Sosialurinarkiv
Sosialurin 2014-09-16, síða 44
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 16. september 2014síða 44

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mikudagur 17. september 2014 · Nr. 105 12 Sosialurin Rudi hevur sum serlækni í hjarta­ sjúk­um á Landssjúkra­húsinum fleiri ferðir sæð, at ung fólk, sum at síggja til eru púra frísk, verða rakt av blóðtøppi í hjartanum. Blóð­ royndir av teimum hava víst, at tey hava havt alt ov nógv kolesterol í blóðinum. Ov høgt kolesterol er ein av høvuðsorsøkunum til æðrakálking, ið førir til blóðtøpp í hjartað. Fyri nøkrum árum síðani var æðra­ kálking tann hjartasjúkan, ið flest fólk doyðu av. Nú doyggja munandi færri av sjúkuni, tí bæði fyribyrging og viðgerð eru blivin betri. Men hyperkolesterolemi, sum tað kallast, tá ov nógv kolesterol er í blóðinum, kann eisini vera ein arvalig sjúka, sum ger, at fólk heilt frá barni av hava alt ov nógv kolesterol í blóðinum. Hetta eru ofta fólk, sum ongan illgruna hava um, at tey hava ov høgt kolesterol, tí tey kenna seg púra frísk. – Æðrakálking merkist ofta ikki fyrrenn tað er ov seint, og tey, sum ikki vita, at tey hava ov nógv kolesterol í blóðinum, eru tí framvegis í stórum vanda fyri at gerast álvarsliga sjúk ella doyggja av blóðtøppi í hjartanum, sigur Rudi. Rudi hevur illgruna um, at fleiri føroyingar enn fólk í øðrum londum hava arvaligt hyperkolesterolemi. Hon hevur hugt at blóðroyndum frá 20.000 føroyingum, sum eru tiknar frá 2006 til 2013, og hevur funnið umleið 450 blóðroyndir, har LDL-kolesterolið – tað sonevnda ónda kolesterolið – hevur verið hægri enn 6 mmol/L. – Tá fólk hava so nógv vanda­ mikið kolesterol í blóðinum, er ógvu­liga sannlíkt, at tey hava arva­ligt hyperkolesterolemi. Hesi fólkini eru í serliga stórum vanda fyri at fáa blóðtøpp í hjartað, tí tey hava gingið við ov høgum kolesteroli í blóðinum so leingi, at tað kann hava hópað seg upp í æðru­num, sigur hon. Øll skulu finnast Rudi hevur nú fingið gransk­ingar­ stuðul til at fara undir eina stóra ph.d. verkætlan, sum skal finna all­ar føroyingar, ið hava arvaliga hyper­kolesterolemi. – Vit vita einki um, hvussu høg­ ur títtleikin av arvaligum hyper­ kolesterolemi er í Føroyum. Enda­ málið við verkætlanini hjá mær er at finna tey fólkini, sum hava sjúk­ una, og seta tey í viðgerð so tíðliga, at tey ikki fáa æðrakálking, sigur hon. Rudi fer fyrst at seta seg í sam­ band við tey fólkini, sum hava fingið tiknar blóðroyndir, ið hava avdúkað eitt alt ov høgt kolesterol-tal. Tey verða boðin til nærri kanningar fyri at fáa staðfest, um orsøkin til høga kolesterol-talið er arvalig sjúka ella ósunnur lívsstílur. – Vit fara at taka nýggjar blóð­ royndir fyri at vita, um kolesterol- talið framvegis er so høgt, at tað bendir á arvaliga sjúku. Síðani fara vit at spyrja tey, um foreldur, omm­ ur og abbar ella onnur í familjuni hava havt blóðtøpp í hjartanum í lutfalsliga ungum árum, sigur hon. Næsta stigið verður at kanna familjurnar hjá teimum, ið hava arva­ligt hyperkolesterolemi. – Á tann hátt kunnu vit fáa fatur á fólki, ið ongantíð hava latið seg kanna fyri ov høgt kolesterol, men sum eru í vandabólki, tí sjúkan er í familjuni, sigur hon. Ætlanin hjá Rudi er eisini at bjóða øllum føroyingum yvir 18 ár at fáa kannað kolesterol-innihaldið í blóðinum. – Eg vóni at fáa eins nógv at koma, sum tá CTD-kanningarnar vórðu gjørdar. Tað hevur stóran týdning fyri kanningina, at hon verður so fullkomin sum gjørligt, eisini um áhugi skal vera fyri henni úti í verðini, sigur Rudi. Finna føroysku íleguna Tey, ið hava nógv kolesterol í blóð­ inum, verða boðin til eina røð av kanningum, sum skulu gera av, um tey hava arvaligt hyper­ kolosterolemi. Fyri at staðfesta sjúkuna enda­ liga, er eisini ætlanin at brúka ílegu- kanningar. – Ílegufrávik eru funnin, ið elva til arvaligt hyperkolosterolemi, men eg veit ikki um nakran føroying, ið hevur fingið gjørt eina tílíka ílegu- kanning. Í sambandi við aðrar sjúkur hava vit sæð serlig føroysk