mikudagur 9. juni 2004síða 3
‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
4
Nr. 107 - 9. juni 2004
Nr. 107 - 9. juni 2004
5
– Tey, sum hava funn-
ist at ráðstevnuni hjá
norðuratlantsbólkinu
m í Keypmannahavn,
eru fólk, sum als ikki
vóru til staðar og tað
er ógvuliga harmiligt,
at sjálvt landsins
hægstu menn leypa
framav, sigur Høgni
Hoydal
RÍKISFELAGSKAPUR
Áki Bertholdsen
aki@sosialurin.fo
– Tað er bæði ússaligt,
beklagiligt og ósakligt, at
landsins fremstu politikarar
leypa framav og finnast at
viðurskiftum, teir als onki
kenna til.
Føroyski fólkatingslim-
urin, Høgni Hoydal, kennir
als ongar av atfinningunum
aftur, sum teir tríggir topp
politikararnir í Føroyum,
Jóannes Eidesgaard, Bjarni
Djurholm og Bárður Niel-
sen, føra fram ímóti ráð-
stevnuni, sum var í Keyp-
mannahavn.
– Teir kenna onki til
ráðstevnuna, tí teir vóru
ikki á henni. Sostatt byggja
atfinningarnar á leysartíð-
indi og misskiljingar og tað
er harmiligt, at tríggir
landsstýrismenn soleiðis
skulu leypa framav, uttan at
kunna seg um veruligu við-
urskiftini.
Hinvegin
vóru
grøn-
lendskir politikarar á ráð-
stevnuni, m.a tríggir lands-
stýrismenn.
– Og tað var ongin av
teimum, sum uppfataðu
hetta sum uppílegging um
grønlendsk viðurskifti
Høgni Hoydal sigur, at
ongin politikari úr Grøn-
landi ella úr Føroyum vóru
við sum fyrilestrarhaldarar.
– Tað vóru bara fýra
danskir politikarar, sum
hildu fyrilestur. Men teir
fýra politikararnir søgdu
einki, sum kann elva til
stríð, sigur fólkatingsmað-
urin.
– Tað, sum teir greiddu
frá, var, teirra meting av
búskaparliga
renslinum
ímillum partarnar í ríkis-
felagsskapinum.
Hann sigur, at tað hevði
verið
skeivt
at
bjóða
føroyskum politikarum at
hildið fyrilestur, tí so hevði
ráðstevnan verið ein polit-
iskari ráðstevnu, og tað var
ikki ætlanin
– Men vit vildu fegnir
skapa áhuga hjá donskum
politikarum fyri blokkin-
um, sum eitt mál, har tað
ikki bara eru danir, sum
geva, men har teir eisini fáa
nakað afturfyri.
– Og vit vilja fegnir hava
danir at avdúka, hvør veru-
liga ætlanin er við politikki
teirra í Norðuratlantshavi.
Tí heldur Høgni Hoydal
eisini, at tað var heilt natúr-
ligt at hava ráðstevnuna í
Keypmannahavn.
– Hetta var ætlað at vera
ein ráðstevna, sum skuldi
lýsa nøkur faklig, óheft
sjónarmið. Har vóru ser-
frøðingar, sum hildu, at
blokkstuðulin var skaði-
ligur, men har vóru eisini
serfrøðingar, sum hildu, at
blokkstuðulin skuldi verið
størri og sum mælti til, at
tættari samband í ríkinum.
Somuleiðis varð tosað
um trygdarpolitikk á ráð-
stevnuni.
Men høvuðsevnið á ráð-
stevnuni var peningarenslið
ímillum Føroyar og Dan-
mark og ímillum Grønland
og Danmark.
– Í so máta var talan um
eina sera væleydnaða ráð-
stevnu, tí fyrilestrahaldar-
arnir komu eisini inn á,
hvat Danmark fær burturúr
ríkisfelagsskapinum.
– Serliga tí vit fingu reist
spurningin um, hvat tað er,
sum danir betala fyri. Um
teir betala fyri at varðveita
yvirvøldina yvir norður-
atlantshavinum, ella um teir
betala fyri teir stórpolitisku
fyrimunirnar, teir hava havt
av ríkisfelagsskapinum.
Onki við ráðstevnuna
at gera
Høgni Hoydal sigur, at tað,
sum síðani hevur verið til
umrøðu, eru onkrar greinar
í Berlingske Tidende.
