týsdagur 16. september 2014síða 29
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
29
Mikudagur 12. februar 2014 · Nr. 18
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Mikudagur 17. september 2014 · Nr. 105
ítróttur
profilurin
Var leikandi
unglingavenjari
Sum triðja árs unglingur,
royndi Bill seg so fyri fyrstu
ferð sum venjara hjá eldri
dreingjum, tá hann var leik
andi venjari á unglingalið
num hjá KÍ.
– Eg minnist at eg spældi
lítið og einki sum fyrsta árs
unglingur. Orsøkin var tann,
at liðið tá var so mikið sterkt,
at tað var torført at sleppa á
liðið. Av leikarum, ið spældu
á unglingaliðnum tá kann
millum annað nevnast Todi
Jónsson, ið fá ár aftaná
gjørdist stjørna í FC Keyp
mannahavn. Sami árgangur
spældi eisini nógv við í 1991,
tá KÍ vann Føroyameistara
heitið í bestu føroysku deild
ini.
– Annað og triðja árið í
unglingadeildini spældi eg
tó nógv við, har eg sum triðja
árs unglingur var leikandi
venjari á liðnum. Millum
kendastu leikararnar á lið
num tá kunnu nevnast John
Ryan,
Allan
Joensen
og
Arnold Joensen.
Møttu týsku
steypavinnarunum
Bill var somuleiðis eisini
hjálparvenjari
hjá
bæði
fyrsta
kvinnuliðnum
og
gentum 14-17 ár hjá KÍ øll
árini, tá hann spældi í ung
lingum,
har
Jón
Harald
Poulsen var fyrsti venjari.
Bill sigur, at fleiri av teim
um somu leikarunum, ið
tá byrjaðu á besta kvinnu
liðnum, hava verið við til
at vunnið eina rúgvu av
meistaraheitum
fyri
KÍ
seinni í karrieruni.
Í 1993 fingu Bill McLeod
Jacobsen og Jón Harald
Poulsen eina serliga uppgávu
sum venjarar. Westfalen, ið
var týskur steypavinnari í
kvinnufótbólti, vann eina
fótbóltsferð, har tær sjálvar
kundu velja, hvar tær vildu
leika. Valið fall á Føroyar,
har FSF heitti á Jón Harald
Poulsen og Bill McLeod
Jacobsen, um at velja og fyri
reika eitt føroyskt kvinnu
landslið til at spæla tveir
dystir ímóti týsku steypa
vinnarunum. Bill heldur seg
minnast, at týska liðið vann
báðar dystirnar 1-0.
Flutti niður
á handilsskúla
Í 1994 flutti Bill McLeod
Jacobsen niður til Dan
markar, har hann byrjaði á
handilsskúla. Bill greiðir frá,
at hann umleið eitt ár eftir
at hann flutti niður, byrjaði
at fáa fótin innum í danska
felagnum Esbjerg FB, har
hann fekk ymiskar uppgávur
sum ungdómsvenjari.
– Álvur Hansen, ið tá var
fysioterapeutur hjá besta
liðnum hjá Esbjerg, skaffaði
mær kontaktir, soleiðis eg
kundi fáa møguleikan at
venja yngri lið hjá Esbjerg.
– Eg royndi meg sum
venjara hjá junior liðum hjá
Esbjerg frá 1995 til 1998, har
eg millum annað var venjari
hjá Jan Kristiansen, ið seinni
gjørdist ein profilur í donsku
Superliguni, og sum sam
stundis eisini hevur leikt í
týsku Bundesliguni.
Bill minnist eisini, at
hann í tíðini sum venjari hjá
Esbjerg einaferð møtti ein
um føroyskum U-15 lands
liðið í einari kapping niðri í
Danmark, har Esbjerg sann
førandi vann 8-0 á føroyska
liðnum.
Heim aftur til Føroyar
Á sumri í 1998 valdi Bill at
flyta heim aftur til Føroyar.
Bill gjørdist tá beinavegin
aftur
partur
av
barn
dómsfelagnum
KÍ,
har
hann gjørdist venjari hjá
dreingjaliðnum, ið tá var ser
stakliga evnaríkt.
– Eg minnist at har var
vóru ótrúliga nógvir góðir
leikarar í 1983 árganginum
hjá KÍ. Av teimum, ið skaraðu
framúr tá, kunnu nevnast
Hjalgrím
Elttør,
Símun
Joensen, Kristian á Lakjuni,
Jákup Ósa og Atli Danielsen.
Avboð gav álitisstarv
Seinni sama ár, í 1998, royndi
Bill seg so fyri fyrstu ferð
í starvið hjá Fótbóltssam
bandið Føroya.
Mynd: Álvur Haraldsen
Bill McLeod Jacobsen til venjing
og fyrireiking til sísta dystin í hesu
undankappingini hjá U21 landsliðnum
Eg hevði allatíð eitt
ynski um, at fótbólturin
fór at gerast stórur
partur av mínum lívið.
Og raðfesti eg útbúgv
ingar og annað eftir tí
...framhald á næstu síðu