Sosialurinarkiv
Sosialurin 2014-09-16, síða 34
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 16. september 2014síða 34

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mikudagur 17. september 2014 · Nr. 105 2 Sosialurin F øroyar eru eitt eldorado fyri gransk­arar. So stutt kann tað sigast, tá talan er um evni at granska i, og á ein­støkum økjum eisini, tá talan er um karmar fyri gransking. Á nógvum økjum hava vit heilt einastandandi gott, fjølbroytt og serligt tilfar at kanna. Vit hava nógv góð og dugnalig fólk og væl skipaðar stovnar. Vit hava drúgvar royndir og góð netverk í Føroyum og altjóða. Samfelagsliga raðfestingin átti tó at verið munandi hægri og karmarnir á nógvum økj­um treingja harðliga til at verða munandi upp­stigaðir. Seinastu árini eru fleiri týdningarmikil stig tikin á leiðini til at menna gransk­ing í Føroyum. Vit eru við í ES-granskingar­samstarvi á jøvnum føti við onnur lond. Vit hava fingið ein nýggja grunn til gransking á heilsuøkinum . Og vit hava fingið iNOVA, granskarasetrið á Hoyvíksvegnum, har vit fara at halda Vísindavøkuna í ár. Eftir drúgt renningarlop hevur tað við Vinnu­frama á odda eydnast at fáa um­skapað gomlu, soppafongdu bygningarnar hjá Rúsdrekkasølu Landsins til nútímans starvsstovur og skrivstovur. iNOVA lat upp fyri minni enn einum ári síðani, og longu nú er nógv og fjølbroytt virksemi í gongd og enn meira ávegis. Tveir høvuðstankar eru aftanfyri karmar sum iNOVA. Annar er at savna dýr og serstøk tól á einum stað, har granskarar og onnur kunnu deilast um hesi, heldur enn at skula hava sama slag tól á fleiri ymsum starvsstovum. Hetta leysgevur pening til at keypa onnur tól, sum vit áður ikki hava havt ráð til. Hin tankin er at skapa dagførdar karmar fyri granskarar frá ymsum stovnum og vinnuni at arbeiða og samstarva,og við hesum fáa ta nógv umrøddu synergieffektina. At gera karmar sum iNOVA er eitt sats. Farið varð undir ar­beiðið við tí trúgv, at almennir granskingar­ stovnar og vinnan fóru at taka væl ímóti nýggju møguleikunum. Móttøkan hevur víst seg at vera fult so góð, sum tað varð vónað. Í blaðnum vísir Maria Dam, leiðari á gransk­ingardeildini á Umhvørvsstovuni á møgu­leikar í iNOVA: “- Eg fái fleiri og fleiri hugskot um, hvussu vit kunnu menna granskingarverkætlanir, ið vit eru í gongd við á Umhvørvis­ stovuni, og eisini um nýggjar verk­ ætlanir, ið vit kunnu fara undir. Samstarv millum granskingar­ stovnar og atgongd til nýggjar kanningarhættir fara at geva okkum nýggjar møguleikar, ið vit bara hava kunna droymt um fyrr.” Hendan sera væl eydnaða verk­ ætlanin er ein góð fyrimynd til myndugleikarnar at fara undir at menna granskingarinfrakervi á øðrum økjum eisini. Avgerðin at lata bróðurpartin av fænum hjá Sjúkrakassunum í Føroy­ um fara til gransking, hevur eisini víst seg at vera sera væl móttikin. Fyrsta umsóknarfreistin er júst farin aftur um bak og eisini her hevur móttøkan verið framúr góð. Væl skikkað, eldhugað fólk bjóða seg fram at arbeiða í Føroyum við at kanna stórar og viðkomandi spurningar á heilsuøkinum og at royna at finna nýggja vitan til betri fyribyrging, sjúkuviðgerð og skipan av