– Millum annað hava vit
lisið álop á formannin í
búskaparráðnum fyri at
hann skal hava úttalað seg
um frádráttin hjá fiski-
monnum. Men hetta hevur
onki hald í veruleikanum, tí
hann tók ikki frádráttin upp
á tungu.
Høgni Hoydal sigur, at
hvørki teir føroysku, ella
teir donsku politikararnir
sum aftan á hava úttalað
seg um ráðstevnuna, vóru
til staðar, so tað hevur onki
við ráðstevnuna at gera.
– Yvirhøvur kenni eg
onki aftur av tí, sum nú
verður funnist at ráðstevn-
uni fyri.
Høgni
Hoydal
tekur
heldur ikki atfinningarnar
at sær um tað, at hann skal
hava dragsa føroyskan poli-
tikk niður til Danmarkar.
– Hvussu kann óheft
upplýsing vera landsskaði-
lig, spyr hann. Vit hava
sanniliga viðgjørt blokk-
stuðulin heima í Føroyum.
Men hetta er ein veiting,
sum danir lata okkum hvørt
ár og tað kann ongantíð
vera til nakran sum helst
skaða at upplýsa um viður-
skiftini.
– Sostatt fingu vit eisini
sett ljóskastarin á tey viður-
skifti, at blokkstuðulin er
ikki bara peningur, sum
danir betala, uttan at fáa
nakað afturfyri og tað er
avgjørt gagnligt.
Eitt nú var víst á, tann
týdning, sum Føroyar og
Grønland
høvdu
undir
kalda krígnum. Men tað var
ongin danskur politikari,
sum leyp upp frá fyri tað.
Høgni Hoydal sigur, at
sjálvsagt skulu hesi viður-
skiftini viðgerast bæði í
Føroyum og í Danmark og
hvar tað skal vera, so at vit
ikki einaferð aftur verða
tikin við buksunum niðri,
sum vit vórðu tað í krepp-
uni.
Burtur úr vón og viti
Høgni Hoydal sigur, at tær
atfinningar, sum hava verið
ímóti ráðstevnuni, eru tær
vanligu
útspillingarnar,
sum eru í føroyska samfe-
lagnum.
– Hvørja ferð onkur tekur
eitt mál upp, sum onkrum
øðrum ikki dámar, verður
farið eftir manninum við
útspillingum í royndini eftir
at sáa iva um málið, heldur
enn at fara eftir sakini. Í
hesum føri verður tað gjørt
við at leggja teimum, sum
vóru á ráðstevnuni, orð í
munnin, sum teir ikki hava
sagt.
– Upplýsing kann aldrin
vera hættislig. Tað er bein-
leiðis ódemokratisk hugsan
at siga at upplýsing er
skaðilig.
Høgni Hoydal heldur
eisini, at tað er beinleiðis
tvætl, tá ið sagt verður, at
ráðstevnan er við til at máa
støðið undan avtaluni frá
1998 um at ábyrgdin fyri
føroyskum fíggjarpolitikki,
liggur hjá landsstýrinum.
– Á Fólkatingi hava før-
oyskir fólkatingslimir altíð
tosað um blokkstuðul og
um at varðveita ríkisfelags-
skapin. Men nú, teir ikki
eru á fólkatingi longur, ætla
teir forða øðrum í at gera
tað sama og at upplýsa.
Tað er burtur úr úr vón og
viti, sigur Høgni Hoydal.
Nú, vit tosa um blokkin,
ert tú endurgivin fyri at
siga, at tú helt at í sambandi
við føroyskt fullveldi, helst
tú, at ein skiftistíð upp á 6-
8 ár var hóskandi.
– Ja, men tað hevði held-
ur onki við ráðstevnuna at
gera. Eg eri spurdur um tað
aftaná og har greiddi eg frá
tjóðveldisfloksins støðu. At
vit so mæltu til 12-15 ár, tá
ið vit vóru í landsstýrinum
var tí, at tað var ein politisk
neyðsemja, sum samgong-
an kundi semjast um.
Ongin øsing
Høgni Hoydal vil sostatt
heldur ikki kennast við
skuldsetingina um, at ein-
asta endamálið við ráð-
stevnuni var at skapa øsing
í Danmark ímóti Føroyum.
– Tað er so langt úti, at
tað sigur meiri um teir, sum
bera slíkt fram enn um sak-
ina.
