týsdagur 16. september 2014síða 10
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mikudagur 17. september 2014 · Nr. 105
10
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Hin trettanda juli 2014 ein
tungur og ein minnist ríkur
dagur.
Hendan dag fari eg seint
at gloyma, eg var til arbeiðis
á Ellisheiminum, var og tos
aði við pápa beint áðrenn eg
fór heim henda sama dag, eg
visti av at pápi var sjúkur,
men at hetta var tann síðsta
løtan vit kundu tosað saman
kundi eg ikki goyma inni í
mær sjálvum, eg vildi eiga
mín pápa.
Eitt sindur út á seinra
partin tá tú systur ringir til
mín, eg visti hvaðar leiðin
gekk, heim til himmals til
okkaru kæru mammu.
Pápi! Tú vart ein pápi fyri
okkum tríggjar systrarnar,
tú hevði okkum við tær
allastaðni hvar tú fórt, velta
eplir ella aftur um heystið at
taka eplir upp. Alt fyrifallandi
arbeiði vildi tú hava okkum
við, men drongurin í hesum
arbeiði mundi mangan vera
eg sjálv. Eg var góð við pápa
eg livdi saman við honum, eg
var altíð til at taka, at hjálpa
har, ið á stóð.
Pápi var komin upp í ein
høgan aldur, og sum hann
mangan tók til nú eru mínir
dagar taldir, eg havi liva eitt
gott lív, havið verið raskur
at arbeiða bæði á sjógv og á
landi.
Pápi var brotin úr ein
um kristnum heimi, hann
røkti síni áhugamál til lítar,
hann var virkin í missións
arbeiðinum mest sum alla
sína tíð, hann var væl avhildin
sum organistur í Sørvágs
Kirkju. Í missiónshúsinum
Libanon var Edvin tann sum
átti at vera við, uttan hann
kundi
streingjakóri
ikki
syngja, trúfastur sum altíð
og við sínum góðum gávum.
Tað bleiv sagt í skemtiligum
orðum, floyta bara í oyrðini á
honum so dugir hann sang
in.
Edvin
varð
sjómaður
sum ungur maður, silgdi
bæði við týskum trolarum
við eingilsmonnum og tó
mest við føroyskum skipum.
Eftir sjólívið legðist hann
upp á land at arbeiða, hann
starvaðist hjá N. Niclasen
timbur
og
handilsvirkið
í nógv ár alt fyrifallandi
arbeiði tó mest sum lastbil
sjafør, hann starvaðist eisini
hjá Landsverki í nøkur ár til
um pensiónsaldur.
Eftir eitt langt arbeiðslív
og vorðin pensionist hevði
Edvin góðan hug til at
fara á flot, eisini bleiv ofta
heitt á hann við fríviligum
arbeiðsmegi sum t. d uppi í
misiónshúsinum at taka eina
hond í ella onkra aðrastaðni
so var hann altíð tilreiðar.
Edvin var verfaðir mín
hann var góður at koma
saman við, hann var altíð
til reiðar at hjálpa, saman
við Astrid kundi alt lata seg
gera, hon var drongurin hjá
honum.
Edvin hevði bæði abba
børn og langabbabørn hann
var góður við síni børn og tey
vóru góð við hann.
Eisini áttu tit eina góða
mammu, eg var altíð góður
við mammu tykkara, hon
var sjúk, men vísti ikki at
hon var tað.
Saman við tykkum fari eg
at minnast tykkara foreldur,
míni verforeldur tykkara
mammu og pápa - ommu –
abba og langabbabørn.
Vilja vit við hesum orðum
minnast okkara foreldur og
verforeldur.
Estrid Thomassen
Edvin Thomassen
Við Sálma
Gakk tú tryggur fram við
góðum treysti,
Allir ljósir einglar fylgja tær.
Harrin, hann er vinur tín
hin besti ,
Hansar eyga allar vandar
sær.
Friður verið við tykkum
Astrid og John Ziska
v/ familju
Minningarorð um
Edvin Thomassen
f. 22. august 1922 d. 13. juli 2014