týsdagur 16. september 2014síða 42
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mikudagur 17. september 2014 · Nr. 105
10
Sosialurin
Tá Amanda og Janus vóru liðug
við sínar ph.d. verkætlanir í lív
læknafrøði á Universitetinum
í Connecticut í USA, høvdu tey
allar møguleikar fyri at fáa eitt
spennandi granskarastarv millum
tey fremstu á teirra øki í eitt nú
Boston ella Kalifornia.
Í staðin fyri spennandi yrkis
leiðir í USA valdu tey at flyta til
Føroya til einki. Fyri tveimum
árum síðani fluttu tey við tveim
um smáum døtrum inn í eini
gomul hús í Kaldbak. Hvørgin
teirra hevði arbeiði, og tey kendu
ongan í føroyska granskingarum
hvørvinum.
– Vit valdu Føroyar, tí vit vildu
geva børnunum ein góðan og
tryggan uppvøkstur. Tað hevði
størri týdning fyri okkum enn
okkara
yrkismøguleikar,
siga
Amanda og Janus.
Trygt hjá børnum
Janus hevur føroyska mammu
og er føddur í Føroyum, men
uppvaksin í Danmark. Hann hev
ur vitjað nógv í Føroyum í upp
vøkstrinum og hevur altíð trivist
væl her, hóast hann ikki tosar før
oyskt.
– Eg havi altíð følt meg sum
føroying, hóast eg ikki havi búð í
Føroyum. Og síðani mamma mín
fyri 15 árum síðani flutti aftur
til Føroya, hevur tilknýtið verið
uppaftur sterkari, sigur hann.
Janus las lívfrøði á Universi
tetinum í Roskilde við sergrein
í bygnaðarlívfrøði. Eftir at hava
starvast í tvey ár sum granskari
á Universitetinum í Keypmanna
havn, fór hann til USA at gera sína
ph.d. verkætlan.
Á
Universitetinum
í
Con
necticut hitti hann Amandu úr
Alaska, ið eisini var ph.d. lesandi
í
livlæknalívfrøði.
Amanda
hevði sergrein í heiliráðfrøði og
immunologi og hevði arbeitt í eitt
ár á einari immunologiskari rann
sóknarstovu á Harvard Medical
School.
Amanda og Janus fingu tvær
døtur – Stellu, sum nú er 5 ár, og
Marin, sum er 2 ár.
Tá Amanda var liðug við sína
ph.d. verkætlan, og Janus eisini
var komin væl áleiðis víð sína,
gjørdu tey av at flyta til Føroya.
– Arbeiðsliga hevði tað verið
ógvuliga áhugavert hjá okkum at
verið í USA, men tað er ikki eitt
samfelag, ið vit vilja búgva í. Vit
valdu Føroyar, tí mín nærmasta
familja er her, og tí vit ynsktu,
at okkara børn skuldu vaksa upp
í einum samfelagi, sum virðir
menniskju og familju, og sum er
minni materialistiskt og meira
trygt enn USA, sigur Janus.
Amanda er uppvaksin í einum
lítlum býi í Alaska, sum á nógvan
hátt minnir um Føroyar.
– Náttúran, tann fríska luftin
Tað var eitt ynski um at geva børnunum
ein góðan og tryggan uppvøkstur,
sum fekk amerikansku Amandu
og hálvføroyska Janus at flyta úr
Connecticut í USA til Kaldbak. Við
sær høvdu tey tvær ph.d. útbúgvingar
í lívlæknafrøði, sum nú koma
føroyska samfelagnum til góðar.
Búnaðarstovan er almennur stovnur
undir Fiskimálaráðnum. Búnaðarstovan
hevur til uppgávu at umsita almennu
jørðina í Føroyum sambært løgtingslóg
um landsjørð. Meginparturin av hesum
eru festir og traðir.
Ein onnur uppgáva hjá Búnaðar
stovuni er at granska og gera royndir
innan landbúnað og matframleiðslu
og somuleiðis at ráðgeva og kunna og
skipa fyri skeiðum innan hesi evni.
Dentur verður lagdur á at gera
royndir, sum eru viðkomandi fyri land
búnaðarvinnuna, og úrslitini verða gjørd
atkomilig fyri vinnuna, so hvørt sum tey
eru tøk, soleiðis at vinnan kann taka
støðu til, um tey eru áhugaverd og
nýtilig í framleiðsluni.