– Allar slíkar skuldset-
ingar byggja á hvørvis-
sjónir frá fólki, sum ikki
vóru til staðar og sum tískil
ikki vita, hvat tey tosa um.
Hann heldur eisini, at
tann øsingin, ið summi
stúra skal taka seg upp í
Danmark ímóti føroying-
um, er er alt ov nógv av-
gjørd.
– Øsingin er ímillum
nakað og onki. Tað er altíð
so, at tá íð føroysk mál eru
til viðgerðar, er okkurt nos,
men tað hæsar avaftur og
tað er als onki rok um hetta
í Danmark.
– Tað einasta, sum øsir
danir, eru tær ræðumyndir,
sum viðhvørt vera skaptar
um føroyingar sum ábyrgd-
arleys oyðilond. Men slíkt
stingur seg altíð upp við
millumbilum. Men tað er
eisini júst hetta, vit vilja
forða fyri við at útvega
vitan og upplýsing, sigur
Høgni Hoydal.
– Tí stúri eg als ikki fyri,
at ráðstevnan fer at elva til
øsing ímóti Føroyum. Tað
er heldur tvørturímóti, tí nú
eftir ráðstevnuna vita tey, ið
vóru til staðar, nógv meiri
um veruligu støðuna, sigur
Høgni Hoydal.
Hesar vóru atfinningarnar
Í Sosialinum í gjár funnust tríggir av okkara fremstu
politikarum at ráðstevnuni, sum norðuratlantsbólk-
urin skipaði fyri í Keypmannahavn herfyri.
Talan var um Jóannes Eidesgaa, løgmann, Bjarna
Djurholm, varaløgmann og Bárð Nielsen, landsstýris-
mann í fíggjarmálum
Í stuttum kunnu atfinningarnar gerast soleiðis upp:
1: Ráðstevnan var beinleiðis landsskaðilig, talan var
um at draga innanhýsis, føroysk viðurskifti niður
til Danmarkar til viðgerðar og tað er átaluvert, tí
føroysk viðurskifti skulu viðgerast í Føroyum og
ikki í Danmark.
2: Við hesum tiltakinum tekur norðuratlantsbólkurin
grundarlagið undan avtaluni frá 10. juni, 1998
ímillum Føroyar og Danmark. Hendan avtalan
staðfestir, at ábyrgdin fyri fíggjarpolitikkinum í
Føroyum liggur hjá Føroya Landsstýri.
3: Einasta endamálið við ráðstevnuni er at øsa danir
upp ímóti føroyingum fyri at fáa politiskan vinn-
ing burturúr til tjóðveldisflokkin. Tað var spenta
støðan ímillum Føroyar og Danmark í kreppu-
árunum, sum bjargaði tjóðveldisflokkinum í
kreppuárunum, men hesi seinastu árini hevur
verið ov friðarligt. Tí reoynir flokkurin nú at skapa
ein nýggjan front ímillum Føroyingar og danir
4: Danskir politikarar vórðu bodnir at halda fyri-
lestur, men ongin føroyskur poitikari varð boðin
við
Ússaligt og ósakligt
av landsstýrismonnum
– Atfinningarnar frá landsins hægstu monnum ímóti ráðsevnuni hjá norðuratlantsbólkinum
eru burtur úr vón og viti, sigur Høgni Hoydal
Familjufyritøkan trýr á treysta leikin
Seinastu vikurnar
hava sterku vinnu-
lívsfamiljurnar,
Restorff og Mohr,
veittra sínum lívs-
verki farvæl. Skulu vit
trúgva rákinum úti í
heimi, er tað ikki
ómøguligt, at somu
familjur aftur setast á
Hotel Hafnia og
Skipasmiðjuna um
nøkur ár
FAMILJUFYRITØKUR
Páll Holm Johannesen
pall@sosialurin.fo
Mohr og Restorff. Tvær
siðbundnar vinnulívsfam-
iljur, ið seinastu vikurnar
hava gjørt av at selja síni
virki, sum familjan stovn-
setti, og síðani hevur stríðst
og strevast fyri í ein mans-
aldur.
Fyri nøkrum vikum síðan
kunngjørdu M.C. og Johan
Restorff, at Hotel Hafnia,
sum pápi teirra, Christian
Restorff, setti á stovn í
1951, er lýst til sølu. Í farnu
viku kunngjørdi ein onnur
sterk vinnulívsfamilja í
Havn, Mohrarnir, at teir
selja Tórshavnar Skipa-
smiðju, sum Kjartan Mohr
byrjaði í 1936.
