mikudagur 9. juni 2004síða 4
‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
6
Nr. 107 - 9. juni 2004
Nr. 107 - 9. juni 2004
7
Mánakvøldið var
hugnalig samkoma í
Kafé Inn við Norð-
skála, har Lions C
Eysturoy handaði
Frelsunarherinum ein
kekk á 50.000 krónur
til tað megnararbeiði,
sum felagið ger fyri
heimleys í Føroyum
við sínum Herbergi í
høvuðsstaðnum
GÁVA
Vilmund Jacobsen
vilmund@sosialurin.fo
Tað var formaðurin í Lions
C Eysturoy, Poul Rustin,
sum handaði kekkin, og tað
var ein takksamur, Sámal
Jákup Joensen, sum tók
ímóti honum.
Sámal Jákup er leiðari
hjá Frelsunarherinum í
Føroyum.
Stórur áhugi
Gávan, sum Lions C Eyst-
uroy gevur felagsskapinum,
er nettoinntøkan frá páska-
framsýningini, sum Lions-
felagið í Eysturoy á hvørj-
um ári hevur í Runavíkar
skúla.
Á framsýniningini hesa-
ferð vístu eini 50 fólk fram
sínar málningar og myndir,
sum plaga at vera út við
400 í tali.
– Framsýningin hevur
stóran áhuga, og tí noyðast
vit at seta mark fyri, hvussu
nógvar málningar hvørt
einstakt listafólk kann hava
við. Vit plaga at siga, at eini
4-5 málningar ella myndir
er hóskandi, men tey eru
nógv, sum á hvørjum ári
eru til reiðar at koma við
fleiri listaverkum, sigur
Poul Rustin.
Á framsýningini verða
eisini lutaseðlar seldir, eins
og atgongumerkið er ein
lutaseðil.
Poul sigur, at Lions C
Eysturoy fær 15% av søluni
av listaverkunum, men í
summum førum lata tey,
sum sýna fram, heldur eitt
listaverk, sum svarar til
prosentini.
– Tað hendir eisini, at
onkur framsýnari bæði let-
ur prosentini og eitt lista-
verk aftrat, sigur hann.
Hugtakandi
Sámal Jákup Joensen segði,
at honum untist ikki at vera
við til sjálva framsýningina
í Runavík, men kona hans-
ara var við, og tað var horn-
orkestrið hjá felagsskapin-
um eisini.
– Tey vóru ógvuliga hug-
tikin av framsýningini, tí
umframt kend nøvn innan
okkara listarliga umhvørvi,
høvdu eisini vanlig fólk –
um ein so kann siga – høvi
at sýna fram sínar frálíku
myndir, og tað setir ein ser-
ligan dám á eina slíka fram-
sýning.
Leiðarin hjá Frelsunar-
herinum segði, at gávan
kemur væl við, og at felags-
skapurin hevur nógv at
brúka hana til.
– Vit hava nógv hol at
tippa, segði hann.
Poul Rustin segði seg
vóna, at Frelsunarherurin,
sum eitt nú ger eitt gott
arbeiði fyri tey heimleysu í
Føroyum, fær brúkt pening-
in so væl sum gjørligt.
Á samkomuni í Kafé Inn
við Norðskála varð borð-
reitt við leskiligum mati til
tey umleið 17 fólkini, sum
komin vóru saman til hand-
anina av kekkinum.
Afturvendandi tiltøk
Páskaframsýningin
hjá
Lions C Eysturoy hevur
eftirhondini nógv ár á baki.
Fyrstu ferð, felagið tók stig
til listaframsýning í Eyst-
uroy, var í 1978, og síðan
1980 hevur vælumtókta og
væl vitjaða framsýningin
verið í Runavíkar skúla.
Lions C Eysturoy er
stovnað 25. oktober 1969,
og síðan 1970 hevur verið
skipað fyri árligari kapp-
sigling á Skálafjørðinum.
Hini Lions-feløgini í Før-
oyum eru LC Tórshavn,
sum er stovnað 19. novem-
ber 1966, LC Klaksvík (11.
mars 1978), LC Vágar (14.
apríl 1986) og LC Suðuroy,
sum er stovnað, 14. juni
1986.
Frelsunarherurin 50.000 kr.
frá LC Eysturoy
Lions-feløgini kring
landið eru feløg, har
bert menn eru í
leiðsluni. Men eitt
undantak er. Tað er
felagið, LC Eysturoy,
sum í síni reglugerð
eisini kann hava
kvinnulig umboð í
leiðsluni
LIONS CLUB
Vilmund Jacobsen
vilmund@sosialurin.fo
Lions-feløgini í Føroyum,
sum eru fimm í tali, eru at
kalla øll mannað við monn-
um. Reglugerðirnar hjá fel-
øgunum siga, at tað eru bert
menn, sum kunnu verða í
leiðsluni. Tó er eitt undan-
tak. Tað er Lions C Eyst-
uroy. Hetta er einasta
Lions-felagið í Føroyum,
sum sambært reglunum
kann hava kvinnulig umboð
í leiðsluni.
Og tað hevur felagið
eisini.
