týsdagur 16. september 2014síða 45
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
13
Mikudagur 17. september 2014 · Nr. 105
Sosialurin
Í avtaluni er ásett, at Føroyar fáa
atlimaskap í granskingarskránni
við afturvirkandi virknaði frá 1.
januar 2014. Tað merkir, at før
oyskir granskarar og fyritøkur
longu í ár fáa luttikið í gransk
ingarverkætlanum á jøvnum føti
við granskarar og fyritøkur úr ES-
limalondum.
Nýggja granskingarskráin hjá
Evropasamveldinum
fyri
árini
2014 – 2020 fevnir um stuðul til
gransking og nýskapan. Stórur
dentur verður lagdur á at menna
samstarv millum granskarar og
vinnulívsfólk. Brýr skulu byggjast
millum gransking, nýskapan og
framleiðslu. Málið er at skapa
vøkstur og nýggj arbeiðspláss, um
framt at loysa tær avbjóðingar, sum
eru fyri framman.
Horizon 2020 er eitt týðandi
átak hjá ES, sum skal tryggja bú
skaparligan vøkstur í Europa.
Horizon 2020 samantvinnar alla
granskingar- og nýskapanarfígging
hjá ES, og samlaði fíggjarkarmurin
fyri árini 2014 til og við 2020 er €72
mia.
Nýggja granskingarskráin fevnir
um tríggjar súlur. Framúrskarandi
vísindi (Excellent Science), Kapp
ingaførur
ídnaður
(Industrial
leadership) og Samfelagsligar av
bjóðingar (Societal Challenges).
Framúrskarandi vísindi
(Excellent Science)
Endamálið við hesi súluni er at betra
um bestu granskingina í Europa við
at stuðla eini áhaldandi tilgongd av
granskarum í heimsflokki og harvið
langtíðartryggja kappingarførið í
Europa. Stórur dentur verður lagd
ur á at menna menniskjaliga til
feingið við Marie Sklodowska-Curie
Action skipanini, har granskarar
kunnu søkja um stuðul til at flyta
í onnur lond at granska.
Ídnaðarlig leiðsla
(Industrial Leadership)
Endamálið við hesi súluni er at
stuðla virksemi, sum ger Europa
til eitt meira áhugavert øki at
gera íløgur í innan gransking og
nýskapan. Skipanin veitir stórar
íløgur í týdningarmikla tøkni og
leggur dent á at stuðla smáum og
miðalstórum fyritøkum.
Samfelagsligar
avbjóðingar (Societal
Challenges)
Endamálið við hesi súluni er at
stuðla yvirskipaðar felags skipanir,
sum viðgera eitt nú veðurlags
broytingar, menning av burðar
dyggari flutningsvinnu og flytføri,
varandi orkukeldur og heilsugóðan
mat. Undir hesi súluni er eisini hav-
og
fiskivinnugranskingin,
sum
er sera áhugaverd fyri føroyskar
granskingarstovnar.
Føroyar hava seks lyklafólk –
National Contact Point, sum hava til
uppgávu at fylgja við í tí, sum hendir
í ES-granskingarsamstarvinum og
vísa á møguleikar fyri føroyingar
í skipanini. NCP-umboðini kunnu
leiðbeina í sambandi við umsóknir
og hjálpa fólki at fáa samband við
røttu fólkini í ES-skipanini. Eitt
NCP-umboð arbeiðir fulla tíð, og
hini fimm arbeiða part tíð.
Stórir møguleikar í nýggjari
ES-granskingaravtalu
Nýggj avtala um føroyska luttøku í granskingarskránni
hjá ES, Horizon 2020, verður undirskrivað í heyst.
Føroyar og ES nevndin komu ásamt um nýggju avtaluna,
ið er galdandi frá 2014 til 2020, í juni, tá avtalan
varð stavváttað á Sendistovu Føroya í Brússel.
EURAXESS
hjálpir
granskarum
at flyta
Føroyar eru nú komnar við í EURAXESS
tænastuna hjá ES, sum skal gera tað
lættari hjá granskarum at flyta millum
lond at arbeiða í styttri ella longri tíð.
Granskingarráðið hevur ment
ein portal fyri granskarar, sum
vilja koma til Føroya ella fara
út í heim at granska. Portalurin
hevur upplýsingarnar m.a. um
skattaviðurskifti, uppihaldsloyvi
og onnur praktisk
viðurskifti í sam
band við at flyta
til annað land.
Eisini eru lýs
ingar av føroyska
granskingar
umhvørvinum.
Portalurin liggur á
www.euraxess.fo .
Ein
týdningarmikil
partur
av
portalinum
er
tænastan
EURAXESS Jobs. Har ber til at
finna leys størv, sum granskingar
stovnar í Evropa lýsa við. Møgu
leiki er at leita eftir størvum innan
eitt ávíst granskingarevni og
innan landafrøðilig øki. Føroyskir
stovnar og virkir kunnu eisini lýsa
síni størv her og røkka hvørjum
króki í Evropa uttan kostnað.
Upplýsingar um at flyta til
Føroya at granska eru eisini
givnar út í eini hondbók.
Føroyska EURAXESS tænastan
er partur av einum netverki við
umleið 200 deplum í 40 londum í
Evropa.
Tveir EURAXESS deplar eru í
Føroyum, har granskarar kunnu
fáa leiðbeining um at flyta millum
lond. Annar er á Granskingarráð
num, og hin er á Fróðskaparsetri
num.
Føroyska EURAXESS tænastan
skipar eisini fyri fundum og
verkstovum, har starvsfólk á
avvarðandi stovnum hittast og
umrøða praktisk viðurskifti og
forðingar.
Granskingarráðið hevur bygt
upp EURAXESS tænastuna við
fígging frá ES.