Sosialurinarkiv
Sosialurin 2014-09-16, síða 46
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 16. september 2014síða 46

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mikudagur 17. september 2014 · Nr. 105 14 Sosialurin Hans Harryson og starvsfelagar hansara á Námsvísindadeildini gjørd­ust kløkkir, tá teir sóu, hvat lær­ararnir, sum vóru útbúnir á Lær­ara­skúlanum, hildu um tað, sum teir høvdu lært. Hans hevði spurt øll tey, ið fingu prógv á Læraraskúlanum frá 2007 til 2011, hvussu nógv tey kundu brúka av tí, tey høvdu lært á Læraraskúlanum, í teirra dagliga yrki sum lærarar. Bert 4 prosent svaraðu, at sera stórt samband var millum tað, tey høvdu lært, og tað, tey høvdu brúk fyri í teirra dagliga starvi sum lærarar. Heili 41 prosent svaraðu, at tey kundu brúka lítið av tí, tey høvdu lært. Spurningurin var partur av eini stórari kanning, sum Hans gjørdi, tá læraraútbúgvingin skuldi umskipast og leggjast undir Fróð­ skapar­setrið. Lærararnir hildu seg hava fingið nógva teoretiska vitan og høvdu lært at reflektera og argumentera um undirvísing og læring, men teir høvdu ikki í nóg stóran mun lært at flyta ta teoretisku vitanina yvir á teirra arbeiði sum lærarar. Hans hevur síðani kannað, hvussu støðan er í øðrum londum, og er komin eftir, at hetta ikki er nakað serføroyskt fyribrigdi. Í nærum øllum londum siga nýútbúnir lær­ arar, at sambandið millum tað, teir fáast við í lestrartíðini, og tað, teir skulu brúka í teirra arbeiði, ikki er serliga stórt. Tann føroyska læraraútbúgv­ing­ in er nú løgd undir Fróðskaparsetrið, men ivasamt er, um tað fer at loysa trupulleikan við vantandi sam­ bandi millum teori og praksis í lærara­útbúgvingini. – Trupulleikin við vantandi sam­ bandi millum teori og praksis er neyvan vorðin minni í dag, kanska tvørturímóti. Nýggja útbúgvingin hevur ásetingar um, hvussu nógvar síður tey lesandi skulu lesa hvørja viku, og á hvørjum stigi lesnaðurin skal vera. Tað er skilagott, men fleiri bókmentir, ið verða brúkt­ar, eru rættiliga teoretiskar. Starvs­ lærutíðin er eisini stytt munandi í nýggju útbúgvingini. sigur Hans. Nøkur skara framúr Nøkur lond hava læraraútbúgvingar, sum í størri mun leggja dent á at geva lærarunum praktiskar før­ leikar. Hans hevur í samstarvi við sín ph.d vegleiðara, ið eitur Jens Ras­ mussen og er professari á Aarhus Universiteti, funnið fram til tríggjar læraraútbúgvingar, sum tykjast at hava megnað at fyrireika tey les­andi til lærarastarvið. Hann fer nú at kanna, hvussu hesar út­ búgvingar eru skipaðar, og hvat ítøki­liga verður gjørt fyri at fáa betri samband millum teori og prak­sis. Ein av teimum trimum lærara­ útbúgvingunum er á Åbø Uni­versi­ tetinum í Vasa í Finnlandi. – Tann finska skúlaskipanin er millum tær allarfremstu í heim­inum, og finskir næmingar liggja í oddinum í PISA og øðr­um altjóða skúlakanningum. Lærara­ útbúgvingin í Finnlandi er ein 5 ára master-útbúgving, sum av altjóða skúlagranskarum verður mett at vera væl skipað og gjøgnumhugsað, sigur hann. Tann næsta læraraútbúgvingin, sum Hans fer at kanna, er á Uni­ versitetinum í Edinburgh í Skot­ landi. – Í Skotlandi hava tey sett sær sum politiskt mál at fáa eina betri læraraútbúgving, tí tey eru sannførd um, at tað er vegurin til ein betri fólkaskúla og harvið ein sterkari búskap. Tað hendir nógv spennandi í Skotlandi beint nú, har leiðandi námsfrøðiligir hugsarar, embætisfólk og politikarar tykjast at draga eina línu á skúlapolitiska økinum, sigur Hans. Tann triðja læraraútbúgvingin, sum Hans fer at kanna, er á Uni­ versitetinum í Reykjavík. – Tann íslendska læraraút­ búgv­ingin varð umskipað til eina 5 ára master-útbúgving fyri nøkrum árum síðani, og í tí nýggja útbúgvingarleistinum hava ís­lend­ ingar framt nakrar broyt­ingar, ið eru verdar at hyggja nærri at, sigur Hans. Læraraútbúgvingar eru saman­ settar av einum fakligum parti við linjugreinalestri og einum didaktiskum parti við námsfrøði, sálarfrøði og frálærufrøði. Hans fer at kanna, hvussu tey hava skip­að tann didaktiska partin av undirvísingini á teimum trimum læraraútbúgvingunum. – Eg fari eg at hyggja at, hvørjar bókmentir og undirvísingarhættir verða brúktir, hvussu skeið verða eftirmett, og hvussu starvslæran og lærarastarvið síggjast aftur í undirvísingini, sigur hann. Munur á teori og praksis Kanningin hjá Hansi vísti, at størstu avbjóðingarnar