Sosialurinarkiv
Sosialurin 2014-09-16, síða 23
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 16. september 2014síða 23

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Mikudagur 17. september 2014 - Nr. 105 Hugskot og viðmerkingar — send sms til 225000 23 Sosialurin Sekt verður eftir leiðara til Heimatænastuna í Vagum Nú Heimatænastan verður yvirtikin av kommunum 01. Januar 2015, hava kommunurnar í Vágum skipað seg við eini javnbjóðis samstarvsavtalu, sum skal tryggja at borgarin fær í boði eina samskipaða heildartænastu. | tí sambandi verður starvið sum leiðari at seta frá 01.11.2014 ella eftir avtalu. Sum leiðari kemur tú at standa á odda fyri ollum virkseminum bæði úti og inni og hava fakligu, figgjarliga, fyrisitingarligu og starvsfólkaligu ábyrgdina av Heimatænastuni í Vágum. Vit kunnu bjóða eitt spennandi, dynamiskt og avbjóðandi starv, har tú verður við til at mynda og menna Heimatænastuna í Vágum, soleiðis at tænastan kann tryggjast á einum høgum stoði. Endamálið við tænastuni er at veita røkt og umsorgan, fyribyrgja sjúku, stimbra heilsu og trivna, endurmenna mistan førleika og stimbra møguleikan at klára seg sjálvan. Tænastan byggir á sjálvsavgerðarrættin hjá tí einstaka . Høvudsuppgåvur eru m.a: - Athava høvudsåbyrgdina av, at borgarin fær rottu tænastuna og tryggja at visitatiónin innan allar tænastur og veitingar, sum samstarvið veitir borgaranum í økinum, verður skipað skilagott og á einum fakliga høgum stoði At skapa karmar og tíðilig virðir, soleiðis at tað verður eitt gott og mennandi arbeiðspláss Tryggja at lógir og avgerðir verða grundfestar og framdar í verki Í tøttum samstarvi við stýrið at tilrættisleggja tær tænastur sum verða veittar Tryggja neyva fíggjarstýring Hava tætt samskifti við stýrið við ráðgeving og regluligari kunning Vera skrivari hjá stýrinum Vit vænta av tær at tu: - Hevur viðkomandi útbúgving og drugvar leiðsluroyndir. Fyrimunur er, um tú hevur eftirútbúgving innan leiðslu Hevur góð leiðaraevni, og at tú í tínum leiðsluhátti megnar at seta trivna og menning í hásæti. Ert sjónlig/ur og nærverandi í tínum leiðarastarvi og megnar at hava heildaryvirlitið Ert tænastusinnaður og vilt virka fyri at trivnaðurin hjá borgarin verður settur í miðdepilin. Ert strukturerað/ur og hevur góðar førleikar og skil fyri figgjarstyring og fyrisiting Hevur royndir og innlit í okið Heimatænastu, eldrarøkt v.m. Ert fyrikomandi, týðiligur og dugir væl at lýsa tíni sjónarmið fyri gðrum Dugir væl at samskifta og samstarva við, borgaran, avvarðandi, starvsfólkið politikaran og aðrar stovnar Tolir møguligar broytingar Setanar- og lønarvidurskifti Starvið verður lønt sambært sáttmála millum KAF og avvarðandi yrkisfelag. Leiðarin hevur tilvísing til stýrið í samstarvinum. Setanarstaður er Heimatænastan í Vágum, og dagliga arbeiðsplássið verður á Sýnini. Nærri fæst at vita um starvið við at venda sær til: Suna Jacobsen, borgarstjóra tlf. 233200 ella Rósu Samuelsen, borgarstjóra tlf. 794410 Umsókn Skrivlig umsókn saman við prógvum, upplýsing um útbúgving og royndir verður at senda til: Heimatænastan í Vágum Stílað: Vága Kommmuna Hammershaimsvegur 1 360 Sandavágur Umsóknarfreist: 29.09.2014 Um ikki nóg nógvir skikkaðir umsøkjarir eru, skilar Stýrið fyri Heimatænastuna sær rætt til at søkja av nýggjum, ella ongan at seta Í løtuni starvast tilsamans 70 fólk í Heimatænastuni í Vágum svarandi til 51 ársverk. Umleið 130 fólk fáa veitta tænastu. Talan verður um eina samskipaða tænastu frá eldradeplinum. Av tænastuveitingum til borgarar verður veitt heimahjálp, heimasjukrarøkt, økisterapi, mattænasta, dagtilboð, fyribyrgjandi rørsluvenjingar og fyribyrgjandi heimavitjanir til borgarir yvir 75 år. Harumframt er rgktarheimið á Synini við 36 bú- og umlættingarplåssum knýtt til Heimatænastuna í Vágum. VÁGA KOMMUNA