Sosialurinarkiv
Sosialurin 2014-09-16, síða 37
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 16. september 2014síða 37

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

5 Mikudagur 17. september 2014 · Nr. 105 Sosialurin Mentamálaráðið hevur júst gjørt av, at Guðrið Andorsdóttir skal vera forkvinna í Granskingarnevndini næstu trý árini. Ein tann fyrsta upp­gávan hjá henni verður at seta ársins Vísindavøku. – Vísindavøkan er eitt ógvuliga gott høvi at kunna um føroyska gransking og vísa, hvussu stórt fjølbroytni er í granskingini. Til­ takið er við til at hækka medvitið í samfelagnum fyri gransking og røkka teimum pørtum, sum ikki hava stórt innlit i gransking, sigur hon. Guðrið er útbúgvin cand. scient í føðslulívvirkisfrøði frá Universitetinum í Oslo. Hon hevur starvast sum granskari í Noregi og í Føroyum í fleiri ár og hevur eisini drúgvar starvsroyndir sum leiðari á góðskudeildini hjá Faroe Seafood og Fiskavirking. Tey seinastu trý árini hevur hon verið stjóri á Ílegu­ savninum. Guðrið hevur sitið í Gransk­ ingarnevndini í fleiri tíðarskeið síðani 1996. Hon hevur eisini verið næstformaður í nevndini. – Tað er hend ein ótrúliga stór menning av gransking í Føroyum tey árini, sum Granskingarráðið hevur virkað. Tað síggja vit best við, at bæði nøgdin og dygd­in á um­sóknunum um gransk­ingar­ stuðul er hækkað munandi, sigur hon. Hon sær sera stórar møguleikar í føroyskari gransking komandi árini. – Tað eru ómetaliga nógv góð fólk, ið hava førleika og áhuga fyri at granska í Føroyum. Hetta eru fólk, sum duga væl at fáa pengar aðrastaðni, men tey hava brúk fyri einari grundjáttan frá føroyska samfelagnum. Vit eiga at gagnnýta tað stóra tilfeingið, sum hesi fólk eru, og játta nógv meiri pengar til gransking, sigur Guðrið. Politikararnir hava givið ferða­vinnuni 16 milliónir krón­ ur meira at arbeiða við, tí teir vænta, at hon fer at vinna pen­ing til landið og skapa nýggj arbeiðs­ pláss. Á sama hátt eiga teir nú at satsa uppá granskingina, heldur nýggja forkvinnan í Gransk­ingar­ nevndini. – Um Granskingarráðið fær 10 milliónir afturat, hava vit til­ samans 17 milliónir at luta út til gransking. Tá kunnu vit fáa fleiri av okkara vælútbúnu ungu fólkum heimaftur og luttaka í stór­um útlendskum verkætlanum, sum geva okkum nógvar pengar. Tað hevði skapt nógv nýggj ar­ beiðspláss í Føroyum, ikki bert til granskarar, men eisini til tekn­ ik­arar og onnur við góðum før­ leikum, sigur hon. Granskingin má fáa meira pengar Gransking hevur stóran týdning fyri samfelagið og fyri møguleikarnar at fáa ung vælútbúgvin fólk heimaftur. Tí eigur granskingin at fáa munandi meira pengar at arbeiða við, heldur Guðrið Andorsdóttir, sum er nýggj forkvinna í Granskingarnevndini. Søvn Landsins eru ein stovnur undir Menta­málaráðnum, ið er stýri fyri mentana­r­arv og náttúruarv og fyri­ siting hjá Landsbókasavninum, Lands­ skjalasavninum, Fornminnissavninum, Náttúrugripasavninum og Biofar. Uppgávurnar hjá Landsbókasavn­in­ um eru at vera landsbókasavn, bóka­ savnssentralur og bókasavnseftirlit. Landsbókasavnið skal savna allar før­ oyskar bókmentir og í tann mun tað er gjørligt allar bókmentir, sum við­víkja Føroyum. Harumframt skal Lands­ bóka­savnið sum sentral- og gransk­ ingar­bókasavn virka fyri útbreiðslu av kunnleika og upplýsing í landinum. Landsbókasavnið hevur eftirlit við fólkabókasøvnunum og tekur sær m.a. av bókakeypi og katalogisering til