Sosialurinarkiv
Sosialurin 2014-09-16, síða 43
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 16. september 2014síða 43

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

11 Mikudagur 17. september 2014 · Nr. 105 Sosialurin og tað næra umhvørvið kennist heimligt hjá mær, og eg føli meg væl her. Her er friðarligt og trygt, og vit kunnu lata børnini fara út at spæla uttan at óttast fyri, at nakar ger teimum nakað, sigur Amanda. – Tað besta við Føroyum er, at børn eru vælkomin allastaðni, og tey eru við í øllum, sum familjurnar gera, leggur Janus afturat. Vildu vísa hvat tey dugdu Áðrenn Janus og Amanda fluttu til Føroya, royndu tey at seta seg í samband við stovnar og fólk í Føroyum, sum kundu hugsast at hava áhuga fyri teirra førleikum. Tey fingu vinalig svør, men eingin kundi lova teimum nakað. Tey ivaðust kortini ikki í at taka tað stóra lopið og flyta úr Con­ necticut til Kaldbak. – Tað var familjan, sum var orsøkin til at vit fluttu, men eg føldi ongantíð, at eg mátti sleppa mínum møguleikum fyri at brúka mínar førleikar, um eg flutti til Føroya. Eg var vís í, at Føroyar høvdu brúk fyri tí, sum vit duga, og at okkurt fór at vísa seg, sigur Amanda. Tað tók sína tíð, áðrenn tey bæði fingu møguleika fyri at brúka sínar førleikar í Føroyum. Tað fyrsta árið var Amanda heima hjá tí yngstu dóttrini, meðan Janus gjørdi sína ph.d. lidna og eitt skifti eisini ar­beiddi við at spreingja út fyri Markna­gils­deplinum. Samstundis gjørdu tey alt tað, tey vóru ment, fyri at fáa sam­band við fólk í føroyska gransk­ingar­um­ hvørvinum. – Vit vóru ógvuliga væl móttikin, og tað var lætt at koma í samband við fólk. Øll vóru ógvuliga áhugaði og vildu fegin hjálpa, men tey flestu kundu ikki, tí eingir pengar vóru, sigur Amanda. Hóast tað tók sína tíð at fáa fótin innum, so mistu Janus og Amanda ongantíð vónina um, at tað fór at eydnast. – Vit vistu, at vit høvdu førleikar, ið føroyska samfelagið hevði brúk fyri, og tað fingu vit eisini at vita allastaðni. Men vit vóru fremmand og máttu fyrst royna at fáa ein møgu­leika at vísa, hvat vit dugdu, sigur Janus. Janus fekk samband við Vinnu­ frama, sum var við at fyrireika nýggja granskarasetrið iNOVA. Hann varð biðin um at kanna, hvørja útgerð granskarasetrið skuldi keypa. Tá stjórastarvið varð lýst leyst í fjør heyst, søkti hann og fekk starvið. – Hetta er júst tað arbeiðið, sum eg altíð havi ynskt mær, men eg havi bara ikki vitað tað. Tað er spennandi at vera við til at byggja nakað upp frá grundini. Eg havi vitan og royndir, sum gera, at eg kann samskifta við bæði granskarar, fólk úr privatu vinnuni og fólk við øðrum mentanum, sigur hann. Nýggj viðgerð fyri tarmbruna Tað eydnaðist í fyrstu atløgu Amandu at fáa eina lítla játtan frá Landssjúkrahúsinum til at gera forkanningar til eina størri verkætlan um kroniskan tarm­ bruna, sum hon nú er farin undir í samstarvi við Maciej Kaminsky, patolog, og Kára Rubek Nielsen, serlækna í maga- og tarmsjúkum. Síðani fekk hon stuðul frá Gransk­ingarráðnum