Ein partur av royndunum verða
fíggjaðar av árligu játtanini, meðan ein
annar partur eru norðurlendskar og
altjóða verkætlanir, sum verða gjørdar
saman við granskingarstovnum uttan
lands, og har høvuðsfíggingin er fingin
til vega uttanlands.
Á hvørjum ári ger Búnaðarstovan
royndir við nýggjum og eldri eplasløgum
fyri at vita, hvørji vaksa best her, og
grundað á hesar royndir gera vit tilmæli
á hvørjum ári. Í løtuni gera vit eisini
neyvar skrásetingar av seyðahaldinum
á Búnaðarstovuni fyri at fáa hagtøl til
vega, sum kunnu vera til hjálpar hjá
bóndum og røktingarmonnum og annars
øllum, sum fáast við seyð.
Búnaðarstovan er eisini við í tveim
um altjóða verkætlanum um korn
velting
saman
við
Norðurnoregi,
Orknoyggjunum,
Hetlandi,
Íslandi,
Grønlandi, Ný Foundlandi og Labrador.
Somuleiðis er Búnaðarstovan við í einari
norðurlendskari verkætlan at kanna
ílegugrundarlagið undir matframleiðslu
í Norðanlondum og tørvin á aling á
hesum øki.
Úrslit av royndunum verða kunngjørd
á heimasíðuni hjá Búnaðarstovuni og í
ymiskum viðkomandi bløðum, tíðarritum
og heimasíðum, og eru við í viðkomandi
fyrilestrum, skeiðum og ráðstevnum.
9Stjóri: Bjørn Patursson
Adressa: Frammi í Dal 166, 410 Kollafjørður
Telefon/fax: +298479000/479020
Teldupostur: bst@bst.fo
Heimasíða: www.bst.fo
Høvuðsgranskingarøki: Landbúnaður og matframleiðsla
Vísindastørv (ársverk): 1
FAKTA
Búnaðarstovan
Deildin fyri Arbeiðs- og Almannaheilsu
er sjálvstøðugur stovnur innan sjúkra
húsverkið. Ein av høvuðsuppgávunum
hjá deildini er heilsufremjandi gransking,
og serliga hevur verið granskað, hvussu
umhvørvisdálking ávirkar heilsuna. Síðan
deildin varð sett á stovn í 1988, er sera
nógv granskingarvirksemi farið fram, og er
hetta framt í tøttum samstarvi við gransk
ingarstovnar í Danmark, USA og Japan.
Granskingarøkini á deildini eru hesi:
1. Kanningar av føroyskum burðarko
hortum, sum hava verið útsettar fyri
umhvørvisdálking. Serliga hevur verið
hugt at árinum á heila, immun- og
hormonskipanina.
2. Kanningar av nøringsevnunum hjá
føroyingum, bæði ”time to preg
nancy” hjá kvinnum og sáðgóðsku
kanningar, har ávirkanin av dálkingar
evnum verður kannað.
3. Kanningar av, hvussu umhvørvis
dálking ávirkar ymiskar aldurstengd
ar sjúkur, td. hjarta-æðra sjúkur og
Parkinsons sjúku.
4. Kanningar av, hvørt sukursjúka er
tengd at umhvørvisárinum.
5. Kanningar av arbeiðsumhvørvi hjá
fiskimonnum.
6. Fólkaheilsukanningar við serligum
atliti til týðandi risikofaktorar, so sum
royking, alkohol, yvirvekt og vantandi
rørslu.
7. Kanningar av lívsvanum hjá næm
ingum í 9. flokki síðan 1989.
Á Deildini fyri Arbeiðs- og Almannaheilsu
starvast hesi fólk: Ein yvirlækni, tríggir
fulltíðar granskarar við ph.d., ein sjúkra
røktarfrøðingur, ein bioanalytikari, ein
granskingarhjálpari, eitt hjálparfólk og
tveir skrivarar. Deildin hevur gjøgnum síðstu
nógvu árini fingið hollar royndir í at bjóða
bæði frískum og sjúkum til vísindaligar
kanningar í Føroyum. Sum frá liðið hevur
deildin fingið hollar royndir í at søkja um
pening frá útlendskum grunnum, soleiðis at
hon í mong ár hevur fingið meira í gransk
ingarpeningi úr útlondum, enn hon hevur
kostað landskassanum.
Deildin fyri Arbeiðs-
og Almannaheilsu
Amanda og
Umhvørvisstovan er stovnur undir
Innlendismálaráðnum, sum fevnir um
virkisøkini Vernd, Matrikul, Kort &
Skráir, Gransking, Skógrøkt, Tinglýsing,
Landsfólkayvirlit og Útlendingastovu.