Grundgevingarnar fyri
søluni hjá báðum familju-
fyritøkunum vóru rættiliga
ymiskar. M.C. Restorff
ynskti ikki longur at halda
fram á Hotel Hafnia, og tá
Johan ikki setti seg føran
fyri at keypa bróðurin úr
fyritøkuni, avráddu teir at
lýsa familjufyritøkuna til
sølu.
Á tíðindafundi fríggja-
dagin segði Gunnar Mohr,
stjóri á Tórshavnar Skipa-
smiðju, at globaliseringin
hevur økt munandi um
kappingina á skipasmiðju-
marknaðinum seinnu árini,
og skuldi fyritøkan menna
seg, var neyðugt við nýggj-
um íblástri. Neyðugi íblást-
urin varð mettur at koma
frá
framtaksfelagnum
NOTIO, og tí gjørdu Mohr-
arnir av at selja sterku fam-
iljufyritøkuna.
Í
kjalarvørrinum
av
hendingunum í føroyska
vinnulívinum, har tvær
sterkar
familjufyritøkur
hava valt at veittra teirra
lívsverkum farvæl, hava vit
valt at hyggja nærri at hug-
takinum familjufyritøkur.
Hvat er styrkin og vansarnir
við familjufyritøkum sam-
mett við aðrar fyritøkur?
Ber til at staðfesta, at triðja
ættarliðið vanliga koyrir
familjufyritøkuna á heysin,
og hvat rørir seg út í heimi
við familjufyritøkunum?
Fyri at svara hesum
spurningum hava vit tosa
við Peer Hull Kristensen,
professara í vinnulívssosio-
logi á Handilsháskúlanum í
Keypmannahavn.
Ymiskir leikir
Eins og í Føroyum hava
danir eisini eina sterka sið-
venju við familjufyritøkum
í danska vinnulívinum.
Mærsk, Danfoss, Grund-
foss og LEGO eru millum
størstu og best riknu fyri-
tøkurnar í Danmark, og tær
eru allar upprunaliga fam-
iljufyritøkur.
Professarin í vinnulívs-
sosiologi greiðir frá, at tað
eru grundleggjandi munir
á, hvussu ein fyritøka, ið
virkar frítt á einum virðis-
brævamarknaði og ein fam-
iljufyritøka verður rikin.
– Talan er um tveir
grundleggjandi
ymiskar
leikir. Familjan hevur van-
liga betri møguleika at seta
langtíðarætlanir út í kortið,
tí eigaraviðurskiftini eru í
tryggum hondum. Multi-
nationalar fyritøkur hava
eigararnar, ið seta høg krøv
til vinning her og nú, og tí
hava teir torførari at arbeiða
við langtíðarætlanum, enn
familjufyritøkan
hevur,
sigur Peer Hull Kristensen.
– Familjufyritøkan trýr á
treysta leikin, og tí er
vandin fyri einum fíggjar-
ligum skrædli ofta minni
enn hjá spekulativu multi-
nationalu fyritøkununum.
Multinationalar fyritøkur
satsa ofta væl meir, og tá er
óttin fyri tapi eisini størri.
Hinvegin er møguleikin
fyri einum peningaligum
háli størri enn hjá familju-
fyritøkuni, sum vanliga
altíð dúvar upp á trygga
leikin. Hvør stategi er bet-
ur, er ein spurningur um
raðfesting og trúgv, vísir
vinnulívssosiologurin á.
Øðrvísi trýst
Peer Hull Kristensen greið-
ir frá, at trýstið á eigarun-
um á einari multinational-
ari fyritøku og eini familju-
fyritøku, har eigaraviður-
skiftini eru í tryggari legu,
kann ikki samanberast.
– Leiðslan á eini multi-
nationalari fyritøkuni skal
alla tíð vísa úrslit og
vinning fyri eigaranum, tí
annars rýma teir til onkra
aðra meir áhugaverda fyri-
tøku. Óttin fyri spekulatión
og fíggindaligum yvirtøk-
um á altjóða marknaðinum
nýtast støðugu familjufyri-
tøkurnar ikki at bera ótta
fyri, vísir danski profess-
arin á.
Í Danmark hava kortini
fleiri familjufyritøkur gjørt
vart við aðrar trupulleikar,
ið multinationalu fyritøkur-
nar ikki nýtast at hugsa
stórvegis um.