ílegu­frávik, og tað verður ógvuliga áhugavert at vita, um vit eisini finna eitt ella fleiri serføroysk ílegufrávik, ið elva til hyperkolosterolemi, sigur Rudi. Um tað eydnast at finna eitt ella fleiri serføroysk ílegufrávik, verður tað lættari at staðfesta sjúkuna tíð­liga hjá fólki, sum hava arvaligt hyperkolosterolemi. – Vit fara at kunna seta fólk í við­ gerð, longu áðrenn tey hava nøkur sjúkutekin, og tað fer møguliga at kunna fyribyrgja, at tey verða sjúk, sigur Rudi. Royndir aðrastaðni hava tó víst, at hjá nógvum fólkum, ið hava arvaligt hyperkolesterolemi, ber ikki til at finna ílegufrávikið, hóast tað við øðrum kanningum kann stað­festast, at viðkomandi hevur sjúkuna. Altíð hægstu dosis Tey, ið fáa staðfest arvaligt hyper­ kolosterolemi, skulu setast í viðgerð við hægstu dosis av statin, sum er heilivágurin, ið verður brúktur móti ov høgum kolesteroli. – Fólk við arvaligum hyper­ kolesteromi skulu viðgerast við hægstu dosis, tí tey hava so nógv kolesterol í blóðinum, og tey hava havt tað heilt frá ungum árum av. Tá kolesterol-talið er so høgt, hjálpir lítið við rørslu og kosti við lágum feitt-innihaldi, sum annars verður mælt til, tá kolesterolið er í hægra lagi. Og tað er heldur ikki nóg mikið at geva eina lága dosis av statini, sigur Rudi. Hon hevur ofta sæð, at nógv, sum fáa heilivág móti ov høgum kolesteroli, ikki fáa nóg høga dosis. – Heilivágur móti høgum koleste­ roli hevur fingið ringt orð á sær, tí nógv siga seg hava ring hjáárin. Tað er ikki lætt at fáa fólk, sum føla seg frísk, at taka heilivág, sum tey halda seg fáa ilt av, og tí hava fleiri læknar lyndi til at geva heilivágin í ov smáum dosum. Eisini vita vit, at fleiri gevast við viðgerðini, tá ein tíð er gingin, sigur Rudi. Hóast nógvir sjúklingar klaga um vøddapínu, tá teir taka statin, heldur Rudi ikki, at hjáárinini eru so umfatandi. – Vøddapína er eitt ógvuliga vanligt fyribrigdi, sum fleiri helst eisini føldu, áðrenn tey byrjaðu at taka heilivágin, men sum tey ikki hugsaðu so nógv um. Vit síggja ofta, at fólk gevast við heilivágnum, tí tey hava vøddapínu, men pínan heldur fram kortini, og tí hevur hon ofta einki við heilivágin at gera, sigur hon. Rudi ætlar sær at gera nógv burturúr at greiða fólki frá, hví tað hevur týdning, at tey taka heili­ vágin, hóast tey ikki føla seg sjúk. – Um fólk verða meiri tilvitaði um, hvussu týdningarmikið tað er at taka heilivágin, vóni eg, at tey fara at minnast betri til at taka hann og eisini fara at føla færri hjá­ árin, sigur hon. Fylgja sjúklingunum Rudi fer at fylgja trimum bólkum av fólki í longri tíð. Í tí fyrsta bólk­ inum verða fólk, sum hava arva­ ligt hyperkolesterolemi og longu frammanundan vóru í statin­ viðgerð. Í tí næsta bólkinum verða tey, sum ikki frammanundan fingu heilivág, men sum nú verða sett í viðgerð. Tann triði bólkurin verður ein kontrollbólkur við frísk­um fólki. Hon fer serliga at kanna, hvussu viðgerðin ávirkar kolesterol-talið, og hvussu gongdin er í mun til æðra­kálking í teimum trimum bólk­unum. Úrslitini av kanningunum hjá Rudi kunnu fáa stóran týdning fyri nógv fólk í Føroyum. – Vit fara at fáa virðismikla vitan, sum kann forða fyri, at fólk gerst álvarsliga sjúk ella doyggja av eini arvaligari sjúku, sum er bílig og løtt at viðgera, um hon verður funnin í tøkum tíma, sigur Rudi. Rudi vil kanna kolesterol hjá øllum føroyingum Nógv bendir á, at fleiri føroyingar enn fólk í øðrum londum eru føddir við ov høgum kolesteroli í blóðinum. Rudi Kollslíð, serlækni í hjartasjúkum, hevur sett sær fyri at finna allar føroyingar, ið hava viðføtt høgt kolesterol, og seta tey í viðgerð fyri at minka um vandan fyri, at tey verða sjúk ella doyggja av blóðtøppi í hjartanum. »Vit fara at kunna seta fólk í við­ gerð, longu áðrenn tey hava nøkur sjúkutekin, og tað fer møguliga at kunna fyribyrgja, at tey verða sjúk.« Rudi Kollslíð Fødd 1969 Yvirlækni og serlækni í kardiologi á Lands­ sjúkrahúsinum Ph.d. verkætlan á Lands­ sjúkrahúsinum : Ættar hyperkolesterolemi í Føroyum FAKTA