Umhvørvisstovan er ein virkin part
ur í samfelagnum og hevur starvsfólk
innan ymisku ábyrgdar- og virkis
økini á stovninum. Førleikarnir hjá
starvsfólkunum spenna vítt. Á stovn
inum starvast eini 45 starvsfólk við
fleiri enn 20 ymiskum útbúgvingum.
Ein týðandi partur av virkseminum
er at spjaða kunning til almenningin,
myndugleikar og onnur áhugað.
Virkisøkið Gransking tryggjar stovn
inum grundleggjandi vitan innan ávís
øki, serliga innan umhvørvisøkið. Upp
gávan er at granska í føroyska um
hvørvinum, serliga við atliti til manna
elvdar broytingar og árin av dálking og
inntrivum.
Eftir avtalu ger granskingardeildin
árins- og støðiskanningar og aðrar ser
stakar kanningar umbidnar av lands
stýrinum, kommununum, danska um
hvørvisstýrinum og øðrum pørtum.
Arbeiðið hjá Gransking fevnir ann
ars um:
• Gera og fremja ætlanir fyri
eftiransing av umhvørvisdálkandi
evnum
• Ráðgeva um dálking og árin
• Gera árins- og støðiskanningar
• Granska í útbreiðsluni av
umhvørviseitrandi evnum og
árinum av hesum
• Taka lut í altjóða og norðurlendsk
um samstarvi
• Vegleiða í sambandi við bachelor,
cand.scient og ph.d. verkætlanir
• Gera kunning um granskingarúrslit
Umhvørvisstovan
Heilsufrøðiliga Starvsstovan arbeið
ir innan matvørur, djóraheilsu, ali
umsiting, arbeiðsumhvørvi og gransk
ing. Harafturat hevur Heilsufrøðiliga
Starvsstovan tríggjar altjóða góð
kendar kanningarstovur: Eina kem
iska, eina mikrobiologiska og eina
patologiska, sum virka fyri álítandi
og skjótum kanningarúrslitum innan
dálking av umhvørvinum, føðsluvirði
í matvørum, dálking av matvørum og
innan sjúkur hjá fiski og djórum.
Matvørudeildin og veterinerdeildin
hjá Heilsufrøðiligu Starvsstovuni virka
fyri tryggum og góðum matvørum
og fyri góðari djóraheilsu. Arbeiðs
eftirlitið virkar fyri tryggum arbeiðs
umhvørvi. Aliumsitingin umsitur tey
meira enn 40 aliloyvini.
Á stovninum starvast eini 50
starvsfólk, sum við fleiri enn 15
ymiskum útbúgvingum tryggja eitt
gott fakligt umhvørvi og vitan innan
okkara virkisøki.
Gransking hevur stóran týdning
fyri virksemið á stovninum og er við til
at tryggja grundleggjandi vitan innan
okkara virkisøki. Gransking er vorðin
ein týðandi partur av virkseminum,
serliga innan djóraheilsu og nú eisini
innan matvørutrygd.
Granskingin fevnir m.a. um at
• Luttaka í føroyskum, norður
lendskum og altjóða granskingar
verkætlanum innan fiskasjúkur
og matvørudálking
• Ráðgeva um kemiska og mikro
biologiska matvørudálking
• Ráðgeva um fiskasjúkur m.a. í
European Food Safety Authority
(EFSA) www.efsa.eu
• Stuðla arbeiðinum innan sjúku
Heilsufrøðiliga Starv
Umhvørvisstovan
Stjóri: Petur Nielsen
Adressa: Traðargøta 38, 165
Argir
Telefon/fax: +298 342 400 /
342 401
Teldupostur: us@us.fo
Heimasíða: www.us.fo
Høvuðsgranskingarøki: Dálking
og árin av hesum, serliga á
grindahval og sjófugl
Vísindastørv (ársverk): uml. 3
FAKTA
Deildin fyri Arbeiðs- og
Almannaheilsu
Stjóri: Pál Weihe
Bústaður: Sigmundargøta 5,
Postboks 14, 100 Tórshavn
Telefon/fax: +298 316 696 / +298
319 708
Teldupostur:
dfaa@health.fo
Heimasíða: www.health.fo
Høvuðsgranskingarøki:
Umhvørvisárin á heilsu
Vísindastørv (ársverk): 4-5
FAKTA