Sosialurinarkiv
Sosialurin 2014-09-16, síða 24
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 16. september 2014síða 24

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mikudagur 17. september 2014 · Nr. 105 24 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Fyri ein av fíggjarumsitarum okkara, sum fer í farloyvi, søkja vit eftir avloysara. Starvið umfatar fíggjarumsiting, herundir m.a. · at luttaka í gerð av mánaðarroknskapum, ársfjórðingsroknskapum, ársroknskapum umframt gerð av mánaðarligum rapporteringum til deildarleiðarar, leiðslu og nevnd · at tryggja at roknskaparhaldið hjá felagnum/ samtakinum fylgir roknskaparbókini hjá felag­ num, sum hevur til endamáls at tryggja, at arbeiðið í fíggjardeildini er einsháttað og fylgir IFRS reglum, umframt føroyskari og norskari lóg um børsskrásett feløg · at luttaka í menning av innanhýsis manna gongd­ um á roknskaparliga økinum · at røkja aðrar uppgávur í deildini Førleikakrøv Tú hevur HA ella HD útbúgving ella royndir, sum kunnu sammetast við hesar útbúgvingar. Vit bjóða Vit bjóða eitt áhugavert starv í eini fyritøku, sum er í støðugari menning. Tú ert væl skipaður, tekur við ábyrgd og megnar bæði at arbeiða sjálvstøðugt og í toymum. Eisini hevur tú ein positivan hugburð til uppgávurnar. Løn og setanartreytir Løn og setanartreytir eru sambært avtalu. Starvið verður sett fyri eitt ár, og ynskiligt er, at tú byrjar í starvinum í seinasta lagi 1. november 2014. Meira at vita Vilt tú hava meira at vita um starvið, ert tú vælkomin at seta teg í samband við Teit Samuelsen, fíggjarstjóra, á tel. 23 51 11 ella við t­brævi til tesa@bakkafrost.com. Umsókn Umsókn til starvið við avritum av prógvum og viðmælum skulu sendast við t­brævi til hr@bakkafrost.com. Umsóknarfreist Umsóknir skulu vera okkum í hendi sum skjótast og í seinasta lagi 22. september 2014. Bakkavegur 9 · PO Box 221 · FO­625 Glyvrar · Tel +298 40 50 00 · Fax +298 40 50 09 · www.bakkafrost.com AVLOYSARA FYRI FÍGGJARUMSITARA Bakkafrost er størsta alifyritøka í Føroyum. Samtakið hevur fulla virðisketu frá fóðri, smolti, aling, kryvjing, liðugvøru framleiðslu til sølu. Framleiðslan av mjøli, lýsi og fóðri er á Havsbrún í Fuglafirði, og alivirksemið er kring oyggjarnar á 13 ymsum firðum. Kryvjivirkini eru í Klaksvík, í Kollafirði og á Strondum. Liðugvøruframleiðslan (VAP) er á Glyvrum og í Fuglafirði. Høvuðsskrivstova felagsins er á Glyvrum og hevur felagið sløk 640 fulltíðarstarvsfólk BAKKAFROST SØKIR sansir.fo Ruddað verður á almennum økið Farið verður undir at rudda kommunalt økið inni á Sundi mánadagin tann 6. oktober 2014 á matrikul nr. 4C hjá Tórshavnar kommunu. Tey, ið hava ognir standandi á økinum, verða biðin um at venda sær til Tórshavnar kommunu innan mánadagin 29. september 2014 ella taka ognir sínar burtur av økinum, áðrenn ruddað verður. Hava eigarar ikki boða frá, verður alt ruddað av økinum. www.torshavn.fo Alt á einum stað Vit útinna allar uppgávur í sambandi við eina jarðarferð frá byrjan til enda • Kistur • Sangir, blómur og kransar • Sangarar (í Tórshavn) • Ervi • Líkflutningur til og úr Føroyum • Líkbrenning (Kremering) • Gravsteinar (Framsýning við Marknagilsvegin 86) Tel. 51 17 23 www.gravarhjalp.fo fyrst og fremst www.in.fo Sosialurin 341800