Sosialurinarkiv
Sosialurin 2014-09-18, síða 7
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 18. september 2014síða 7

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

7 Fríggjadagur 19. september 2014 · Nr. 106 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Danjal av Rana Karsten Hansen, lands­stýris­ mað­ur í heilsu­mál­um, er sinn­aður at fylgja tilmæli­ num í krabba­meins­æt­lan­ini fyri Føroyar frá 2009. Hetta er greitt eftir ein fund mill­ um landsstýrismannin og Før­oya Felag móti Krabba­ meini mánadagin. Karsten Hansen sigur, at honum var fortalt um ósemju­na millum leiðsluna á Landssjúkrahúsinum og Kom­munu­lækna­felag­ið, um nýgg­ju leið­regl­ur­nar við­ víkj­andi mammo­grafi­kann­ ingum, mikudagin. Hann sig­ur, at hann tók málið upp í síni fyrisiting beinanvegin og var á fundi við Føroya Felag móti Krabbameini mánadagin. - Leiðslan á Lands­ sjúkrahúsinum og Kommunu­læknafelagið fara í næst­um at seta seg niður og sam­ráðast um málið. Eg havi ta fatan, at partarnir báðir higartil hava tosað eitt sind­ ur framm við hvørjum øðr­ um, sigur Karsten Hansen, landsstýrismaður í heilsu­ málum. Karsten Hansen vísir eisi­ni á krabba­meins­æt­lan­ ina fyri Føroyar frá 2009, har mælt verður til, at allar kvinnur millum 50 og 59 ár fáa tilboð um mammo­grafi­ screening, og sigur, at hann hevur biðið Heilsu­mála­ráðið og Lands­sjúkra­húsið kannað møgu­leikan at seta hetta í verk. Hann vísir á, at í Keyp­ mannahavn minkaði talið av deyðs­føllum orsaka av bróst­krabba við 25%, eftir at tilboð um almenna mammo­ grafi­screen­ing var sett í verk. - Hetta tilboðið er í flestu londu­num um okkum. Hví skulu vit ikki geva føroyskum kvinn­um hetta tilboðið, tá heilsu­myndug­ leikarnir í londunum um okk­um fegn­ast um úrslitið av teirra til­boð­um, spyr Karsten Han­sen. Hann ásannar, at nýggju leið­regl­ur­nar ikki eru nóg góð­ar. - Kvinnurnar koma til læk­na, tí tær hava ein ótta um, at okkurt er áfatt. Um lækn­in ikki kann útiloka at ein svullur er í bróstinum, so átti at verið møguligt at senda kvinnuna til mammo­ grafi­kanning, fyri at kunna beina burtur allan ótta, sigur Karten Han­sen, lands­stýris­ mað­ur í heilsu­mál­um. Kanna møguleikan av veita mammografiscreening Karsten Hansen, landsstýrismaður í heilsumálum, ætlar at fylgja krabbameinsætlanini fyri Føroyar frá 2009 Danjal av Rana Føroya Felag móti Krabba­ meini var mána­dag­in á fundi við lands­stýris­mann­ in í heilsumálum, Kar­sten Hansen, har tey við­gjørdu nýggju leið­regl­ur­nar frá Lands­sjúkrahúsinum um mammo­grafikanningar. Krabbameinsfelagið gjør­di tað heilt greitt yvir fyri lands­stýris­manni­num, at nýggju leiðreglurnar als ikki eru nøktandi. Krabba­ meins­felagið vísti á, at í Krabbameinsætlanini fyri Føroyar, sum var al­manna­ kunn­gjørd í 2009, varð sagt, at mammo­grafi­screen­ing eig­ur at vera bjóð­að øll­ um fø­r­oysk­um kvinn­um í aldurs­bólki­num 50 til 59 ár at byrja við. Mammo­ grafi­screen­ing ber við sær, at kvin­nu­r­nar við jøvn­um millum­bili verða inn­kall­ aðar at taka rønt­gen­mynd av brósti­num. Við tíðini kann tilboðið víð­kast til eisi­ni at umfata kvinn­ur nið­ur í 40 ár og upp í 74 ár, stend­ur at lesa í krabba­ meins­æt­lan­ini. Jákup N. Olsen, for­ mað­ur í Føroya Felag móti Krabbameini, er ónøgd­ur við, at leiðslan á Landssjúkrahúsinum tek­ur stig mótsattan veg, heldur enn at royna at fylgja til­ mæli­num í krabba­meins­ ætlan­ini. - Um kvinnur fáa eitt til­ boð um mammo­grafi­screen­ ing, so kunnu tær velja, um tær taka av ella ikki, sigur Jákup N. Olsen, og vísir á, at við nýggju leiðreglunum, so er ótti fyri ella illgruni um bróstkrabba ikki nóg góð grundgeving fyri at fáa eina mammografikanning. Eftir nýggju leiðreglunum skal læknin helst merkja ein knykil í bróst­inum, áðrenn hann kann sen­da kvinnuna til mammo­grafi­kann­ing. Eitt ávíst kjak hev­ ur verið seinastu tíð­ina um, at tílík­ar mammo­ grafi­screen­ing­ar bera við sær vandan, at kvinnur fáa sokallað falsk posi­tiv úrslit. Tað vil siga, at eft­ir screeningini at døma er ein svullur í bróstinum, men tá so skurðviðgerðin hev­ ur verið og, í onkrum føri bróstið er tikið, vísir tað seg, at svullurin ikki var óndartaður. Jákup N. Olsen, formaður í Krabba­meins­ felagnum, veit um hesar vansarnar, men sigur, at fyri­munurin við at uppdaga bróst­krabba tíðliga, er nógv størri hesin vansin. Jákup N. Olsen vísir á, at seinastu sjey árini hava í miðal 25 kvinnur um árið fing­ið staðfest bróstkrabba. Jákup N. Olsen minn­ ir at enda á, at Krabba­ meins­felagið er til staðar á Fólka­fundinum í Runavík um vikuskiftið. Felagið skip­ar millum annað fyri ein­um fyrilestri við Tordis Kristians­dóttir, sum er í ferð við eina granskingarætlan um føroyskar kvinnur, ið hava havt bróstkrabba. Fyri­lest­ ur­in verður leygardagin klokk­an 14:30. Mammografiscreening eigur at setast í verk í Føroyum Tað eru boðini frá Føroya Felag móti Krabbameini tíðindi