Sosialurinarkiv
Sosialurin 2014-09-16, síða 20
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 16. september 2014síða 20

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mikudagur 17. september 2014 · Nr. 105 20 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Tekniskur stjóri Tórshavnar kommuna søkir eftir nýggjum tekniskum stjóra. Tekniski stjórin mannar stjórnarbólkin saman við borgarstjóranum, kommunustjóranum, fyrisitingarstjóranum og trivnaðarstjóranum. Tekniski stjórin hevur ábyrgd av strategi og tilrættalegging av býarskipanarætlanini, umhvørvisøkinum, byggimálum, tekniskum veitingum, viðíkahaldi av ognum kommununar, byggi- og anleggsarbeiðum. Høvuðsuppgávur • at menna teknisku fyrisitingina sum eitt gott og virkið arbeiðspláss við týðiligum virðum og greiðum málum og krøvum um úrslit • at tryggja, at leiðslubólkurin á teknisku fyrisiting virkar sum ein savnað, samskipandi og strategiskt hugsandi eind • at tryggja, at tekniska fyrisiting veitir politisku skipanini professionella og fakliga ráðgeving • at tryggja, at tekniska fyrisiting er før fyri at veita øllum borgarum og vinnulívi í komm- ununi eina dygdargóða tænastu • saman við hinum stjórnarlimunum tryggja, at kommunan hevur fullgóða fíggjarstýring og fremur úrslit www.torshavn.fo • Saman við hinum stjórnarlimunum fyrireika og menna kommununa fakliga og fíggjarliga, soleiðis at hon kann taka við teimum avbjóðingum og uppgávum, sum í framtíðini liggja hjá kommununum at fyrisita Førleikakrøv Umsøkjarar til starvið verða mettir eftir faklig- um, leiðsluligum og persónligum førleikum. Umráðandi er, at tú: • hevur útbúgving frá hægri lærustovni, ella tilsamans hevur sambærligt útbúgvingarstøði og royndir • hevur kunnleika til og royndir frá leiðslu, fíggjarstýring og fyrisiting • hevur góð leiðslu- og samstarvsevni, umframt mennandi leiðslustíl • hevur gott strategiskt skil • dugir at seta greið mál og skapa úrslit • dugir væl at raðfesta, samskipa og útdelegera • dugir væl at samskifta bæði munnliga og skrivliga á føroyskum máli • megnar at arbeiða undir stórum trýsti Tann, ið sett/-ur verður skal hava kunnleika til kommununa og kommunal viðurskifti og innlit í samfelagsviðurskiftini í Føroyum í breiðum høpi. Nærri greining av starvinum sæst í starvsprofil- inum á heimasíðuni. Setanarviðurskifti Starvið sum tekniskur stjóri er flokkað sum tænastumannastarv í 38. flokki, har mánaðar- lønin pr. 1. oktober 2014 er 50.792,50 kr. um- framt eftirløn sum tænastumaður. Setanin er við tvey ára royndartíð. Meira fæst at vita Ynskir tú fleiri upplýsingar um starvið, ert tú vælkomin at seta teg í samband við Ingibjørg Berg, kommunustjóra, á tel 302010 ella við t-posti ingibjorg@torshavn.fo. Umsókn Umsóknir við upplýsingum um útbúgving, lívsgongdarlýsing og møguligum tilvísingum skulu sendast: Tórshavnar kommunu Att.: Ingibjørg Berg Vaglið • Postboks 32 FO-110 Tórshavn Viðmerk á umsóknina: „Tekniskur stjóri“. Umsóknir til starvið skulu vera Tórshavnar kommunu í hendi í seinasta lagi 6. oktober 2014 kl. 12.00. Allar umsóknir verða viðgjørdar í trúnaði. Tórshavnar kommuna er høvuðsstaðarkommuna. Í kommununi starvast tilsamans 1400 fólk, harav 130 fólk í sjálvari umsitingini. Vit leggja stóran dent á fakliga menning og trivnað. Arbeiðsumhvørvið er fjølbroytt, og vit hava ein nútímans leiðsluhátt, har starvsfólkamenning er avgerandi. Vit hava ein virknan starvsfólkapolitikk og raðfesta innanhýsis samskifti og samskifti við borgaran høgt. Hetta fyri at tú og borgarin altíð skulu kenna tykkum væl í Tórshavnar kommunu. Les meira um starvsfólkapolitikkin á www.torshavn.fo 5 ár í Føroyum Hósdag 18. sep. Kókað neytakjøt • Knettir • Stoktur høsnarungi Frígg. 19. sep. Rivjasteik • Lasanja Biksimatur Leyg. 20. sep. Svínakambur Mánad. 22. sep. Fiskafrikadellur Gjørd hara Týsdag 23. sep. Grýtuættur • Spaririv Mikud. 24. sep. Stoktur fiskur Kjøtfrikadellur Matskráin hesa vikuna Matstovan í Hoyvík Tel 660058 Frítt internet í matstovuni í Hoyvík