Sosialurinarkiv
Sosialurin 2014-09-16, síða 40
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 16. september 2014síða 40

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mikudagur 17. september 2014 · Nr. 105 8 Sosialurin Heiðurslønin kann latin einum granskara, miðlafólki ella øðrum, sum á greiðan og lætt skiljandi hátt hevur lýst granskingarúrslit. Hetta kann vera í útvarps- ella sjón­varpssendingum, í greinum, fyri­lestrum, bókum, plakatum ella øðrum. – Hegni at miðla gransking er ein dygd, sum Granskingarráðið fegin vil vera við til at varpa ljós á og heiðra. Tað hevur alstóran týdning, at granskarar og onnur á greiðan og kveikjandi hátt greiða fólki frá nýggjum granskingarúrslitum og sjónliggera, hvønn týdning hesi úrslit hava fyri fólk og samfelag, sig­ ur Annika Sølvará, stjóri í Gransk­ ingar­ráðnum. Heiðurslønin varð latin fyrstu ferð í 2012, tá til Dorete Bloch, pro­ fessara. Í 2013 fekk Pál Weihe, yvir­ lækni og granskari, Miðla­heiður­s­ lønina. Eggjar til at halda fram Pál Weihe er fegin um heiðurslønina, sum hann fekk í fjør. – Tað stimbrar og eggjar meg til at halda fram við mínum arbeiði. Tað er hugaligt hjá mær at vita, at føroyska samfelagið virðir tað arbeiðið, sum eg geri, hóast nógv stríð hevur verið um míni gransk­ ingar­úrslit, sigur hann. Pál Weihe heldur tað hava al­ stór­an týdning, at granskarar kunna almenningin um tey úrslit, ið standast av granskingini. – Tað er ein ávísur vandi fyri, at granskarar sita fordjúpaðir í sínum egna tilfari og skriva altjóða greinir, ið verða lisnar av starvsfeløgum úti í heimi. Vit kunnu koma í ta støðu, at granskingarúrslit ongantíð verða umrødd í tí umhvørvi, har gransk­ingin er gjørd. Serliga tá tað snýr seg um samfelagsligar og heilsuligar spurningar hevur tað ógvuliga stóran týdning, at tey úrslit, granskararnir koma til, verða miðlaði aftur til tað samfelagið, ið granskingin snýr seg um, sigur hann. – Vit skylda fólki, sum luttaka í granskingini, at tey fáa nakað afturfyri. Og tað hevur eisini stóran týdning at vísa teimum, sum játta pengarnar til granskingina, at nýggj vitan verður framleidd. Til dømis hava vit á Deildini fyri Arbeiðs- og Almannaheilsu funnið fram til, at perfluoreraði evnir, ið verða brúkt til at impregnera alt frá pizzabakkum til regnklæðir, hava negativt árin á immunskipanina hjá børnum. Sjálvandi skal hendan vitanin miðlast væl og virðiliga út til vanligar miðlar í einum máli, sum fólk skilja, sigur Pál Weihe. Fleiri uppskot Granskingarráðið hevur fingið fleiri góð uppskot um, hvør skal hava Miðlaheiðurslønina í ár. Ein dómsnevnd við umboðum frá felagnum Føroysk Miðlafólk, Fróðskaparsetrinum og Gransk­ ingar­ráðnum fer at finna besta boðið millum innkomnu upp­ skot­ini. Vinnarin verður kosin á Vísinda­vøkuni fríggjakvøldið 26. sep­tember. Dómsnevndin fer at meta inn­ kom­nu uppskotini út frá hesum evnum:  Miðling á einum høgum stigi til ein breiðan skara Evnini at fanga fólk uttan fyri granskingarheimin og samstundis varðveita eitt høgt fakligt stig innan gransking eins og miðling.  Íkast til at økja um fatanina av gransking fyri samfelagið Evnini til við greiðari miðling at økja um fatanina av, hvussu stóran týdning gransking hevur fyri samfelagið.  