týsdagur 16. september 2014síða 38
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mikudagur 17. september 2014 · Nr. 105
6
Sosialurin
Privatar fyritøkur og almennir
stovnar halda til lið um lið í
granskarasetrinum iNOVA, sum
nú hevur hálvtannað ár á baki.
Granskarar og onnur serkøn fólk
eru við at finna stevið og síggja
samstarvsmøguleikar tvørtur um
stovns- og yrkismørk í teimum ljósu
og rúmligu hølunum við nýmótans
starvsstovum og framkomnum
granskingartólum.
Tað mest útbygda samstarvið
er millum granskarar á Fiskaaling
og Náttúruvísindadeildini á Fróð
skaparsetrinum, sum longu framm
anundan høvdu eitt gott samstarv.
Men nú eru eisini privatar fyritøkur
sum Amplexa Genetics og Lands
sjúkrahúsið farin at arbeiða saman
um at gera framkomnar ílegu-
royndir á iNOVA.
Í tí vælútgjørda starvsstovukøk
inum fáast kokkarnir Leif Søren
sen og Gutti Winther við at menna
nýggj hugskot og rættir við før
oyskum rávørum.
Eitt av teimum fyrstu ítøkiligu
úrslitunum av granskingini á iNOVA
er ein nýggjur kanningarháttur,
sum ger tað møguligt at staðfesta,
um laksayngul er silja- ella rogna
fiskur.
– Higartil hevur tað ikki verið
møguligt at skilja siljafisk frá rogna
fiski, fyrrenn fiskurin er vaksin.
Men nú hava granskarar hjá Fiska
aling á iNOVA ment ein kanningar
hátt, sum ger tað møguligt at stað
festa kynið, meðan fiskurin er
yngul. Hesin kanningarháttur hevur
stórar fíggjarligar fyrimunir fyri
Fiskaaling, sum nú kann framleiða
tvær ferðir so nógv rogn við at
skilja siljafiskin frá rognafiskinum,
áðrenn hann verður vaksin, sigur
Janus Vang, sum er stjóri á iNOVA.
Ein onnur ítøkilig verkætlan, ið
kann fáa stóran týdning fyri før
oyska samfelagið, er kortlegging av
ílegunum hjá norðhavssildini, sum
Amplexa Genetics hevur ætlanir
um at fara undir á iNOVA.
– Nú kunnu vit útvega okkum
vitan um sildastovnin í Føroyum,
sum kann geva okkum fyrimunir,
tá vit skulu samráðast um kvotur,
sigur Janus Vang.
Vitanartung arbeiðspláss
Janus Vang hevur stórar visjónir
fyri Inova.
– Vit síggja longu nú, at vit eru
við at skapa eitt heilt serligt gransk
ingarumhvørvi, har granskarar frá
ymiskum stovnum og onnur køn
fólk arbeiða saman undir sama taki.
Hetta umhvørvið skulu vit menna
og útbyggja, soleiðis at iNOVA eisini
verður eitt vindeyga úteftir, ið vísir,
hvat Føroyar duga, sigur hann.
Janus Vang ætlar at royna at
fáa fígging til eitt post.doc. starv
á iNOVA fyri granskarar, sum júst
hava tikið teirra ph.d. Ætlanin er, at
útlendskir ella føroyskir granskar
ar í øðrum londum kunnu koma í
læru sum granskarar á rannsóknar
stovuni hjá iNOVA í tvey ár, har teir
kunnu fáa vegleiðing frá teimum
føstu granskarunum til egnar verk
ætlanir.
– Útlendskir granskarar kunnu
geva okkum nýggja vitan, og vón
andi fer onkur útlendskur ella før
oyskur granskari, sum nú virkar
uttanlands, eisini at fáa hug at
verða verandi í Føroyum, eftir
at hava verið her í tvey ár, sigur
hann.
Janus Vang væntar, at iNOVA fer
at fáa stóran týdning fyri føroyska
samfelagið.
– Nú hava vit bæði tað heilt serliga
tilfeingið, ið vit eiga í Føroyum, og
vit hava rannsóknarstovur og út
gerð til gransking á altjóða støði.
Tað gevur okkum møguleika fyri
at samstarva við nakrar av teimum
bestu granskarabólkunum í verðini,
og vit fáa vitanargrundaði arbeiðs
pláss í Føroyum, soleiðis at vit
kunnu fáa føroyingar við høgum
útbúgvingum
heimaftur,
sigur
Janus Vang.
Føroysk gransking á altjóða stigi
Granskarasetrið iNOVA er nú við at vera
komið upp á tað stigið, sum felagið setti sær
fyri, tá tað fór til verka fyri hálvumøðrum
ári síðani. 13 av teimum 16 vistarplássunum
eru nú útleigaði, og granskarasetrið
hevur fingið nýggja framkomna útgerð,
sum er við at verða tikin í brúk.
Granskarasetrið iNOVA varð tikið
í nýtslu í juni 2013. Í Granskara
setrinum hava privatar og almennar
fyritøkur atgongd til nýmótans
starvsstovur, framkomin tól og skriv
stovur.
Granskarasetrið iNOVA er úrslitið
av einum samstarvi millum privatar
og almennar fyritøkur, hvørs enda
mál var at styrkja vísindaliga undir
støðukervið í Føroyum.
Í iNOVA er eitt serstakt vísindaligt
umhvørvi, av tí at privatar og al
mennar fyritøkur granska undir sama
taki. Hendan samansetingin gevur
betri atgongd til framkomin tól og
samstarv millum granskararnar.