Kvinnuliga umboðið hjá
LC Eysturoy er Eyðbjørg
Thorleifsson, sum er grann-
skoðari og í fleiri ár hevur
havt grannskoðaravirki á
Skála.
Eyðbjørg er onnur kvinn-
an, sum hevur havt sæti í
leiðsluni í Lions C Eyst-
uroy, men í løtuni er hon
einasta kvinnan yvirhøvur,
sum umboðar eitt Lions-
felag í Føroyum.
Trívist væl
– Mær dámar væl at fáast
við arbeiði, sum Lions-
feløgini takast við, og eg
trívist væl millum mann-
fólkini, sum annars eru í
leiðslu felagsins.
Hon sigur, at í sínum
arbeiði sum grannskoðari,
eru flestu viðskiftafólkini
mannfólk, tó at virkið eisini
hevur viðskiftafólk, sum
eru kvinnur.
– Í mínum arbeiði eri eg
so von við at samskifta við
mannfólk, og tí er tað eing-
in sum helst trupulleiki, at
eg í løtuni eri einasta
kvinna í Lions C Eysturoy,
sigur Eyðbjørg Thorleifs-
son.
Tók sína tíð
Umboð
fyri
Lions
C
Eysturoy siga, at tað tók
sína tíð at fáa undirtøku
fyri at broyta reglugerðina,
soleiðis at felagið eisini
kann hava kvinnulig umboð
í leiðsluni.
– Men hetta eydnaðist, og
sambært skipanini er einki
tal ásett, hvussu stórur part-
ur skal vera menn, og
hvussu stórur partur av
leiðsluni kann vera kvinn-
ur, siga tey í Lions C Eyst-
uroy.
Her handar Poul Rustin, sum er formaður í Lions C Eysturoy, Sámal Jákupi Joensen, sum er leiðari hjá Frelsunarherinum í
Føroyum, kekkin á 50.000 krónur.
Mynd: Vilmund Jacobsen
Ein kvinna millum menn
Eyðbjørg Thorleifsson er einasta kvinnuliga umboð í Lions-feløgunum í Føroyum
Mynd: Vilmund Jacobsen
– Talið av gistingum á
Herberginum hjá
Frelsunarherinum í
Havn, veksur alsamt.
Í 1998, tá Herbergið
byrjaði, vóru til-
samans 662 gistingar,
men í 2003 vóru tær
ikki færri enn 2.764 í
tali, sigur Sámal
Jákup Joensen, sum
harmast um, at tær
tvær miljónirnar, sum
upprunaliga vórðu
settar á fíggjarlógina
til heim til heimleys í
Føroyum, eftir upp-
skoti frá fíggjar-
nevndini vórðu
skornar burtur aftur
HEIMLEYS
Vilmund Jacobsen
vilmund@sosialurin.fo
Talið av gistingum á Her-
berginum hjá Frelsunar-
herinum í Havn veksur al-
samt. Í fjør vóru ikki færri
enn 2.764 gistingar. Talan
var um tilsamans 45 fólk,
sum gistu á Herberginum.
Av hesum vóru 38 menn og
7 kvinnur. Umframt hesi,
hevði Herbergið í fjør 477
vitjanir, og á dagsentrinum
vóru tilsamans 2.477 fólk
til døgurða og annað.
Herbergið hevur nøkur
hagtøl
um
brúkararnar
seinasta ár.
Tølini vísa, at 8 av teim-
um 45, sum gistu, hava
egnan bústað, 7 búgva í bú-
felagsskapi, 16 komu av
bygd og hava bústað har, 5
halda til hjá vinum og í
Herberginum, og 7 hava
bert Herbergið at halda seg
til og hava sínar ognarlutir
har.
Hagtølini vísa eisini, at
av teimum 45, sum gistu á
Herberginum síðsta ár,
vóru tvey deyð við árslok
2003.
Ein talva, sum Frelsunar-
herurin hevur gjørt, vísir
eisini, at talið av gistingum
vaks úr 2.176 í 2002 upp í
áðurnevnda tal, 2.764, í
2003.
Hetta eru stór tøl, tá ið
havt verður í huga, at um-
støðurnar í Herberginum
eru rættiliga trongligar.
– Tað mesta, vit hava havt
inni í senn til gistingar, er
15, men tað er nógv meira,
enn pláss er fyri. Hetta
hevur verið gjørt fyri at
fólk ikki skulu liggja úti,
sigur Sámal Jákup Joensen,
leiðari á Frelsunarherinum í
Føroyum.
Nýggj byrjan
Á móttøkuni í Kafé Inn við
Norðskála mánakvøldið, tá
ið Lions C Eysturoy hand-
aði Frelsunarherinum kekk-
in á 50.000 krónur, greiddi
Sámal Jákup í stuttum frá tí
arbeiði, sum altjóða felags-
skapurin ger. Hann greiddi
eisini frá nøkrum av teim-
um hendingum, hann hevur
verið úti fyri tey 30 árini,
hann arbeiddi fyri Frelsun-
arherin í Noregi.
– Eg eri vágbingur, men
tað eru 46 ár, síðan eg fór
úr Vági, og harav havi eg
starvast 30 ár í Noregi.