– Leiðslan í Danfoss
hevur fleiri ferðir fýlst á
trupulleikarnar við at út-
vega sær vágafúsan kapital.
Familjan, ið eigur megin-
partin av Danfoss, hevur
ikki somu møguleikar at
útvega kapital til íløgur og
endurnýgging , sum aðrar
peningasterkar multinati-
onalar fyritøkur. Leiðslan á
Danfoss hevur tí sagt í
donskum fjølmiðlum, at
fyritøkan hevur ómetaliga
torført við at fylgja við í
kappingini
á
alheims-
marknaðinum, greiðir Peer
Hull Kristensen frá.
Bert søga
– Tað er altíð triðja ættar-
liðið, sum ger av við fam-
iljufyritøkurnar.
Henda søga er javnan at
hoyra í vinnulívsheiminum.
Vanliga verður tosað um, at
abbabørnini at stovnsetar-
anum av fyritøkunum hava
torført við at semjast, og
ymisku áhugamálini hjá
abbabørnunum ger, at tey
hava torført við at standa
saman um fyritøkuna, sum
familjan hevur rikið í ein
mansaldur. Úrslitið gerst, at
fyritøkan fer á heysin, og
ávirkanin hjá familjuni
hvørvur við eitt høgg.
Í Føroyum eru dømi um
somu søgur. Handilsvirkið
hja SP. Petersen, P/P Wenz-
el Petersen og bryggaríið
hjá Restorff fóru øll á
heysin, eftir at triðja ættar-
liðið í familjuni tók við
leiðsluni í fyritøkuni.
– Hatta hoyrir tú ofta,
men
spurningurin
er,
hvussu nógv er í tí. Einki
vísindaligt prógv er fyri, at
triðja
ættarliðið
koyrir
familjufyritøkur um koll.
Eg haldi tí, at hatta uppá-
hald er nærmari ein myta
enn veruleiki, fortelur Peer
Hull Kristensen,
Hann greiðir eisini frá, at
tað er rættiliga ymiskt,
hvussu
familjufyritøkur
velja at beina næsta ættarlið
inn í familjufyritøkuna.
– Ofta hoyrir tú fólk siga,
at sonurin, ið hevur tikið
yvir frá pápanum, er komin
til skorin klæðir. Hann er
ein ríkmannasonur, sum
ótarnaður sleppur at taka
sær av løttum, hóast hann
ongantíð hevur stríðst fyri
stjórasessinum. Í summum
førum er nakað um hesar
søgur, men kortini veit eg
um fleiri dømi úr Jútlandi,
har eg eri ættaður, at stjóra-
synirnar ikki sleppa fram
at, fyrr enn teir veruliga
hava prógvað sítt virði,
greiðir danski proffessarin
frá.
Keypa aftur
Peer Hull Kristensen hevur
í fleiri ár granskað fyritøk-
ur, og hann fylgir væl við,
hvat rørir seg í heiminum.
Spurdur, um hvat rørir seg
innan hugtakið familjufyri-
tøkur, vísir á hann á eitt
áhugavert rák.
– Í kjalarvørrinum av
stóru trupulleikunum á
virðisbrævamarknaðinum
fyri nøkrum árum síðan
hevur eitt nýtt rák tikið seg
upp. Meðan fleiri familjur
valdu at selja sínar fyritøk-
ur fyri 5-10 árum síðan til
sterkar
multinationalar
fyritøkur, vendir rákið nú
hinvegin. Eg kenni til fleiri
dømi, har familjurnar eru
farnar undir at keypa somu
fyritøkur aftur, sum tær
seldu fyri nøkrum árum
síðan. Hetta er eitt rættiliga
áhugavert rák, greiðir hann
frá.
Um hetta rák kemur á
okkara leiðir er ilt at spáa
um, men hvør veit, kanska
koma Mohrarnar og familj-
an Restorff undan kavi um
nøkur ár og setast aftur á
Tórshavnar Skipasmiðju og
Hotel Hafnia?
Seinastu vikurnar hava sterku vinnulívsfamiljurnar, Restorff og Mohr, veittra sínum lívsverki farvæl. Skulu vit trúgva rákinum úti í heimi, er tað ikki ómøguligt,
at familjurnar aftur setast á Hotel Hafnia og Skipasmiðjuna um nøkur ár
C
M
Y
K
5
4