Sosialurinarkiv
Sosialurin 2014-09-16, síða 36
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 16. september 2014síða 36

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mikudagur 17. september 2014 · Nr. 105 4 Sosialurin Tann 2. august í ár gjørdi Marin álvara av tí, sum hon hevði ætlað sær í nógv ár. Hon flutti heim til Føroya við báðum synunum - Tóka, sum er 12 ár, og Jóna, sum er 8 ár. Maðurin, Janus, er enn í Keyp­ mannahavn, men hann flytur eisini heim, tá hann er leysur av sínum arbeiði. Marin og maðurin hava búð í Keypmannahavn, síðani tey fóru niður at lesa eftir studentaskúlan. Tey hava trivist væl og ikki longst heim, men kortini hava tey ongantíð verið í iva um, at tey skuldu heim aftur einaferð. – Vit hava altíð ætlað okkum heim aftur, men tað er ringt at fara frá nøkrum, sum tú trívist væl við og heldur vera spennandi, sigur hon. Nú tann eldri sonurin var vorðin 12 ár, gjørdist ætlanin um at flyta heim meira átroðkandi. – Vit búðu mitt í Keyp­manna­ havn, og vit vildu ikki, at hann skuldu vera tannáringar har. Vit ynsktu eisini at koma nærri familj­ uni aftur, sigur hon. Ávirkan í fosturlívi Marin hevur starvast sum granskari á danska Serumstovninum, síðani hon var liðug við útbúgving sína sum fólkaheilsufrøðingur á Keyp­ mannahavnar Universiteti í 2005. Tað var áhugin fyri at fara heim til Føroya at granska, sum gjørdi, at hon av fyrstan tíð fekk samband við Serumstovnin. – Tá eg skuldi skriva serritgerð mína á Universitetinum, vildi eg velja eitt evni, sum kundi leggja lunnar undir, at eg kundi koma heim aftur at arbeiða. Tí setti eg meg í samband við Sjúrð Olsen, deildarleiðara á Serumstovninum, sum er føroyingur og hevur stóran áhuga fyri føroyskari gransking, sigur hon. Marin skrivaði ph.d. ritgerð um sambandið millum, hvussu nógvan fisk barnakonur eta, og vandan fyri, at tær fáa burðartunglyndi og hjartasjúkur seinni í lívinum. Kanningarnar hjá henni vístu, at barnakonur, ið ikki eta nógvan fisk, eru í størri vanda fyri at fáa hjartasjúkur, men tað bar ikki til greitt at ávísa, at vandin fyri burðar­tunglyndi eisini økist hjá kvinn­um, ið eta ov lítið av fiski. Marin fekk fast starv sum granskari á Serumstovninum. Hon hevur saman við Sjúrði Olsen bygt upp eina granskaraeind, sum burturav granskar sambandið mill­um kostin hjá barnakonum og heilsu og menning hjá børnunum. – Ávirkan í fosturlívinum hevur stóran týdning fyri heils­una seinni í lívinum. Kosturin kann ávirka nervaskipanina og undirliggjandi sambindingar í heilanum, sum verða formaðar í fosturlívinum. Nak­rar av hesum ávirkanum síggj­ast ikki aftur, fyrrenn fólk eru í 20unum ella 30unum ella uppaftur eldri. – Til dømis eru fólk betri vard móti hjartasjúkum, um mamman hevur etið nógvan fisk, meðan hon gekk við teimum. Um mamman hevur etið grind, ið er dálkað við eitur­evnum, hevur tað hinvegin skaðilig árin á nervalagið hjá barn­ inum, greiðir hon frá. Marin hevur mest arbeitt við árin av fiski og dálkandi evnum, men tann kanningin, ið hevur vakt størstan ans, snúði seg um nakað heilt annað. – Eg var við til at kanna, um eftirgjørd søtievnir ávirka burðar­ vekt­ina. Vit komu fram til, at barna­konur, sum drekka nógv soda­vatn og saft við eftirgjørdum søtievni, fáa smærri børn og eiga oftari ov tíðliga. Tað dámdi ikki framleiðarunum av light drykkjuvørum, og nógv kjak var um tað í miðlunum, sigur hon. Marin hevur ongantíð arbeitt við føroyskum tilfari, men áhugin hevur alla tíðina verið fyri evnum, sum hava týdning fyri føroyska sam­felagið. – Tað hevur næstan alla tíðina snúð seg um fisk og fitisýrur úr fiski, og í seinastuni havi eg eisini kannað nøkur av teimum somu dálk­ingarevnunum, sum eru kann­ að í Føroyum, sigur hon. Leitar eftir verkætlan Marin hevur einki arbeiði at koma heim til. Men hon hevur fingið innivist á Deildini fyri Arbeiðs- og Almannaheilsu, og tað fyrsta hálva árið er hon framvegis við í nøkrum av teimum verkætlanum, sum hon hevur verið partur av á Serumstovninum. Hon hevur nógv hugskot, men enn onga fígging til gransk­ingar­ verkætlanir í Føroyum. – Sum granskari skalt tú altíð hugsa