Sosialurinarkiv
Sosialurin 2014-09-16, síða 21
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 16. september 2014síða 21

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

21 Mikudagur 17. september 2014 · Nr. 105 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Starvið sum býararkitektur er leyst at søkja. Tórshavnar kommuna arbeiðir í løtuni við at senda kommunuætlan fram til 2030 til hoyringar. Ætlanin er politiska skjalið hjá kommununi um menningina fram ímóti 2030. Í ritinum eru visiónir og málsetn- ingar hjá býráðnum fyri Tórshavnar Kommunu. Býararkitekturin kemur at fyrisita og útinna nýggju kommunuætlanina, har kommunan er raðfest og skipað inn í eina vælumhugsaða og framtíðarkenda býarætlan í samspæli millum vakran arkitektur, ein livandi miðbý, ein væl vardan gamlan býarpart, bygdalív og vakra náttúru. Málið við kommunuætlanini er upp á allar mátar at skapa grundarlag fyri vøkstri í Tórshavnar Kommunu og í Føroyum sum heild. Tey seks menningarøkini eru vøkstur, miðbýurin, mentan, lívsdygd, trivnaður og mobilitetur, umhvørvi og náttúra. Ein ætlan fyri samanhangin millum Tórshavnar havn og býin skal gerast. Ætlanin skal vera fleirstreingjað og skal hava til endamáls at fáa eina synergieffekt millum virksemið hjá Tórshavnar havn og gerandislívið í býnum, harnæst at fremja eina røð av møguleikum, sum kunnu skapast og mennast. Starvið Starvið sum býararkitekur er ein áhugaverdur møguleiki at vera við at menna høvuðstaðar- kommununa. Tórshavnar kommuna bjóðar tær eitt áhugavert starv, har tú verður við at tryggja eina burðardygga býar- og lendisætlan og eina framfýsna byggilist. Høvuðsuppgávur Umframt at vera deildarleiðari á Býarskipanar- deildini, eru høvuðsuppgávurnar hjá býararki- tektinum: Kommunuplanlegging at gera og umsita kommunuætlan, herundir eisini at gera dagføringar. Býarplanlegging at gera og umsita miðbýarætlanir og ætlanir fyri bygdirnar, býarpartar og miðbýin, herundir fyri gomlu Havnina, har býararkitekturin er partur av serstaka byggiráðnum. Býararkitektur Nú verður eisini farið undir at menna miðbýin í høvuðsstaðnum. At skapa ein livandi miðbý. Ein hugskotskapping hevur verið, sum umfatar m.a. ráðhúspláss, handilsgøtu, søvn, tjóðleikhús og tónleikahús, umframt eina høvuðsbussstøð við teimum funksjónum, sum hartil hoyra. Tí verður farið undir at gera neyv og ítøkilig skip- anaruppskot fyri alt miðøkið, høvuðsstaðin og bygdirnar. Ein av uppgávunum í hesum sambandi er at hugsa byggilist inn í øll uppskot. Byggisamtyktir og býarskipanir at gera byggisamtyktir og býarskipanir, herundir eisini at gera broytingar og dagføringar. Útstykkingar at gera útstykkingarætlanir og gera ymiskar ætlanir í sambandi við byggiøki, herundir eisini at innhugsa ymiska og øðrvísi bygging. Lendisskipanir at gera lendisskipanir, fríøki, gøtur, spælipláss og tilhaldsøki o.a. Býargartnarin, sum eisini umsitir kirkjugarðar, hevur tilvísing til býararkitektin. Bygging og byggilist at gera byggiskráir og skipanaruppskot í sambandi við kommunalar byggiætlanir og soleiðis tryggja dygdargóða bygging. Arkitekturur at gera ein virknan arkitekturpolitikk fyri kommun- una, herundir formlist, sniðgeving, skelting, skipa býarrúm og annað. Býararkitekturin kemur at hava breitt samstarv við allar partar av kommununi, herundir m.a. vinnulívið, borgarar, politikkarar og aðrar partar av fyrisitingini. Førleikakrøv Umsøkjari skal hava útbúgving sum arkitektur, umframt kunnleika til býarskipanarlig viðskifti. Leiðslu- og fyrisitingarligar royndir eru ein fyrimunur. Tú skal duga væl at samskifta bæði munnliga og skrivliga á føroyskum máli. Starvið verður sett og lønt sambært avvarðandi sáttmála. Umsókn saman við prógvum, viðmælum og upplýsingum um útbúgving og royndir skulu sendast til Tórshavnar kommunu, postboks 32, 110 Tórshavn, ella á torshavn@torshavn.fo í seinasta lagi mánadagin 6. oktober 2014 kl. 12. Umsóknin skal merkjast „Býararkitektur“. Vit vilja fegin taka eitt prát við møguligar umsøkjarar um starvið. Meira fæst at vita við at venda sær til Marius Múller, tekniskan stjóra, ella Ingibjørg Berg, kommunustjóra, á tel. 302010. www.torshavn.fo