Sosialurinarkiv
Sosialurin 2014-09-16, síða 28
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 16. september 2014síða 28

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mikudagur 17. september 2014 · Nr. 105 28 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 ítróttur profilurin André Olsen Klaksvíkingurin Bill McLeod Jacobsen hevur saman við Heðini Askham sein­astu mongu árini staðið á odda fyri føroyska U-21 lands­lð­ num. Í fleiri førum hevur før­oyska liðið fingið góð úrs­lit, ið hava vakt ans um allan heim. Millum flottastu úrslitini, ið U-21 landsliðið hevur fingið, kunnu nevnast sigrarnir á heimavølli móti Russlandi og Montenegro, og javn­leikirnir móti Rumenia, Danmark og Norður Írlandi. Venjarin liggur í blóðinum Hóast Bill ikki hevur so nógvar royndir sum leikari í bestu føroysku deildini, greiðir Bill tó frá, at hugurin til at venja allatíð hevur ligið í blóð­inum. – Eg búði fyrstu 6-7 árini heima hjá ommu og abba, ið búgva beint við vøllin í Klaks­vík. Onkursvegna gjørd­ist fótbóltur ein natúr­ ligur partur av mær av hesi orsøk. – Seinni fluttu vit so Undir Fossar, har vit spældu nógv á tiltiknu LB plen­uni. Eisini gjørdu vit fót­bólts­vøll á bønum, har eg og barn­ dóms­vinurin Allan Joensen spældu nógv fótbólt. Eg haldi at áhugin fyri at gerast venjari kom tá, tí longu tá lærdu vit at taka ábyrgd av okkum sjálvum. Hetta var um 8-10 ára aldur, og sum 13 ára gamal royndi Bill seg sum venjari fyri fyrstu ferð hjá KÍ. – Eg gjørdist venjari hjá einum smápiltaliðið hjá KÍ, tá eg var 13 ár. Av leikarum, ið komu undan á hesum liði, kann millum annað nevnast Rógvi Jacobsen, sum í dag er mest skorandi leikarin á føroyska landsliðnum nakran­tíð. Yvirlapp og bandaspæl vóru nýggj hugtøk Bill sigur at hann sum leikari í dreingjadeildini fyri fyrstu ferð lærdi nýggj hugtøk í fótbóltshøpi, ið hann seinni hevur lært eina rúgvu um. – Eg minnist at vit í dreingja­deildini høvdu Jógvan Andrias Joensen og Per Jacobsen sum venj­arar. Teir vóru teir fyrstu, ið lærdu meg um hug­tøkini yvir­lapp, bólt­yvir­ tøku og banda­spæl. – Nakað, ið eg havi hoyrt og lært eina rúgvu um seinni í karrieruni. Bill greiðir somu­ leiðis frá, at Per Jacob­sen frá byrjan av, sá ein fram­ tíðarvenjara í Bill. – Per Jacobsen var er­lig­ur við meg, og segði at eg neyvan nakrantíð fór at ger­ast leikari á føroyska lands­lið­num. Hann segði tó við meg, at eg hevði allar egin­leik­ar til at gerast ein góður venj­ari, og hetta gav mær eis­ini hug til at halda fram at venja. Venjarin býr í blóðinum býr í Venjarin Annar av U-21 landsliðsvenjarunum, Bill McLeod Jacobsen greiðir frá, at hann sum ungur fekk áhuga fyri at venja. Harafturat hevur Bill McLeod Jacobsen eina sannføring um, at fleiri av teimum føroysku venjarunum hava førleikar til at klára seg í útlandinum Vælnøgdir U21-landsliðsvenjarar eftir flotta sigurin á Montonegro Mynd: Álvur Haraldsen