Sosialurinarkiv
Sosialurin 2014-09-16, síða 39
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 16. september 2014síða 39

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

7 Mikudagur 17. september 2014 · Nr. 105 Sosialurin Gomlu hølini hjá Rúsdrekkasøluni við Hoyvíksvegin eru ikki til at kenna aftur. Ølkassar og vínfløskur eru skift út við granskingartól, og granskarar í hvítum kitlum eru farnir til verka í ljósum og rúm­ ligum rannsóknarstovum. Navnaskelti eru við at verða sett upp við dyrnar til skrivstovurnar, sum granskingarstovnar og vinnu­ fyritøkur hava leigað seg inn í. Og í køkinum er kaffi á kannuni, og brúktir koppar og leivdir frá døgurðasteðginum vitna um, at her er lív í húsinum. Í hølunum beint við síðuna av køkinum við góðum útsýni yvir á Nólsoynna fer Umhvørvisstovan at halda til. Enn standa bert eitt borð og tveir stólar í rúminum, men skjótt verður skrivstovuútgerð sett upp, og fólk frá Umhvørvisstovuni fer at flyta inn. – Í fyrstani helt eg, at vit bert skuldu brúka iNOVA sum eitt slag av fundarhøli, har vit kundu hava fundir við fólk frá øðrum stovnum, sum vit samstarva við. Men eg síggi nú, at tað ikki er nóg mikið. Vit mugu hava okkara dagligu gongd her saman við granskarum frá øðrum stovnum, og tí fara vit at flyta ein part av okkara virksemi niðan her, sigur Maria Dam, sum er deildarleiðari og granskari á Umhvørvisstovuni. Maria væntar sær nógv av nýggja granskarasetrinum. – Eg fái fleiri og fleiri hugskot um, hvussu vit kunnu menna gransk­ingarverkætlanir, ið vit eru í gongd við á Umhvørvisstovuni, og eisini um nýggjar verkætlanir, ið vit kunnu fara undir. Samstarv millum granskingarstovnar og atgongd til nýggjar kanningarhættir fara at geva okkum nýggjar møguleikar, ið vit bara hava kunna droymt um fyrr, sigur hon. Skulu gera kanningar sjálvi Fólk frá Fiskaaling og Náttúru­ vís­inda­deildini á Fróðskapar­ setri­num gera nú lívfrøðiligar kann­ing­ar í sambandi við gransk­ ingar­verkætlanir í rann­sóknar­stov­ uni á iNOVA, sum fyrr hava verið gjørdar uttanlands. Nógvar royndir av fiski, seyði, hvali og fugli verða tó enn sendar uttan­lands, tí hvørki tólini, sum krevjast ella fólkini við neyð­uga førleikanum at kanna roynd­ir­ nar eru í Føroyum. Men nú er Um­hvørvisstovan saman við trim­um øðrum granskingar- og vitanarstovnum og fleiri vinnu­fyri­ tøkum farin undir eina verkætlan, sum hevur til endamáls at menna førleikarnar at gera kanningar í Føroyum. – Tað er trupult og tíðarkrevjandi at senda royndir av landinum til kanningar. Londini seta fleiri og fleiri krøv til royndir av lívrunnum tilfari, og nógv tíð fer til at gera royndir klárar at verða sendar og útfylla pappírir, sigur Maria. Í stýrisbólkinum, sum arbeiðir við at menna førleikarnar at gera kanningar í Føroyum, eru Um­ hvørvisstovan, Fróðskapar­setrið, Heilsufrøðiliga Starvsstovan, Deild­ in fyri Arbeiðs- og Almannaheilsu, Bakkafrost, Faroe Pelagic, Varðin Pelagic og Hiddenfjord. Í fyrstu atløgu verður farið undir at menna førleikarnar at kanna perfluoreraði evnir í fiski. Granskingarráðið hevur stuðlað hesum arbeiðinum við 648.000 kr., og Vinnuframi hevur játtað at keypa tey tólini, ið eru neyðug. Eitt vísindafólk er sett í starv frá 1. november, sum skal lærast upp til at gera kanningarnar. Náttúru­ vísindadeildin á Fróðskapar­setri­ num og eitt svenskt universitet, sum stýrisbólkurin hevur sam­ starv við, skulu standa fyri upp­ lær­ingini. Úrslitini av kanningunum skulu tulkast av granskarum á granskingarstovnunum saman við vinnuni og kunnu síðani brúkast bæði í vísindaligum og vinnuligum samanhangi. Føroyskur fiskur minni dálkaður Fleiri orsøkir eru til, at stýris­ bólkurin hevur valt fyrst at menna førleikarnar at kanna perfluoreraði evnir í fiski. – Vit kundu eisini valt okkurt annað evni, tí endamálið við verk­ ætlanini er fyrst og fremst at byggja upp førleikar í Føroyum. Men perfluoreraði evnir eru áhugaverd, tí kanningar á Deildini fyri Arbeiðs- og Almannaheilsu hava víst, at samband er millum hesir evnir og vantandi virknað av koppseting, sigur Maria. Perfluoreraði evnir eru evnir sum teflon og goretex, ið verða brúkt til at viðgera tilfar soleiðis, at tað ikki verður vátt ella feittut. Hesi evnini verða ógvuliga seint niðurbrotin í náttúruni, og vitanin um, hvussu tey spjaðast í náttúruna, og