týsdagur 16. september 2014síða 33
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Meira áhugaverd
sum granskari í Føroyum
Amanda og Janus Vang fluttu úr USA til Føroya fyri tveimum
árum síðani við tveimum børnum og tveimum ph.d. prógvum í
lívlæknafrøði. Nú er hon í ferð við at finna nýggjar viðgerðir móti
kroniskum tarmbruna, og hann er stjóri á granskarasetrinum iNOVA.
Amanda og Janus valdu Føroyar, tí tey
vildu geva børnunum ein tryggan upp
vøkst ur. Men tey vildu eisini sleppa at
brúka sínar førleikar sum granskarar
í lívlæknafrøði frá Universitetinum í
Con nec ti cut, har tey bæði høvdu tikið
ph.d. prógv.
– Vit kundu valt eina yrkisleið sum
gransk arar millum tey fremstu á okkara
øki í Boston ella Kalifornia. Men tað
hevði størri týdning fyri okkum at búgva
í einum tryggum samfelagi, sum virðir
menn iskju og familju, sigur Amanda.
Amanda er úr Alaska, og Janus er
uppvaksin í Danmark, men hevur før oy
ska mammu. Tey bæði hittust í Con nec
ti cut, har tey bæði vóru ph.d. lesandi í
lív læknafrøði.
Janus hevur lisið lívfrøði á Uni ver si
tetinum í Roskilde við sergrein í bygn
að ar lívfrøði og hevur starvast í tvey ár
sum granskari á Universitetinum í Keyp
manna havn.
Amanda hevur sergrein í heiliráðfrøði
og immunologi og hevður arbeitt í eitt ár
á einari immunologiskari rann sókn ar
stovu á Harvard Medical School.
Tað tók sína tíð, áðrenn tey fingu
møgu leika fyri at brúka sínar førleikar
í Føroyum. Amanda var í eitt ár heima
við tí yngstu dóttrini, meðan Janus
gjørdi sína ph.d. lidna og eitt skifti eis ini
arbeiddi við at spreingja út fyri Markna
gils deplinum.
Samstundis gjørdu tey alt tað, tey
vóru ment, fyri at fáa samband við fólk í
før oyska granskingarumhvørvinum.
– Tað tók sína tíð, men eg var ongantíð
bang in fyri, at eg ikki fór at kunna brúka
mín ar førleikar, tí vit vildu búgva í Før
oy um. Eg var vís í, at Føroyar høvdu brúk
fyri tí, sum vit duga, og at okkurt fór at
vísa seg, sigur Amanda.
Amanda hevur nú fingið stuðul frá
Gransk ing ar ráðnum til eina verkætlan
um betri viðgerð til fólk við kroniskum
tarm bruna, ið er ein álvarslig sjúka, sum
er meira enn tvær ferðir so vanlig í Før
oy um sum aðrastaðni.
Janus hevur fingið starv sum stjóri á
nýggja granskarasetrinum iNOVA, sum
hann skal standa fyri at byggja upp frá
grund ini.
Amanda er sera væl nøgd við um støð
ur nar, sum hon hevur sum granskari í
Fø roy um.
– iNOVA, Ílegusavnið og samstarvið
við Lands sjúkra hús ið gera, at tað ber til
at granska á høg um stigi í Før oy um. Eg
eri meiri áhuga verd sum sam starvs fe lagi
hjá við ur kend um útlendskum gransk
ar um nú, tí eg havi atgongd til til feingi,
sum eingin annar hev ur, sigur Amanda.
Ferðslutrygd:
Nýtt undir-
vísingartilfar
um ferðslu s8
Linjohn Christiansen:
Ágangur utt-
ani frá bøtti
um grinda -
drápið s9
Jan Ottosen
situr við svarta
peri Ítr s19
Gransking
skal miðlast
á vanligum
máli s8
Rudi vil kanna
kolesterol
hjá øllum
føroyingum s12
Ann Sølvia
leitar eftir
víkinga-
gravum s16
Vísindi fyri
eygu og oyru s8
Vísindavøkan 2014 verður fríggjadagin 26. september
í granskarasetrinum iNOVA á Hoyvíksvegi 51
Fríggjadagin
26. sept.
í iNOVA
Les meira á s. 10-11