um at útvega fígging. Tað skuldi eg eisini á Serumstovninum, hóast eg hevði fast starv. Men eg havi eina kenslu av, at tú í Føroyum næstan kann gera tað, sum tú fært eitt hugskot til, sigur hon. Marin heldur, at hon kann brúka nógv av tí, hon hevur arbeitt við á danska Serumstovninum, sum granskari í Føroyum. – Tað kundi verið spennandi at samanborið heilsuna hjá fólki í Danmark, sum ikki eta nógvan fisk, og føroyingum, sum ið hvussu er fyrr hava etið nógvan fisk, sigur hon. Marin hevur lagt merki til, at før­oysk børn eta nógv góðgæti. – Eg haldi meg síggja, at børn eta meira søtt her enn í Danmark. Tað hevði verið áhugavert at kanna, hvat føroysk børn eta, og hvussu hetta ávirkar heilsuna hjá teimum, sigur hon. Marin leitar í løtuni eftir eini góð­ari verkætlan, sum hon kann fáa fígging til. – Tað er ein verkætlan, sum eg havi serliga góðan hug at fara undir. Eg veit um eina kanning av kostinum hjá barnakonum, sum ein jarðamóður gjørdi fyri umleið 14 árum síðani. Eg kundi hugsað mær at funnið børnini hjá teimum og kannað, hvussu tey eru fyri heilsuliga og menningarliga, sigur hon. Møguleikarnir fyri at gera upp­ fylgjandi heilsukanningar eru betri í Føroyum enn aðrastaðni. – Tað hevði ikki borið til aðra­ staðni at tikið eina verkætlan upp aftur so nógv ár eftir, at hon er slept, tí tú fært ikki fólk at koma at gera nýggjar kanningar. Í Føroyum er lætt at finna fólk og fáa tey at koma, kanska tí tey føla, at tey eru ein partur av nøkrum, sum hevur týdning, sigur hon. Marin er sannførd um, at heilt stórir møguleikar liggja í ílegu­ gransking í Føroyum. – Vónandi kemur Fargen-verk­ ætlanin skjótt í gongd aftur, so ætlanin at ílegulesa allar føroyingar kann verða framd. Føroyingar eiga ikki at vera so bangnir fyri, hvat upplýsingar um teirra ílegur verða brúktar til, tí fólk eiga í síðsta enda sjálvi upplýsingarnar og kunnu altíð siga nei, um tey ikki vilja, at tær skulu brúkast í gransk­ingar­ verkætlanum. – Fargen er ein ótrúliga spenn­ andi verkætlan, sum saman við iNOVA kann skapa ein heilan ídnað við nógvum arbeiðsplássum, sum eisini fer at gera tað lættari at vera granskari í Føroyum, tí vit fara at fáa pengar uttaneftir. Hetta er nakað, ið eg ógvuliga fegin vil vera ein partur av, sigur hon. Størri frælsi Hóast Marin hevur búð í Keyp­ mannahavn í nógv ár, følir hon seg longu heima aftur í Føroyum. – Tað hevur veruliga verið posi­ tivt at koma heim. Eg havi følt meg ógvuliga væl móttikna, bæði her á Deild­ini fyri Arbeiðs- og Al­ mannaheilsu, og har, sum vit búgva. Tá vit stóðu og tømdu bingjuna uttan fyri húsini, sum hava staðið og bíðað eftir okkum í fleiri ár, komu nakrir grannar beinanvegin at heilsa uppá okkum. Og her á deildini hava øll verið ógvuliga hjálpsom og roynt at givið mær hugskot til, hvat eg kann arbeiða við, sigur hon. Eisini teir báðir dreingirnir stór­ trívast. – Lívið í Føroyum er lættari enn í Keypmannahavn. Tað er lættari at koma til og frá arbeiði, og dreingirnir kunnu sjálvir fara allastaðni. Í Keypmannahavn var eg altíð noydd at fara við teimum, um teir skuldu okkurt. Teir hava fingið eitt stórt frælsi, og tað hevur eisini givið mær eitt frælsi í mun til at arbeiða uttan alla tíðina at skula hava tankarnar við tí, sum teir gera, sigur hon. Flytur frá góðum granskingarstarvi í Danmark: Marin vil granska føroysk børn Marin Strøm er flutt heim til Føroya, hóast hon hevði eitt spennandi granskingarstarv í Keypmannahavn. Hon hevur valt familjuna og tað trygga umhvørvið fram um fakligu avbjóðingarnar á danska Serumstovninum saman við 50 øðrum granskarum. Nú leitar hon eftir eini verkætlan, sum gevur henni møguleika at brúka sínar førleikar til at granska heilsuna hjá føroyskum barnakonum og børnum teirra. Marin Strøm Fødd 1976 Útbúgvin sum fólkaheilsufrøðingur á Keypmannahavnar Universiteti Gift við Janusi Helga Læarsson,ið er KT-verkfrøðingur Eigur tveir synir - Tóki, 12 ár, og Jóni, 8 ár Hevur starvast sum granskari á Statens Serum Institut síðani 2005 Flutti til Føroya 2. august í ár FAKTA »Ávirkan í fosturlívinum hevur stóran týdning fyri heilsuna seinni í lívinum.«