týsdagur 16. september 2014síða 13
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
13
Mikudagur 17. september 2014 · Nr. 105
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
ur latið høll og skúla ókeyp
is, eins og mentamálaráðið
stuðlar.
At flyta mørk og
brýna meiningar
- Vit halda, at fólkafundurin
í fyrsta lagi er eitt frálíkt
høvi hjá borgarum at hitta
tey, sum taka avgerðir. Á
hinari síðuni er fundurin
eisini eitt frálíkt høvi hjá
politiskum flokkum, stovn
um og ymiskum feløgum
og áhugafeløgum at hitta
borgararnar á máli. Fólka
fundurin er soleiðis eitt
effektivt høvi at ”marknað
arføra” - ella sjónliggera - ein
politiskan flokk, stovn ella
felag. Tað er her, at høvi verð
ur at fáa ein dialog í lag mill
um vanliga fólkið og tey, sum
taka avgerðir.
Samskiparin heldur tað
vera hugvekjandi og lívs
játtandi fyri stigtakararnar
at síggja vanligar borgarar í
dialogi við tey, sum bjóða seg
fram á básunum.
- Her er høvi at flyta mørk
og at brýna meiningar, og
hetta er eitt frálíkt høvi at
lyfta kjakið millum vanliga
borgaran og tey, sum taka
avgerðir ella sita við ávirkan
av ymiskum slag, á eitt hægri
støði, leggur hann aftrat.
Ólavur sigur seg minnast
aftur á nógvar hendingar,
meðan fólkafundur hevur
verið.
-
Einaferð
kom
ein
handilsmaður í Havn inn á
gólvið við einari blaðlýsing,
har Atlantic Airways bjóð
aði ferðandi bíliga innkeyps
ferð. Handilsmaðurin vildi
hitta Jóhan Dahl, lands
stýrismann, sum varðar av
flogfelagnum. Landsstýris
maðurin varð spurdur, um
hann nú helt tað vera rætt, at
eitt alment flogfelag eggjaði
fólki til at keypa í øðrum
londum heldur enn at keypa
í Føroyum.
Samskiparin
sigur,
at
soleiðis slapp hesin handils
maðurin so tætt til Jóhan
Dahl, landsstýrismann, sum
hugsast kann.
- Tað er júst hetta, sum
er
endamálið
við
fólka
fundinum. Her kann ein
politikari ikki krógva seg
aftanfyri embætisfólk ella
”systemið”, leggur hann aftr
at.
Villy Søvndal og
formansumfar
Á fólkafundinum hesaferð er
pláss fyri 40-42 básum, og tá
Sosialurin hitti Ólav í Geil á
máli, vóru 31 básar seldir.
- Soleiðis er pláss fyri
nøkrum luttakarum aftrat,
um áhugi er fyri tí, sigur
hann.
Meðan
fólkafundurin
verður hildin í Runavík, fer
Hotel Føroyar at syrgja fyri
mati og leskandi.
Umframt at høvi verður
hjá almenninginum at hitta
tey, sum hava bás á fólka
fundinum, skipa fyrireik
ararnir eisini fyri tiltøkum,
meðan fundurin er.
-
Fríggjakvøldið
eftir
Gekkin fer Jón Brian Hvidt
feldt at skifta orð við fyrr
verandi danska uttanríkis
ráðharran,
Villy
Søvndal,
sum var uttanríkisráðharri í
donsku stjórnini, tá ES og so
leiðis eisini Danmark stongdi
sínar marknaðir og havnir
fyri føroyskum fiskavørum
og skipum.
- Leygarkvøldið klokkan
20.15 verður formansrunda,
har umboð fyri politisku
flokkarnar fara at kjakast, og
eisini her verður Jón Brian
Hvidtfeldt fundarleiðari.
Havi tað sum fiskurin
Ólavur í Geil sigur, at honum
dámar væl at skipa fyri til
tøkum, og hann heldur, at
fólkafundurin er nakað heilt
serstakt.
- Jú, eg havi tað sum
blomman í egginum - ella
sum fiskurin í sjónum - tá
eitt tiltak sum hetta skal
setast á kjøl. Tað gevur gott
mót, tá afturmeldingarnar
eru so góðar, sum tær hava
verið um hetta tiltak. Tað
er rokaligt, men tað er so
sanniliga eisini stuttligt at
síggja, tá latið verður upp og
alt sampakkar. Hetta er ein
heilt ótrúlig kensla, og tað
er stuttligt at síggja glað fólk
á básunum - og ikki minst
at møta glaðum gestum,
sigur samskiparin av fólka
fundinum.
Meira um fólkafundin
kann
lesast
á
www.
folkafundurin.fo.
meldurin
- Eg havi tað sum fiskurin
í sjónum, tá eitt tiltak sum
hetta skal setast á kjøl.
Tað gevur gott mót, tá
afturmeldingarnar eru so
góðar, sum tær hava verið
um fólkafundin, sigur
samskiparin, Ólavur í Geil.
Mynd: Álvur Haraldsen
Fólkafundurin er eitt frálíkt høvi
hjá borgarum at hitta tey, sum taka
avgerðir