Sámal Jákup segði, at ar-
beiði hjá Frelsunarherinum,
sum hevur sítt grundstøðið
í Bíbliuni, fer fram um
allan heimin.
– Vit lata gleðiboðskapin
og tað sosiala arbeiði, vit
gera, ganga hond í hond,
sum hann tók til.
Málsetningurin
Hann segði, at málsetning-
urin hjá Frelsunarherinum
fyri arbeiði á Herberginum,
er hesin:
"Ikki bert ein song fyri
náttina, men ein nýggj byrj-
an…"
– Tann heimleysi hevur
sum oftast lítla sjálvsvirð-
ing, og hjá mongum teirra
er tað ofta trupult at finna
eitt nýtt mál fyri lívinum.
Tað er her, tann kristni boð-
skapurin er so neyðugur.
Vit hava ein Guð, sum
elskar okkum treytaleyst,
og tað er ongantíð ov seint
at byrja av nýggjum.
Sámal Jákup vísti á, at
sambært kanningum er
arbeiðsterapi í mongum
førum nógv effektivari enn
samtaluterapi.
– Tí er tað so umráðandi,
at tey, sum leita okkum upp
í neyðini, hava okkurt at
fara upp til.
Men so langt eru vit í
Føroyum tíverri ikki komin
enn.
Hann segði, at nógv
kundi verið at fortalt um
tíðina, hann var í Noregi og
um tað arbeiði, sum Frels-
unarherurin ger kring um
heimin.
Svong menniskju
Stovnarar av Frelsunarher-
inum, vóru hjúnini, Willi-
am og Cathrine Booth í
Onglandi.
– Sosiala arbeiðið var
ógvuliga
týdningarmikið
fyri William, tí sum hann
segði: "Hvat nyttar tað at
tosa við svong menniskju…"
William
ásannaði,
at
fólk, sum vóru ringast fyri í
samfelagnum, máttu hava
onkustaðni at búgva, tey
máttu hava mat, klæðir og
kunna vaska sær.
– Frelsunarherurin á-
sannaði longu beinanvegin,
at evangeliið og hjálpin
máttu ganga hond í hond.
Í Noregi var Sámal Jákup
eitt nú leiðari fyri einum
heimi, sum tók sær av
neyðstøddum. Her starvað-
ist hann í átta ár.
– Vit høvdu ein garð við
40 neytum, nógvum flog-
fenaði og einum verkstaði.
Her kundu tey, sum búðu á
heiminum,
koma
upp
hvønn morgun at gera
okkurt. Hetta hevði stóran
týdning fyri hesi neyðars
menniskju, ið annars ikki
høvdu nógv at taka sær
fyri. Eg vildi ynskt, at vit
høvdu pening í Føroyum,
soleiðis at hesi fólk kundu
havt okkurt at farið upp til.
Hetta hevði givið teimum
eitt størri innihald.
Týdningurin
Sámal Jákup segði, at hann
hevði við nógv ymisk fólk
at gera, meðan hann starv-
aðist í Noregi.
– Eitt nú høvdu vit ein
persón, sum var dømdur í
21 ára fongsul fyri at hava
dripið 24 fólk við eituri.
Hann vísti á, at sjálvur át
hann mat og drakk av tí,
sum hesin kom við, meðan
hann var hjá teimum.
– So nógv kunnu fólk
broytast, og so stórt álit
kanst tú fáa sjálvt á teim-
um, sum hava framt størstu
illgerðirnar.
Sámal Jákup vendi sær til
Poul Rustin, sum er for-
maður í Lions C Eysturoy
og
hevur
matstovu
á
Muntra í Fuglafirði:
– Hvat sigur ein arbeiðs-
gevari, um ein tílíkum per-
sónur, sum hevur sitið í
geglinum í fleiri ár fyri at
hava eitrað onnur menn-
iskju, kemur og biðir um
arbeiði??
Leiðarin í Frelsunarher-
inum segði, at sjálvsagt
himprast arbeiðsgevarin og
er betonkiligur.
– Men kemur ein slíkur
persónur og sigur, at hann
hevur arbeitt hjá Frelsunar-
herinum í eitt ár, hevur við-
komandi hóast alt nøkur
betur kort á hondini – enn
um fongsulsrevsingin er tað
einasta, ið liggur aftanfyri.
Nógv gull
Sámal Jákup segði, at nógv
dømi eru um fólk, sum
hava ligið við rennisteinin,
ið seinni eru vorðin góðir
samfelagsborgarar.
– Nógv av hesum fólkum
eru ógvuliga skilagóð, men
umstøður av ymiskum slagi
førdu til, at tey endaðu,
sum tey gjørdu. Eitt kann
eg siga frá mínum royndum
í hesum arbeiði: Tað liggur
nógv gull við rennisteinin,
segði Sámal Jákup Joensen.
Nógv gull liggur við rennisteinin
Sámal Jákup Joensen er vágbingur, men tað eru 46 ár, síðan hann fór úr Vági. Av hesum hevur hann arbeitt 30 ár í Noregi
Mynd: Jens Kristian Vang
C
M
Y
K
7
6