skaðaárin, ið tey kunnu hava á djór og menniskju, er avmarkað. – Vit vita, at nógv er til av hesum evnum í grindahvali og partvíst eisini í sjófugli, men fyribils kann­ ingar hava víst, at føroyskur fiskur er minni dálkaður av per­fluorer­ aðum evnum enn fiskur aðrastaðni. Tær royndir, sum vit nú fara at gera á iNOVA, kunnu tí eisini brúkast til sølufremjandi endamál hjá før­ oysku fiskivinnuni, sum fer at fáa skjalprógv fyri, at føroyskur fiskur er minni dálkaður enn fiskur úr flestu londunum, ið vit kappast við, sigur Maria. Vinnan arbeiðir skjótari Samstarvið, sum nú er fingið í lag millum granskingar- og vitanar­ stovn­ar og vinnufyritøkur, skal eftir ætlan halda fram, eftir at kann­ ingarnar av teimum perfluoreraðu evnunum eru lidnar. – Stórir møguleikar liggja í sam­ starvinum millum gransk­ararnar og vinnuna, ið nú er byrjað á iNOVA. Vit fáa lýst vísindalig evnir frá ymiskum sjónarhornum og kunnu røkka úrslitum, sum annars ikki høvdu verið møgulig. – Tað er ein avbjóðing at fáa eitt tílíkt samstarv at rigga, tí stovnarnir eru ógvuliga ymiskir, og vinnufyritøkur eru vanar at arbeiða nógv skjótari enn almennir stovnarnir, sum hava nógvar bindingar og trongar fíggjarætlanir, ið teir noyðast at taka atlit til. Men samstarv skal til, um vit skulu røkka góðum úrslitum í Føroyum, sigur Maria. Meira fyri pengarnar iNOVA hevur gjørt upp, at føroyskir stovnar og virkir rindaðu umleið 18 miljónir krónur í 2012 fyri at fáa kanningar gjørdar á útlendskum rannsóknarstovum. Maria væntar ikki, at tað verður bíligari, tá ið kanningarnar verða gjørdar í Føroyum, men vit fara at fáa meira fyri peningin. – Vit hava verið noydd at keypa so fáar kanningar sum gjør­ligt, tí tær skuldu keypast til marknaðarprís uttanlands. Tað hevur ikki verið nøktandi fyri granskingina, tí tað skulu helst gerast fleiri kanningar, og onkuntíð skulu tær gerast skjótari, um vit skulu fáa nóg góð úrslit. – Nú fara vit at fáa fleiri royndir fyri teir somu pengarnar, og peng­ arnir fara ikki av landinum, men verða brúktir til at menna førleikar her hjá okkum, sigur hon. Tá vit sjálvi verða før fyri at gera vísindaligar kanningar, verða møguleikarnir fyri at luttaka í al­ tjóða granskingarverkætlanum eisini størri. – Føroyskir granskingarstovnar eru við í fleiri altjóða gransk­ingar­ verk­ætlanum, sum geva okkum nýggja vitan. Men okkara lutur í samstarvinum er fyri tað mesta at útvega ráevni, sum granskarar í øðrum londum kanna og tulka. Nú fara vit at kunna bjóða fram viðgjørd data, sum føroyskir gransk­ arar síðani kunnu tulka saman við granskarum úr øðrum londum. Tað fer at gera okkum meira áhugaverd sum samstarvspartar, og tað fer at gera tað stuttligari og meira gevandi at vera granskari í Føroyum, sigur Maria. Nógvir møguleikar Tá kanningarnar av perfluoreraðum evnum í fiski eru lidnar, er ætl­an­ in at fara undir at menna aðrar førleikar, sum føroyskir gransk­ ingarstovnar og vinnan hava tørv á. – Eitt, ið vit hava tosað nógv um, er at fara at kanna feittsýrur, sum hava stóran áhuga í mun til fólkaheilsu og matvørur. Hjá okkum er tað serliga í sambandi við fiskavøruframleiðslu, at feitt­ sýrur eru áhugaverdar, serliga nú havbúnaðurin er farin at leita sær eftir vegetabilskari olju at geva alifiski. Eisini hevur tað stóran týdning fyri okkum at fáa størri vitan um ávirkanina av broytingum í fitiinnihaldi í havinum á náttúrligu vistskipanina, sigur Maria. Ein annar møguleiki, ið hevur verið nevndur, er at fara undir at gera PCB-kanningar. – Hetta eru kanningar, sum vit keypa í stórum tali í øðrum londum, og sum vit møguliga kunnu fáa vinning burturúr at gera sjálvi, sigur Maria. iNOVA gevur nýggjar møguleikar: Kanningar skulu gerast í Føroyum Tað verður lættari og stuttligari at vera granskari í Føroyum, nú gransk­ara­setrið iNOVA er farið at virka. Fleiri granskingar­stovnar og vinnufyritøkur eru í felag farin undir at byggja upp førleikar í Føroyum at gera kanningar, sum nú bert kunnu verða gjørdar uttanlands. Maria Dam Fødd 1961 í Noregi Dr. Sc. Í evnafrøði Deildarleiðari á Umhvørvisstovuni Verkætlan: Menning av førleikum til at fremja kanningar av perfluoreraðum evnum í fiski á granskarasetrinum iNOVA FAKTA »Eg fái fleiri og fleiri hugskot um, hvussu vit kunnu menna gransk­ ingarverkætlanir, ið vit eru í gongd við á Umhvørvis­ stovuni.«