Sosialurinarkiv
Sosialurin 2014-09-16, síða 12
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 16. september 2014síða 12

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mikudagur 17. september 2014 · Nr. 105 12 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Vilmund Jacobsen Tað er Ólavur í Geil, ið er samskipari aftan fyri fólka­ fund­in, sum verður fríggja­ dag­in og leygardagin, 19. og 20. september. Hetta er triðja tiltak í røðini av hesum slag. Hitt fyrsta var í Hoyvík í 2012, næsta í Klaksvík í 2013 - og hesa­ferð verður fólka­fund­ ur­in hildin undir bestu um­ støð­um í ítróttar-og fim­lei­k­ ar­høll­ini í Runavík. Ólavur er 33 ára gamal, fødd­ur og uppvaksin í Klaks­ vík og búsitandi í Havn. Á fimm­ta ári eigur og rekur hann sítt egna firma, Sp/f Ad­vent Events Management. Hann hevur eina bachelor­út­búgving í tí, sum rópt verður event manage­ ment, og síðan hann kom heim til Føroya og byrjaði at ar­beiða sum samskipari av ymisk­um tiltøkum, eru hesi vorð­in eini fimmti í tali, bæði í Før­oyum og uttanlands. - Eg havi leystliga talt og eri komin eftir, at út við 15.000 fólk hava verið til hesi tiltøk, og tá er tiltakið á ólav­ søku, ið eg tók mær av fyri Tórs­havn­ar kommunu, ikki talt við. Byrjaði við Olof Palme Um upprunan til fólka­fund­ in, sigur Ólavur í Geil soleiðis: - Tað var Jóhannes Mið­ skarð, lektari, sum vendi sær til mín tíðliga á sumri í 2012 um eitt tiltak av hesum slag. Eg helt, at hugskotið ljóðaði ógvu­liga áhugavert, og tað fangaði meg. Vit settu okkum í samband við Klaksvík, Runa­vík og Havnina um møgu­leik­an fyri hølum til ein slíkan fólkafund. Alla­ stað­ni vórðu vit væl mót­ tikin við hugskotinum, og hølis­møgu­leikarnir vóru fleiri. Jóhannes var við bæði í 2012 og 2013, men hevur í ár líka sum tikið farloyvi frá fólka­fundinum. Ólavur í Geil vísir á, at tað tók ikki nógvar dagar frá hug­skotinum til planlegging og veruleika, og longu í 2012 varð fyrsti fólkafundur hild­ in í Hoyvíkshøllini og skúla­ num í Hoyvík. - Vit høvdu soleiðis eitt hug­skot, sum vit hildu vera frá­líkt, men vit vistu ikki ítøki­liga, hvat tað var, sum vit kast­aðu okkum út í. Samskiparin ásannar, at fyrimyndin fyri fólka­fundi­ num er ”folkemødet”, sum verð­ur hildið á Bornholm. Her var tað Bertel Haarder, fyrr­verandi danskur ráð­ harri, sum tók stig til tiltakið á Bornholm, sum hevur lut­ fals­liga fá ár á baki. Hetta til­ tak hevur verið væl umtókt og hevur eisini fylt nógv í donsk­um miðlum. - Hugskotið hjá Bertel Haarder er tiltakið, sum heilt síðan miðskeiðis í seksti­áru­ num hevur verið hildið á Got­landi. Tað var svenski for­ sætis­ráð­harrin, Olof Palme, sáli, sum tók stig til tiltakið. Ólavur vísir á, at hug­ skotið aftan fyri fólka­fundin - á Gotlandi, Bornholm og í Før­o­yum - er á leið hitt sama. At styrkja demokratiið - Halda vit okkum til fólka­fundin her heima, er endamálið at styrkja demo­ krati­ið. Málið er at geva okk­ um vanligu borgarum høvi at hitta ”maktina”, um vit so kunnu siga - ella, at geva fólki­num høvi at hitta tey, sum á ymiskan hátt taka av­gerð­ir í samfelagnum, tað veri seg politikarar, stovn­ar, feløg, felagsskapir og áhuga­ feløg. Samskiparin sigur seg ikki vita, hvat Olof Palme í sínari tíð hevði í huganum, men tað, sum Ólavur her hev­ur víst á, er tað, sum ligg­ ur aftan fyri fólkafundin í Før­oy­um. - Áhugin og aftur­meld­ ing­ar­nar frá undanfarnu fólka­fundum - ávikavist í 2012 og 2013 - hava verið so góðar og positivar, at alt bend­ir á, at hetta verður eitt afturvendandi tiltak á hvørj­u­m heysti. Longu nú hava vit ásett dagarnar, nær fólka­fundurin verður hildin næsta heyst, og hetta fara vit at kunna um á fundinum hesa­ferð. Ólavur sigur, at einki er so gott, at tað ikki kann ger­ ast betri, og tí eru fyri­reik­ar­ arnir opnir fyri øll­um aftur­ meldingum og hug­skot­um. - Vit hava soleiðis fingið hug­skot um ymiskar betr­ ingar, og eitt nú verður bása­ skipan­in í ár ein onn­ur enn í fjør við tað, at bás­ar­nir hesaferð koma at stan­da í hallunum sum ein hesta­ skógvur. Hann vísir á, at øll hava somu treytir á fólka­fundi­ num og somu bása­stødd, og básarnir kosta eina sym­ bolska upphædd, 2200 krón­ ur, pluss mvg. At­gongd­in er ókeypis, men tiltakið he­v­ur fingið stuðul, eitt nú frá Tórs­ havnar kommunu, sum hev­ meldurin Fólkafundurin er kirkjan hjá demokratinum - Fólkafundurin er í fyrsta lagi er eitt frálíkt høvi hjá borgarum at hitta ”maktina”. Á hinari síðuni er fundurin eisini eitt frálíkt høvi hjá politiskum flokkum, stovnum og ymiskum feløgum at hitta borgararnar á máli. Fólkafundurin er eitt effektivt høvi at ”marknaðarføra” - ella sjónliggera - ein politiskan flokk, stovn ella felag. Tað er her, at høvi er at fáa í lag ein dialog millum vanliga fólkið og tey, sum taka avgerðir, sigur Ólavur í Geil, samskipari av fólkafundinum Ítróttar-og fimleikarhøllin í Runavík verður karmur um fólkafundin hesaferð, og her eru umstøðurnar av teimum bestu, sum hugsast kunnu Á fólkafundinum verður høvi at flyta mørk og at brýna meiningar - eitt frálíkt høvi at lyfta kjakið