Sosialurinarkiv
Sosialurin 2014-09-16, síða 30
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 16. september 2014síða 30

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mikudagur 17. september 2014 · Nr. 105 30 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 ítróttur profilurin – Eg minnist at eg snakk­ aði við Ísak Mikladal, ið tá var ovarlaga í FSF. Eg greiddi honum frá, at eg var áhug­ aður í, at gerast partur av onkrum yngri landsliðið sum venjari, um tað kundi lata seg gera. – Tilvildarliga, so lat tað seg gera stutta tíð aftaná. Í oktober mánað 1998 skuldi EM undankapping vera í Føroyum, har Trygvi Morten­sen eftir ætlan skuldi vera hjálparvenjari hjá Jógvani Martin Olsen. Men Trygvi meldaði avboð stutt áðrenn, og tí vóru boð eftir Bill, ið tá gjørdist hjálpar­ venjari hjá Jógvan Martin Olsen á føroyska U-16 lands­ lið­num. Bill sigur, at hann líka síðani hevur starvast hjá Fót­bóltssambandinum sum venjari, og at hetta nú er tað sekstanda árið, har hann er í starvið hjá Fótbólts­sam­ band­ið Føroya. Arbeiðsleysur í 5 dagar Frá kappingarbyrjan í 2005 royndi Bill seg fyri fyrstu ferð sum venjari hjá ein­um fyrsta liðið. Tað var tá­ver­ andi felagið FS Vágar 2004, ið gav Bill møguleikan sum venjari hjá besta liðnum hjá felagnum, ið tá leikti í næst­ fremstu føroysku deildini. Orsøkin til at Bill fekk bjóðað starvið var tann, at táverandi FS Vágar venjarin Jógvan Norðbúð, sáli, var blivin sjúkur, og at FS Vágar tískil skuldi hava nýggjan venjara. Seinni gjørdist sami Jógvan Norðbúð, sáli, verfaðir hjá Bill. Bill var venjari hjá FS Vágum í hálvt annað ár. Vant­andi úrslit høvdu við sær, at báðir partar valdu at steðga samstarvinum stutt áðrenn summarið í 2006. Bill greiðir tó frá, at hann ikki leingi gekk ar­beiðs­ leysur. – Eg haldi ikki at tað gingu nógv meira enn 5 dagar frá tí at eg steðgaði sum venjari í Vágunum, til at táverandi B68 formaðurin Niclas Davidsen ringdi meg upp og bjóðaði mær starv sum ung­ dómsvenjari hjá B68. Bill gjørdist tí ung­dóms­ venjari hjá B68 á sumri í 2006, men tíðliga var greitt, at Bill noyddist at røkja tvey størv á Toftum. Beint eftir at Bill var settur sum ungdómsvenjari, valdi B68 at siga táverandi venj­aranum Jóannes Jakobsen úr starvið vegna vantandi úrslit. Tí heitti B68 formaðurin, Niclas Davidsen, á 31 ára gamla Bill McLeod Jacobsen, um at standa á odda fyri besta liðnum, tað ið eftir var av tí kapp­ingar­ árinum. Hóast 31 ár er ungt fyri ein venjara í bestu deildini, so var hetta tó ein møguleiki, ið Bill allatíð hevði havt ein dreym um at fingið. – Eg hevði allatíð havt eitt ynski um, at fótbólturin fór at gerast ein stórur partur av mínum lívið. Millum annað havi eg raðfest útbúgvingar og annað eftir tí. – Eg hevði tá lítlar royndir sum leikari úr bestu deildini, og tí kundi ein vandi vera, at tað kundi gerast eyka hart at vinna virðingina sum venjari. – Eg minnist at tað vóru fleiri leikarar í hópinum tá, ið vóru eldri enn eg. Millum annað kunnu nevnast Øssur Hansen, Arnbjørn Danielsen og Súni Fríði Barbá. Teir tóku tó væl ímóti mær, og eg kendi ongantíð á mær, at tað manglaði virðing fyri mær í skiftirúminum. – Árið eftir gjørdist eg so burturav ungdómsvenjari hjá B68, har eg hevði eis­ini