heilsuverkinum. Hetta og nógv annað kanst tú hoyra meira um á Vísindavøkuni. Endamálið er at varpa ljós á tað spennandi arbeiðið, sum føroyskir granskarar gera hvønn dag. Vit ynskja at vísa á, hvat granskarar brúka vitanina til, og hvørja nyttu samfelagið hevur av granskingini. Vegna Vísindavøkuliðið vil eg ynskja øllum at vera væl komin á Vísindavøku á sjeynda sinni. Annika Sølvará stjóri fyri Granskingarráðið Hugaligari at vera granskari í Føroyum Granskingarráðið er ein al­men­nur stovn­ ur, ið fevnir um Gransk­ingar­grunnin, Gransk­ingar­nevnd­ina og skrivstovuna hjá Gransk­ingar­ráðnum. Gransk­ingar­ grunn­urin hevur til endamáls at stuðla gransking og fær játtan á fíggjar­lógini. Granskingarnevndin tekur millum ann­ að støðu til, hvørj­ar verk­ætlanir skulu stuðl­ast. Og skriv­stovan hevur dag­liga ábyrgd av grunn­inum og øllum virk­ semi stovn­sins.    Granskingarráðið skal kunna um møguleikarnar fyri stuðli úr Gransk­ ingar­grunninum og veita ráðgeving um stuðul, viðgera umsóknir og síðani hava eftirlit við stuðlaðu verkætlanunum. Umframt at umsita Gransk­ing­ar­ grunn­in hevur Gransk­ingar­ráðið eisini til upp­gávu at ráð­geva landsstýri og vinnu í gransk­ingarpolitiskum spurn­ ing­um. Ráðgevingin er ein stórur partur av arbeiðnum hjá ráðnum, ið stjórin hevur ábyrgdina av. Um­framt beinleiðis ráð­geving fevnir hetta eisini um ymiskt út­greiningar- og nevndararbeiði og hoyr­ingar. Seinnu árini hevur Gransk­ingar­ ráðið eisini fingið aðrar týdn­ingar­ miklar uppgávur at røkja. Síðani 2007 hevur ráðið ver­ið við til at fyrireika og síðani havt ábyrgdina av umsitingini av ES-granskingarsamstarvinum. NCP-samskiparin hjá ráðnum hevur sam­an við fleiri parttíðar NCP-fólkum ábyrgd­ina av hesum arbeiðnum. Upp­ gávan hjá honum er at kunna og ráð­ geva í Føroyum um møguleikarnar at søkja stuðul frá ES til gransking og menning. Harumframt skal hann kunna í ES um føroyska granskingar- og menningarumhvørvið og royna at ávirka møguleikarnar hjá okkum at fáa stuðul í ymsum skipanum. Stjórin fyri Granskingarráðið um­ boðar Føroyar í fleiri altjóða nevnd­um. Hesar eru m.a. stýr­ið fyri NordForsk, sum er eitt felagsnorðurlendskt gransk­ ingar­ráð, og evropiska granskingar­ sam­starvið ERAC (European Research Area Committee). Granskingarráðið leggur eis­ini stór­ an dent á at kunna al­menninginum um, hvat hendir innan gransking í Føroyum. Tíðindi um gransking verða regluliga løgd út á heimasíðuna hjá ráðnum, www.gransking.fo, og á facebook-síð­ una. Eisini verður talgilt tíðindabræv sent til umleið 600 fólk aðru ella triðja hvørju viku. Størsta einstaka til­takið hjá Granskingarráðnum er Vís­ indavøkan, sum verður hildin seinasta fríggjadag í september á hvørjum ári. Granskingarráðið Stjóri: Annika Sølvará Adressa: Bryggjubakki 12, 100 Tórshavn Telefon: +298 567 800 Teldupostur: gransking@gransking.fo Heimasíða: www.gransking.fo Starvsfólk: stjóri, NCP-samskipari, skrivari (½), Euraxess samskipari (2/3), 4 parttíðar NCP-fólk FAKTA Granskingarráðið Fyriskipari og ábyrgd: Granskingarráðið, www.gransking.fo • Greinir: Dagmar Joensen-Næs • Sniðgeving og umbróting: Sosialurin • Prent: Prentmiðstøðin