar­flokk­ ur­in, Framsókn og Sjálv­ stýr­is­flokk­ur­in hava í dag 13 tinglimir tilsamans, með­an sam­gong­an mill­um Sam­ bands­flokk­in, Fólka­flokk­in og Miðflokkin eigur 20 ting­ lim­ir. Meðan formaðurin í Tjóð­ veldi enn einaferð royn­ir at styrkja felags stev­ið mill­um teir fýra and­støðu­flokk­ar­ nar, so hevur for­mað­urin í Javn­að­ar­flokk­in­um hig­ ar­til ikki viljað tikið dag­ ar í millum Tjóðveldi og Sam­bands­flokk­in, tá hann er spurd­ur um sam­gongu­ møgu­leik­ar eftir komandi løg­tings­val, sum verður hild­ ið í seinasta lagi í oktober næsta ár. – Vit skulu aftur til røturnar, men úr teimum skulu spretta nýggir kvistar og blómur segði Høgni Hoydal, tá hann mánadagin legði fram dagførd stevnumið, ið skulu føra flokkin inn aftur í politiska hitan eftir oyðimarkargongd í andstøðu Tjóðveldi gevur út bóklingin ”Frælst fólk í frælsum landi”, ið er ein dagføring av stevnu­mið­um floksins. Bóklingurin er úrslit av arbeiði í pol­it­iska baklandi floksins síðstu tvey árini og skal vera grundarlagið undir øllum politikki floks­ins næstu árini. Í bóklinginum er ein røð av ítøki­lig­um politiskum ætlanum, sum Tjóðveldi sigur seg vilja fremja næstu árini. Vit hava valt nøk­ur burtur úr rúgvuni: • Grundlóg Føroya verður løgd til almenna viðgerð og til fólkaatvøðu. Hetta verður gjørt eftir tjóð­fund­ar­leiðini • Heildarveitingin úr Danmark verður sett í Bú­skap­ar­grunn Føroya, og umvegis grunnin verður hon stigvíst minkað burtur. • Samráðingar verða framdar við donsku stjórnina um framtíðar samstarv millum tvær javnsettar tjóð­ir sambært altjóða fólkarætti. Fráboðan til altjóða samfelagið um, at Føroyar verða skip­að­ar sum sjálvstøðug tjóð, verður løgd til fólka­at­kvøðu í Føroyum. • Rætturin og skyldan hjá starvsfólki at gera vart við óreglusemi í fyrisitingini verður ásettur við lóg. • Tjóðbanki Føroya verður stovnaður og skal tryggja óhefta umsiting av landsins ognum og skuld, gera tjóðarbúskapargreiningar og hava tjóð­ar­bú­skap­arligt eftirlit. • Alment útboð og marknaðargrundað brúks­ gjøld skulu tryggja javna kapping, støðugar vinnu­karm­ar og inntøkur til landið av nátt­úru­ til­feing­in­um • KT-kervið hjá peningastovnum skal flytast aft­ur til Føroya sum týðandi partur av KT-in­ fra­kerv­inum og grundarlag undir menning av vinnuni • Útlendskur ognarskapur eigur ongan rætt í før­oyska veiðiliðnum. Bert fyritøkur og ein­ stakl­ing­ar, ið hava heimsstað í Føroyum og eru fult skatt­skyldug í Føroyum, kunnu taka lut og bjóða seg fram at gaggnýta føroysk fiskirættindi • Farið verður frá politiskari útluting av fiski­ rætt­indum, ið síðan verða keypt og seld á privata marknaðinum, til eina almenna markn­að­ar­skipan, har veiðirættindi, tvs. fiskidagar og kvot­ur, verða alment boðin út sum brúksloyvi í ávísa tíð á einum gjøgnumskygdum marknaði • Ein tónleika-, films, lista- og sniðgevaraháskúli verð­ur settur á stovn • Lóggeva ímóti allari sosialari dumping og tryggja, at allir sáttmálar á føroyska arb­eiðs­ markn­að­inum verða hildnir á øllum fakøkjum. • Serlig átøk skulu gerast fyri samfelagsbólkar, sum eru í fátækraváða – eitt nú stakar uppi­hald­ar­ar og pensjónistar, sum bert hava fólkapensjón og Samhaldsfasta at dúva uppá • Har samferðsluviðurskiftini loyva tí, eiga funkti­ón­ir í heilsuverkinum at vera savnaðar soleiðis, at ávísar uppgávur verða loystar á einum stað, har tað við fyrimuni ber til • Samhaldsfasti Eftirlønargrunnurin verður bulurin í nýggju samhaldsføstu fólkapensjónini • Fólkaskúlalógin skal endurskoðast og seta meira yv­ir­skip­að mál. Heldur enn sterka miðstýring skulu skúlar, skúlaleiðarar og lærarar hava størri frælsi og ábyrgd at menna skúlarnar og útinna høv­uðs­málini í fólkaskúlalógini á fjølbroyttan hátt • Játtanir til mentan og list verða munandi øktar, har­ímill­um játtanir til týðaragrunn, miðlagrunn, films­grunn umframt til royndarverkætlanir og ný­hugs­andi verkætlanir • Til smábygdir, sum hava tørv á smærri tunlum, keyp­ir landið ein borivogn og hevur eitt borilið, sum við fastari játtan støðugt kann arbeiða við at bora hesar tunlar: Til Dals, Fámjins, Gjáar og Tjørnu­víkar • Føroyar gerast limur í EFTA og eini EBS- líknandi skip­an og á tann hátt fáa skipaða atgongd til ES-markn­aðin og til útbúgvingar-, granskingar, og mentanarsamstarvið í Evropasamveldinum. Før­oy­ar fáa við EFTA-limaskapi atgongd til eina røð av fríhandilssáttmálum millum EFTA og meira enn 50 lond kring heimin • Rætturin hjá samkyndum at verða borgarliga gift verður staðfestur • Tryggja tinglimum og umboðum floksins rætt­in at taka støðu og atkvøða eftir síni egnu sann­før­ing í etiskum málum • Valaldurin verður lækkaður niður í 16 ár Fakta