hjá nýút­ búnum lærarum eru at leiða ein flokk, at skapa floksdisiplin og motivera næmingarnar og at skipa undirvísingina soleiðis, at allir næmingarnir fáa nakað burturúr. – Lærararnir hava ikki í nóg stóran mun lært at fyrireika, útinna og eftirmeta undirvísing. Tann didaktiski parturin fyllir ikki serliga nógv í føroysku læraraútbúgvingini, og undirvísingin í frálærufrøði snýr seg mest um at geva teimum lesandi teoretiska vitan um læring og undirvísing. Tað er munur á at læra um undirvísing og at standa frammanfyri 24 næmingum, ið hava ymiskar persónsmenskur, ymisk áhugamál, ymiskar læruførleikar og koma frá ymiskum heimum. sigur Hans. Starvslæran í nýggju útbúgv­ ingini er umleið 15 vikur tilsamans. Í gomlu útbúgvingini var hon um­ leið 24 vikur. – Starvslærutíðin, sum er leinkjan millum fólkaskúlan og lærara­ skúlan, fyllir ov lítið í føroysku læraraútbúgvingini, og tey lesandi fara ofta í starvslæru í bólkum og hava altíð ein starvslærara, sum er klárur at taka yvir. Nýútbúnir lærarar kenna seg ofta rættiliga einsamallar og ráðaleysar, tí teir hava ikki roynt at hava ábyrgdina av undirvísingini, sigur Hans. Venja veruligar støður Aðrastaðni hava tey royndir við at gera læraraútbúgvingina meira ítøkiliga, sum Hans heldur, at vit kunnu læra av. – Tey arbeiða millum annað við at venja ymiskar uppgávur, ið ganga aftur í lærarayrkinum. Tey læra, hvussu tey skulu byrja ein tíma, hvussu tey skulu býta tíman upp, og hvat tey skulu gera fyri ikki at missa takið, tá næmingarnir til dømis skulu skifta frá at lesa til at skriva. Tey lesa seg ikki bara fram til, hvussu ein eigur at bera seg at, men venja allar hesar støðurnar aftur og aftur, sigur Hans. Hans hevur serliga stóran áhuga fyri, hvussu lærarar á lærara­ útbúgvingum aðrastaðni leggja undirvísingina til rættis, so tey lesandi ikki bert læra av tí, sum lærarin sigur, men í eins stóran mun av tí, sum hann ger. – Tey lesandi skulu alla tíðina síggja lærarastarvið fyri sær. Tey skulu hvønn tíma hugsa um, hvussu tey kunnu brúka tað, tey arbeiða við, tá tey sjálvi skulu undirvísa. Lærarin á læraraútbúgvingini skal bæði bera ein boðskap um, hvat góður pedagogikkur er, og sjálvur vera ein góður pedagogur. Hann skal geva teimum lesandi eina fjøl­ broytta undirvísing, sum tey kunnu lata seg hugkveikja av, tá tey sjálvi verða lærarar, sigur hann. Hans fer eisini at kanna, hvørjir próvtøkuhættir verða nýttir aðra­ staðni. – Á flestu universitetum er tað ein fyritreyt fyri at fáa eitt gott próvtal, at tey lesandi skriva eina góða uppgávu ella standa seg væl í eini munnligari framløgu. Tað eru teir akademisku førleikarnir at orða seg og próvgeva, sum gera av, um tey fáa eitt gott prógv. Men ein lærari má duga so nógv annað enn hetta, tí lærarastarvið er í nógvar mátar eitt sera praktiskt starv, sigur Hans. Lærarin er lykilin Stórur tørvur er á góðum lærarum, tí føroyskir næmingar klára seg ikki serliga væl í PISA og øðrum royndum, og lærarin er lykilin til at hækka fakliga stigið. – Skúlagranskarar eru samdir um, at lærarin hevur ómetaliga stóran týdning fyri, hvussu nógv børnini læra. Tí má lærarin vera vælútbúgvin, og læraraútbúgvingin má endurspegla tað starv, hann skal røkja. Um vit vilja menna sam­felagið búskaparliga og fólka­ ræðisliga, er tað fyrst og fremst læraraútbúgvingina, ið vit mugu leggja dent á, sigur Hans. Tað er lætt at lyfta læraraút­ búgv­ingina í Føroyum, um vilji er til tað. – Nærum allir føroyskir lær­ ar­ar eru útbúnir á sama út­búgv­ ingarstaði. Tað er ein fyrimunur, um vit vilja broyta ella rætta peda­ gogisku kósina í Føroyum, tí alt kann alt gerast á einum og sama stovni, sigur Hans. Vil finna leinkju millum teori og praksis Føroyska læraraútbúgvingin fyrireikar ikki tey læraralesandi nóg væl til tær avbjóðingar, ið bíða teimum, tá tey skulu út í veruliga lívið. Hans Harryson, adjunktur á Námsvísindadeildini, fer nú at kanna, hvussu læraraútbúgvingin kann fáast til at líkjast meira tí veruliga læraralívinum. Hans Harryson Føddur 1973 Útbúgving: Fólkaskúlalærari, cand.ped. í pedagogiskari sálarfrøði Adjunktur á Náms­vísindadeildini á Fróð­ skaparsetrinum Ph.d. verkætlan á Fróðskaparsetrinum og Aarhus Universiteti: Almendidaktiski parturin í læraraútbúgvingini FAKTA »Trupulleikin við vantandi sam­ bandi millum teori og praksis er neyvan vorðin minni í dag, kanska tvørturímóti.«