hevði ábyrgdina av næst­besta liðnum og ung­linga­lið­num hjá B68. Úrslitið gjørdist eisini gott, tí unglingaliðið hjá B68 vann í 2007 bronsu, meðan 2.deildar liðið vann gull. Bill greiðir frá, at somu leikararnir, ið hann nýtti á næst­besta og unglinga lið­ num í 2007 vóru grundar­ lagið undir B68 liðnum, ið etableraði seg í bestu deildini, tá hann var venjari frá 2008 til 2011. Somuleiðis styrktu útlendsku profilarnir úr Senegal eisini liðið væl øll árini. Serliga árið 2009 hilnaðist væl fyri B68, har liðið spældi góðan og undirhaldandi fót­ bólt. Bill McLeod Jacobsen varð eisini valdur til árs­ins venjara í føroyskum fót­bólti í 2009. Útlandið lokkar Síðani 2011 hevur Bill starv­ ast í styttri tíðarskeið sum venjari hjá føroyskum feløg­ um. Í endanum av kapp­ ingar­árinum í 2012 tók Bill við sum venjari hjá B68, ið tá var í niðurflytingarstríðnum. Somu­leiðis tók hann ábyrgdina av TB liðnum í summar­steðginum í 2013, áðrenn TB setti Páll Hagbert Guðlaugsson sum venjara. Og í ár var Bill McLeod Jacobsen venjari hjá AB fyrstu umførini. Partarnir valdu tó tíðliga at steðga sam­starvinum. Hóast Bill ikki er knýttur at nøkrum felagið í løtuni, so hevur Bill tó gongd í eina verk­ætlan, ið kallast McLeod coaching. – Eg havi eina verkætlan koyrandi, ið eitur McLeod coaching. Har venji eg ungar og ambitiøsar leikarar úr øllum Føroyum. Bill viðurkennir, at hann í framtíðini hevur ein dreym um at gerast venjari í út­land­ inum. – Eg havi ein dreym um at royna meg sum venjara uttan­lands einaferð. Royndir­nar, ið eg fekk sum venjari í Eliteumhvørvinum í Dan­mark í 90’unum, geva mær eina trúgv um, at tað væl letur seg gera hjá før­ oyskum venjarum, um at gera seg galdandi uttanfyri Føroyar. – Eg haldi eisini, at vit á U-21 landsliðnum hava víst, at tað væl letur seg gera við lítlum midlum. Um vit eru snildir, nóg væl fyrireikaðir og tora at taka møguleikan so ber alt til. – Eg haldi at vit í dag eiga fleiri føroyskar venjarar sum høvdu klára seg í útlandinum sum venjarar. U-21 framtíðin Tá prátið at enda kemur um framtíðina hjá Bill McLeod Jacobsen og Heðin Askham sum venjarar á U-21 lands­lið­ num, sigur Bill, at teir í løt­uni ikki hava sáttmála til kom­ andi undankapping. – Sáttmálin hjá okkum er galdandi hetta árið út. Um eina stutta tíð fara vit í gongd við at fyrireika vetrarvenjing við teimum komandi U-21 lands­liðsleikarunum. 7-8 leik­arar úr árgangi 94, 95 og 96 hava longu verið í hita­ num rundanum U-21 lands­ liðið, so bulurin til komandi undankapping er góður. 39 ára gamli Bill McLeod Jacobsen starvast í løtuni sum leiðslufulltrúi hjá Tormóði Stórá og Tórunn Ósá á psykiatriska deplinum á Lands­sjúkra­húsinum. andre@sosialurin.fo Eg haldi at vit í dag eiga fleiri føroyskar venjarar sum høvdu klára seg í útlandinum sum venjarar FAKTA UM BILL M. JACOBSEN Føddur: 30. november 1974 Í løtuni: U-21 landsliðsvenjari hjá Føroyum saman við Heðin Askham (síðani 2007) Fyrrverandi feløg sum venjari: KÍ (ungdómsdeildir og hjálparvenjari), Esbjerg FB (ungdómsdeildir), NSÍ (hjálparvenjari), FS Vágar 2004 (venjari), B68 (venjari), AB (venjari) Ársins venjari 2009 við B68 Bill McLeod Jacobsen gjørdist í 2009 ársins venjari í føroyskum fótbólti Savnsmyndir: Álvur Haraldsen