bóka­søvn, sum ikki sjálvi hava útbúgvið fólk til hetta. Landsbókasavnið umsitur skyldu­avhendingina av prentlutum, sum er áløgd teimum, ið framleiða ein­tøk til útgávu. Landsskjalasavnið hevur tvær høv­uðs­uppgávur, at innsavna, skipa, varð­veita, lýsa og taka sær av tí til­ fari, sum almennir stovnar sambært lóg­gávu skulu avhenda til savnið, og at hava eftirlit við journalum og arkivum hjá almennum stovnum og ráðgeva teimum. Seinna uppgávan er fyritreyt fyri tí fyrru. Landsskjalasavnið innsavnar harumframt privat skjøl, sum hava granskingarligan ella mentanar­ ligan týdning. Samstundis er tað upp­ gáva Landsskjalasavnsins at hava savn­indi tøk til almenna fyrisiting og gransk­ing og at hava egna gransking. Høvuðsuppgávan hjá Forn­minnis­ savninum og Náttúrugripasavninum er at reka musealt virksemi gjøgnum inn­savning, skráseting, varðveiting, gransking og miðlan av náttúruarvi og mentanararvi Føroya. Harumframt umfata uppgávur Fornminnissavnins um­siting av fornminna- og bygn­ inga­friðingarlógini, lógini um forn­ minni í sjónum, fakligt eftirlit við mentanar­søguligum bygdasøvnum og antikvariskari ráðgeving í sambandi við bygningar hjá fólkakirkjuni. Biofar er inntøkufíggjað savnsvið­ komandi lívfrøðilig kanningarstøð við­ v­íkjandi havbotni. Havstovan hevur til endamáls at kanna før­oyskt havumhvørvi og tað livandi til­feingi, ið har er, og at ráðgeva og kunna landsins myndugleikar og al­ menn­ing um hesi viðurskifti. Á hvørj­ um ári skal hon lata Føroya Lands­ stýri upplýsingar um støðuna í fiska­stovnunum og umhvørvi teirra á før­oysku landleiðunum og á sjóleiðum utt­an fyri føroysku landleiðirnar, sum før­oysk fiskifør gagnnýta, og gera vís­inda­ligar tilráðingar og metingar sam­svarandi endamálinum í lógini um vinnu­ligan fiskiskap. Fyri at røkka hesum setningi ger Havstovan á hvørjum ári regluligar kann­ingar við rannsóknarskipinum Magn­usi Heinasyni av havumhvørvi og vist­skipan við serligum denti á fiska­stovnar, sum verða gagnnýttir. Kann­ingarnar skulu lýsa gongdina frá einum ári til annað og hjálpa okk­um at skilja broytingarnar í livandi til­ feinginum. Tær eru ein treyt fyri at kunna skipa burðardygga gagnnýtslu. Aftur­at hesum verða royndir gjørdar við leigaðum skipum og harumframt kanningar av veiðuni hjá fiskiskipum. Úrslit av kanningunum verða kunn­ gjørd í vísindaligum tíðarritum og á ráð­stevnum og verða kunnaði føroyska al­menninginum í greinum, ritum og fram­løgum, umframt á heimasíðuni. Havstovan hevur samband við nógvar granskingarstovnar uttanlands og er við í fleiri føroyskum, norðurlendskum og evropiskum verkætlanum. Havstovan Søvn Landsins Stjóri: Andras Mortensen Adressa: Kúrdalsvegur 15, 188 Hoyvík Telefon/fax: +298 340 500 Teldupostur: savn@savn.fo Heimasíða: www.savn.fo Høvuðsgranskingarøki: Lívfrøði á landi, lívfrøði í sjónum, plantufrøði, fornfrøði, fólkalívsfrøði, bygningafrøði, fyrisitingarsøga. Vísindastørv (ársverk): 12,6 FAKTA Søvn Landsins Stjóri: Eilif Gaard Adressa: Nóatún 1, 100 Tórshavn Telefon/fax: +298353 900 / 353 901 Teldupostur: hav@hav.fo Heimasíða: www.hav.fo Høvuðsgranskingarøki: Fiskiskapur, havvistskipanir og veðurlag Vísindastørv (ársverk): 15 FAKTA Guðrið Andorsdóttir er nýggj forkvinna í Granskingarnevndini. »Tað er hend ein ótrúliga stór menning av gransking í Føroyum tey árini, sum Granskingarráðið hevur virkað. Bæði nøgdin og dygdin á umsóknunum um granskingarstuðul er hækkað munandi.«