Granskarasetrið heldur til í ný
umvældum hølum hjá Vinnuframa á
Hoyvíksvegi. 550 m² eru innrættaðir
til starvsstovur við nýggjum starvs
stovuborðum, stinkskápum og øðrum
vanligum starvsstovutólum.
Umframt egin tól, hava vistararnir
í iNOVA eisini atgongd til framkomin
tól, sum Vinnuframi eigur, t.d. RT-
PCR.
Ein partur av Granskarasetrinum
er innrættaður til ein nýmótans
starvsstovukøk, sum er ætlaður at
virka fyri gransking og menning av
føroyskum matvørum. Køkurin er
sniðgivin til at vera ein partur av
Nýggju Norðurlendsku Matrørsluni.
Av tí sama er hann útgjørdur við
neyvleika køksútgerð, sum kokkar og
onnur serkøn fólk kunnu brúka til at
menna nýggj hugskot og rættir, har
føroysk rávøra er nýtt.
Granskarasetrið hevur 16 skriv
stovupláss, eitt fundarhøli og eina
stóra høll, sum kann brúkast til
skeiðvirksemi, filmsframvísing og
onnur tiltøk.
iNOVA
Fiskaaling er eitt alment partafelag
undir Vinnumálaráðnum, sum fevnir
um virkisøkini gransking og rogna- og
yngulframleiðslu.
Fiskaaling hevur framleitt rogn og
yngul til alivinnuna síðan 1978, og í dag
kann felagið bjóða kundum sínum eina
dygdarvøru, sum er skraddaraseymað
til føroysku alivinnuna.
Á Fiskaaling starvast 36 fólk,
harav 15 granskarar. Granskingin á
Fiskaaling hevur til endamáls at økja
vitanargrundarlagið til framhaldandi
at menna aling í Føroyum. Arbeitt
verður við granskingar- og menningar
verkætlanum í tøttum samstarvi við
alarar, fóðurframleiðarar og aðrar
granskingarstovnar.
Granskingin er skipað í trý starvsøki:
• Tøkni og umhvørvi
• Framleiðslumenning
• Biotøkni
Innan hesi granskingarøki kunnu nevn
ast verkætlanir, sum fevna um niður
berjing av laksalús, tilsetingarevni
í alifóðri, góðsku á alifiski og fóðri,
ílegugransking, heilsuágóðar av fiski,
umhvørvi, aling á harðbalnum økjum
og streym- og alduviðurskifti.
P/F Fiskaaling
iNOVA
Stjóri: Janus Vang
Adressa:
Hoyvíksvegur 51
Telefon: +298
733000
Teldupostur:
inova@inova.fo
Heimasíða: www.
inova.fo
FAKTA
Stjóri: Kristian Petersen
Adressa: við Áir, 430
Hvalvík
Telefon/fax: +298 474
747/474 748
Teldupostur: fiskaaling@
fiskaaling.fo
Heimasíða: www.
fiskaaling.fo
Høvuðsgranskingarøki:
Gransking innan
havbúnað
Granskarar/ársverk: 14
FAKTA
Jarðfeingi granskar og fyrisitur landsins
jarðfeingi. Hetta fevnir um jarðvísindi
á landi og sjógvi í Føroyum, herundir
leiting eftir kolvetni og menning av
nýtslu av varandi orkukeldum.
Endamálið hjá Jarðfeingi er at
granska, so vit fáa til vega kunnleika um
jarðvísindi í føroyska økinum á landi, í
luftini, á havbotninum og í undirgrund
ini. Vitanin er neyðug í fyrisiting og í
sambandi við ráðgeving og kunning
um, hvussu Føroyar skilagott gagnnýta
og varðveita hesi náttúruvirði. Ofta er
talan um stór øki ella ávísa serfrøði,
og slíkt arbeiði krevur vítt netverk við
samstarvsfelagar úr nógvum ymsum
londum.
Jarðfeingi fyrisitur lóggávuna inn
an leiting eftir og framleiðslu av kol
vetnum. Hetta merkir, at stovnurin
ráðgevur landsstýrismanninum og
almennum stovnum um kolvetni. Jarð
feingi fyrisitur elveitingarlógina og
veitir ráðgeving í orkuspurningum.
Jarðfeingi er tjóðsavn innan jarð
vísindi. Hetta hevur við sær, at steinar,
grót og kjarnar frá m.a. oljuleiting
byggja upp søvnini á Jarðfeingi. Hetta
rúgvismikla tilfar er karmur um jarð
vísindaligar framsýningar og undir
vísing, sum stovnurin skipar fyri á hvørj
um ári. Jarðfeingi hevur jarðvísindaligar
framsýningar saman við Søvnum
Landsins og luttekur við jarðvísinda
ligum átøkum á eitt nú savnsfagnaði,
vísindavøku og mentanarnátt.
Jarðfeingi
Jarðfeingi
Stjóri: Petur Joensen
Adressa: Brekkutún 1, 100 Tórshavn
Telefon/telefax: +298 357 000 / 357 001
Teldupostur: jardfeingi@jardfeingi.fo
Heimasíða: www.jardfeingi.fo
Høvuðsgranskingarøki: jarðvísindi, herundir m.a. jarðfrøði,
jarðalisfrøði, náttúrulandafrøði, jarðvandar, varandi orka.
Vísindastørv (ársverk): 15
FAKTA
Janus Vang, stjóri á iNOVA