Fangandi og kjakkveikjandi miðling Evnini til at miðla á ein fangandi og kjakkveikjandi hátt og harvið verða við at byggja brýr millum vísindaliga heimin og samfelagið annars. Gransking skal miðlast á vanligum máli Granskingarráðið fer aftur í ár á Vísindavøkuni at lata einum fólki heiðursløn og 5.000 krónur fyri gott avrik at miðla gransking. Endamálið við heiðurslønini er at varpa ljós á kynstrið at miðla gransking alment. Vísinda­ vøka kring alt Evropa Vísindavøka er føroyski part­ urin av tiltakinum European Researchers’ Night. Hetta er eitt tiltak, sum verður fyri­skipað í býum kring alt Evropa á hvørjum ári fjórða fríggjadag í september. Fyrsta Researchers’ Night varð hildin í 2005, fyrsta Vísindavøkan var í 2008. Endamálið við Researchers’ Night er at økja um áhugan fyri gransking og fyri gransk­ ingarúrslitum í samfelagnum. Tað verður gjørt við at skapa karmar, har almenningur og gransk­arar kunnu hittast í einum kveikjandi og hugna­ ligum umhvørvi. Tiltøkini kring Evropa eru sera ymisk. Tey, sum fyriskipa, gera sjálvi av, hvussu tiltøkini skulu vera í teirra landi ella býi. Nógva staðni hava gransk­ ingarstovnarnir opið hús á Researchers’ Night, so al­ menn­ingurin sleppur at síggja, hvussu granskarar ar­beiða. Eisini eru ymisk tiltøk á al­ mennum støðum, har gransk­ arar vísa og greiða frá sínum granskingarúrslitum. Á Vísindavøkuni verður dentur serliga lagdur á tað, sum fer fram innan føroyska granskingarheimin, men víst verður eisini, hvussu vit eru ein partur av evropiska gransk­ ingarsamstarvinum. Vísindi fyri eygu og oyru Fríggjadagin 26. september fara granskarar við framløgum og fram- sýningum at lýsa og vísa fólki, hvat tey arbeiða við, hvat teirra arbeiði verður brúkt til, og hvønn týdning tað hevur fyri fólk í Føroyum. Allir granskingarstovnarnir fara at hava básar í høllini á iNOVA. Á básunum fara starvsfólk á stovn­un­ um at standa, sum eru fús at greiða frá, hvat tey fáast við, og svara spurningum. Á fleiri básum verður eisini møguleiki at síggja og royna ymiskt, sum hevur við gransking at gera. Á Vísindavøkuni í fjør bar millum annað til at síggja og nerta við ymisk fiskasløg, at smakka feitan og soltnan mat og at kanna blóðsukur og fitiprosent í kroppinum. Næmingar og lærarar frá Stu­ dentaskúlanum í Hoydølum fara eins og undanfarin ár at hava ein bás, har teir sýna fram og gera ymiskar royndir. Fyrrapartin frá kl. 8.15 til kl. 13.30 eru 11 ymiskar framløgur á skránni. Hesin parturin av til­ tak­inum er skipaður serliga fyri miðnámsskúlanæmingar, sum hava meldað seg til at hoyra framløgurnar, men onnur eru vælkomin, um pláss er. Framløgurnar snúgva seg um alt frá málmenning hjá føroyskum børnum til heilsukanningar, um­ hvørvisávirkan í móðurlívi, religi­ óns­kritikk og talufrælsi og ávirkan av veðurlagnum á vist­skipanina á landgrunninum. Kl. 15 verður Vísindavøkan form­ liga sett við røðu frá nýggja for­ manninum fyri Granskingar nevnd­ ina. Eisini verður boðið kaffi og køka. Seinnapartin frá kl. 15.30 til kl. 17.45 verða aftur 5 framløgur á skránni. Hesar framløgur eru ætlaðar øllum. Tá verður millum annað høvi at hoyra um buldrið á Viðareiði og heitu kelduna í Kolla­ firði, um oljuleiting í før­oyskum øki, nú fleiri turrir brunnar eru boraðir, og um hvussu tað ber til at fáa gleði av tunglyndi. Um kvøldið kl. 19.30 verður kvøldseta við ymsum lættari inn­ sløgum og onkrum góðum at eta og drekka afturvið frá Føroya Bjór. Kl. 20.30 verður heiðurslønin fyri bestu miðling av gransking handað. Eitt øki á Vísindavøkuni verður serliga til børn og ung. Har verður ymiskt at nerta við og royna, og skipað verður eisini fyri onkrari kapping. Á økinum hjá Granskingarráð­ num verður ein kafé, har møguleiki verður fyri at bukka beinini eina løtu og práta við fólk. Ókeypis kaffi, te og smákakur verða at fáa. Her verður ymiskt virksemi, sum gestirnir kunnu royna. Høvi ver­ ð­ur at hitta starvsfólk frá Gransk­ ingarráðnum og fáa kunning um ES- granskingarsamstarvið og um annað virksemi hjá ráðnum. Í nýggju ljósu hølunum hjá Gransk­ arasetrinum iNOVA verður nú gjørt klárt til at hýsa Vísindavøkuni 2014, har almenningurin kann fáa innlit í, hvat rørir seg í føroyskari gransking beint nú. Pál Weihe fekk heiðurslønina í fjør