til eina stóra verkætlan, sum hevur til enda­ máls at finna betri heilivág til fólk við kroniskum tarmbruna, ið er ein sjúka, sum er meira enn tvær ferðir so vanlig í Føroyum sum aðrastaðni. Sjúkan rakar fólk í bestu árum og ger tað trupult at liva eitt vanligt virkið lív, tí sjúklingarnir hava ofta blóðugt leyst lív og búkpínu og vita ongantíð, nær tey eru før fyri at arbeiða ella fara nakran veg. – Sjúkan stendst av, at immun­ verj­an ger seg inn á vevnaðin í kropp­inum, og tað er tí ógvuliga trupult at finna ein heilivág, ið ikki samstundis brýtur niður immun­ verjuna. Mítt mál er at finna ein heilivág, ið bert virkar ímóti sjúkuni og ikki ávirkar alla immun­ skip­anina, sigur Amanda. Hon hevur gjørt royndir við mýs í USA, har tað hevur víst seg, at tað ber til at minka brunan og álopini á kyknurnar við at tarna einum enzymi, ið nevnist fos­fo­ diesterase 8A. Nú er hon farin undir at kanna vevnaðarroyndir frá fólki við kroniskum tarmbruna, sum Landssjúkrahúsið hevur á goymslu, fyri at vita, um kyknurnar kunnu ávirkast á sama hátt sum músavevnaðurin. – Hetta er stigið beint undan, at heilivágurin kann roynast á sjúk­ lingum. Í USA hevði eg ongantíð fingið ein slíkan møguleika at gera royndir við menniskjavevnaði, og eg hevði heldur ikki kunna sam­skift beinleiðis við læknar og við fólk, sum taka avgerðir, sum eg geri her. Hetta er nógv meira gevandi og samsvarar betri við tað, ið eg upprunaliga vildi við at gerast granskari, sigur Amanda. Meira áhugaverd sum granskari Játtanin, sum Amanda hevur fingið frá Granskingarráðnum, hevur fing­ið gongd á hennara yrkisleið sum granskari í Føroyum. – Hetta gevur mær møguleika at byggja víðari á tað arbeiðið, ið eg havi gjørt frammanundan. Nú kann eg fara eitt stig longur, og tað gevur mær upp aftur fleiri møguleikar, sigur hon. Hon er væl nøgd við um­støð­ urnar, sum hon hevur sum gransk­ ari í Føroyum. – iNOVA, Ílegusavnið og sam­ starvið við Landssjúkrahúsið gera, at tað ber til at granska á høgum stigi í Føroyum. Eg eri meiri áhuga­ verd sum samstarvsfelagi hjá viðurkendum útlendskum gransk­ arum nú, tí eg havi atgongd til ti­ lfeingi, sum eingin annar hevur, sigur Amanda. Nú tvey ár eru liðin, síðani Amanda og Janus tóku stóra stig­ið og valdu familjuna fram um yrkis­ møguleikarnar í USA, eru tey sera væl nøgd við tað, tey hava rokkið. – Eg føldi ongantíð, at eg mátti velja granskingina frá fyri at kunna búgva í Føroyum. Men eg hevði ikki væntað, at tað fór at ganga so væl hjá okkum og verða so áhugavert at arbeiða í Føroyum, sigur Amanda. – Men vit hava eisini verið heppin, tí tíðin var júst tann rætta. Føroysk gransking er ment nógv seinastu árini, og nú iNOVA er komið, eru stórir møguleikar fyri framman, sigur Janus. Janus valdu Føroyar Janus Vang Føddur 1975 í Føroyum Uppvaksin í Danmark Ph.d í lívlæknafrøði frá University of Connecticut Stjóri í iNOVA Amanda Gratton Vang Fødd 1980 í Alaska Ph.d í lívlæknafrøði frá University of Connecticut Verkætlan á Landssjúkrahúsinum: Preklinisk kanning av Fosfodiesterase 8A sum terapeutiskt mál í tarmbrunasjúkum FAKTA vsstovan fyri­byrg­ing í alivinnuni og matvøru­ trygd í mun til eftirlit, kanningar og menning av lógarverki • Kunna um okkara granskingar­úrslit • Vegleiða í sambandi við bachelor- og kandidatverkætlanir. Heilsufrøðiliga Starvsstovan Stjóri: Bárður Enni Adressa: Falkavegur 6, 2. hædd, 100 Tórshavn Telefon/fax: +298 556 400 / +298 556 401 Teldupostur: hfs@hfs.fo Heimasíða: www.hfs.fo Høvuðsgranskingarøki: Matvørur og fiskasjúkur Vísindastørv (ársverk): 1-2 Landssjúkrahúsið er meginsjúkrahús í Føroyum. Á Landssjúkrahúsinum eru 29 læknaligar sergreinar umboðaðar, harav 9 við konsulentskipanum. Á Landssjúkrahúsinum fáa teir tor­greiddu sjúklingarnir sjúkugreining og viðgerð lokalt ella í samstarvi við uni­versitetssjúkrahús uttanlands. Høvuðsuppgávan hjá Lands­sjúkra­ húsinum er útgreining og við­gerð av medisinskum, skurð- og sálar­sjúk­um hjá vaksnum og børnum. Á para­klin­ iska økinum ræður sjúkrahúsið yvir ný­mótans framkomnum kann­ingar­ stov­um, skannarum og kliniskum deildum. Ein onnur týdningarmikil upp­gáva er leikluturin sum sonevnt undir­vís­ ingarsjúkrahús, ið m.a. fevnir um frá­ læru og kliniskt uppihald til lesandi inn­an heilsuvísindi og menning av ym­iskum heilsuviðkomandi virksemi. Hetta skal tryggja eina skilagóða við­gerð á hægsta altjóða fakliga støði og eina tilgongd av dugnaligum starvs­fólki í framtíðini. Gransking er eitt fokusøki, sum hevur høga raðfesting á Landssjúkra­ hús­inum. Granskingin skapar vís­ inda­lig úrslit, men tryggjar eisini, at sjúk­lingar fáa nýmótans og prógv­ aða sjúku­greining og viðgerð. Eitt virkið granskingarumhvørvi á Lands­ sjúkra­húsinum er ein týðandi liður í at halda uppá verandi dugnaligu starvsfólkini og at eggja nýggjum til. Landssjúkrahúsið og Fróð­skap­ar­setur Føroya hava í 2014 inngingið sam­ starvsavtalu, ið skal styrkja innsatsin innan heilsu­gransk­ing og herundir skip­an við felags starvs­fólkum við atliti til undirvísing og gransking. Landssjúkrahúsið hevur sum mál at fáa ein ph.d. lesandi um árið. Landssjúkrahúsið vil tryggja, at góð høli og umstøður eru tøk til gransk­arar. Landssjúkrahúsið hevur gransk­ ingar­politikk, sum er stýrd­ur av Gransk­ingar­nevndini á Lands­sjúkra­ hús­inum. Nevndin hevur fund mánað­ arliga og fær eina árliga játt­an til at stuðla undir minni verk­ætl­anir ella gransk­ingar­viðkomandi virk­semi. Landssjúkrahúsið virkar í tøttum samstarvi við Ílegusavnið, sum er stað­bundið á Landssjúkrahúsinum. Landssjúkrahúsið Landssjúkrahúsið Sjúkrahússtjórnin: Sigurð Ó. Vang, sjúkrahússtjóri, Naina Túgvustein, varastjóri, og Anders Bøgesvang, varastjóri Adressa: J. C. Svabos gøta 41-49 Telefon/fax: +298 304 500/314 253 Teldupostur: ls@ls.fo Heimasíða: www.ls.fo Høvuðsgranskingarøki: Ílegugransking, klinisk gransking, epidemiologisk gransking, mikrobiologisk gransking, psykiatrisk gransking og psykologisk gransking. Vísindastørv (ársverk): 3-4 FAKTA FAKTA