hósdagur 18. september 2014síða 6
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Fríggjadagur 19. september 2014 · Nr. 106
6
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
2018 og fiskivinnan:
Ikki nóg gott, at nýggj
lóg ikki er gjørd enn
Tíðin
rennur
undan
Landsstýrismaðurin
roynir at fáa nýggja lóg
um vinnuligan fiskiskap
nú, men ongin semja er og
tíðin rennur undan
Tað er landsstýrismað
urin við fiskivinnumál
um, Jacob Vestergaard,
Fólkaflokkurin, sum um
situr lógina um vinnulig
an fiskiskap.
Hann
hevði
undan
summarfrítíðini fund við
samgonguna um nýggja
lóg um vinnuligan fiski
skap, og hann hevur eisini
havt fund við samgongu
na eftir at tingið kom
saman aftur á ólavsøku.
– Skulu vit gera eina
nýggja lóg, so skal tað
gerast nú. Tíðin gongur
undan, og spurningurin
er, um vit ikki longu nú
eru komin ov tætt upp á
skeringsdagin 1. janaur
2018, sigur Jacob Vester
gaard.
Longd automatiskt
Megnar politiska skipan
in ikki at broyta lógina í
nóg góðari tíð, so heldur
varandi skipan fram. Tað
var ein av broytingunum,
sum kom inn við broyt
ingini um lóg um vinnu
ligan fiskiskap, tá ið hon
var longd í 2007.
Verður onki gjørt áðr
enn 1. januar, so verða
loyvini longd fimm ár
afturat. Og nýggj loyvir,
sum møguliga verða givin
fáa tá eina loyvistíð upp á
fimm ár.
Longu nú halda summ
ir løgfrøðingar, at tá ið tað
stendur í lógini, at hon
verður longd í fimm ár,
so má vinnan eisini hava
fimm ár til at tillaga seg
til avgerandi broytingar í
fortreytunum.
Kortini ber til at broy
ta lógina nú og so skriva í
lógina, at partar av henni
ikki verða settir í gildi fyrr
enn fimm ár eru farin.
– Ein kann til dømis
hugsa sær, at kemur at
standa í lógini, at ongin
útlendskur
kapitalur
sleppur at halda fram í
vinnuni, so má vinnan
hava stundir at tillaga
seg slíkum krøvum, sigur
landsstýrismaðurin.
Jacob
Vestergaard
leggur afturat, at sjálvur
heldur hann, at lógin
eigur at broytast nú, so
vinnan fær tryggar karm
ar at arbeiða undir.
Størsta politiska málið, sum
okkara fólkavaldu hava at
taka sær av í vinnuligum
samanhangi, er ein nýskipan
av fiskivinnuni.
Øll vita, at galdandi lóg
um fiskiveiðu undir Føroy
um fer úr gildi 1. januar 2018.
Avleiðingin, um onki verð
ur gjørt er, at so rulla loyvini
fimm ár frameftir. Tað var
ein partur av broytingunum
í lógini, sum var longd í 2007.
Tað er tó ein stórur partur
av Løgtinginum – bæði í sam
gongu og andstøðu – sum
heldur tað vera veikt og
dovisligt ikki at koma við
einari nýggjari skipan.
– Tað er als ikki nóg gott,
at vit ikki hava megnað at
loyst hetta málið. Tað er
óhaldbart, at vinnan fram
vegis ikki enn kennir hvørjar
karmar hon skal arbeiða
undir eftir 1. januar 2018,
sigur formaðurin í tingbólki
Fólkafloksins,
Jákup
Mikkelsen.
Í Sambandsflokkinum er
støðan tann sama. Formað
urin í tingbólkinum Alfred
Olsen sigur:
– Málið eigur at verða
loyst í hesi tingsetuni. 1.
januar 2018 nærkast ómeta
liga skjótt, so longu nú fer
at standa á hjá vinnuni at
arbeiða. Tað verður torført
at fáa fígging til nakað
sum helst í vinnuni, tá ið
horisonturin ikki er longri
enn trý ár.
Bíða hvør eftir øðrum
Fólkaflokkurin
og
Sam
bandsflokkurin hava bíðað
hvør eftir øðrum í máli
num um nýskipan av fiski
vinnuni.
Fólkaflokkurin
umsitur málsøkið, men Sam
bandsflokkurin hevur ikki
verið klárur til avgerandi
samráðingar, tí semja hevur
ikki verið í flokkinum um
eina loysn.
Landsstýrismaðurin
Jacob Vestergaard, Fólka
flokkurin, hevur havt eitt
upprit fyri á landsstýrisfundi
fyri einari tíð síðani, har
hann sigur, at gildistíðin fyri
loyvir eigur at vera millum
sjey og 10 ár.
Tað vil siga, at skal onkur í
vinnuni missa loyvið, so skal
viðkomandi hava eina sjey til
10 ára uppsagnartíð.
Galdandi lóg
Lógin um vinnuligan fiski
skap
nágreinar
ógvuliga
gjølla fiskiskapin undir Før
oyum eftir botnfiski. So at
siga alt annað verður stýrt
við kunngerð, sum lands
stýrismaðurin ger við heim
ild í lógini um vinnuligan
fiskiskap.
Tað vil siga, at øll tey
nýggju virðini, sum eru
vunnin til føroysku fiski
vinnuna, verða stýrd av
landsstýrismanninum
við
kunngerðum.
Nógvar atfinningar hava
verið ímóti galdandi lóg
og serliga, at lógin forðar
nýggjum vinnurekandi at
sleppa fram at fiskiríkidømi
Føroya.
Andstøðan hevur fleiri
ferðir víst á, hvussu um
ráðandi tað er fyri menn
ingina í vinnuni, at verulig
kapping kemur í vinnuna,
men hetta er als ikki eydnast
enn.
Tjóðveldi
skrivar
í
stevnumiðunum,
at
ein
marknaðarskipað fiskivinna
skal tryggja, at øll sleppa
framat vinnuni og at tað
eisini fer at tryggja, at sum
mest fæst burtur úr hvørjum
einstøkum kilo av fiski.
Trýst á
Útmeldingarnar
frá
for
monnum í Fólkaflokkinum
og
Sambandsflokkinum
leggja trýst á, at arbeiðið av
álvara fer í gongd at gera
eina nýggja lóg um vinnu
ligan fiskiskap. Um hetta
verður loyst í hesi tingsetuni
stendur ikki greitt enn, men
tað stendur heilt greitt, at
vinnan ikki heldur, at for
treytirnar í løtuni eru nøkt
andi.
Føroya
Reiðarafelag
hevur skipað seg av nýggj
um við Annfinni Olsen,
sum
formanni.
Hann
nevndi í KvF herfyri, at
hansara fokus er vent móti
2018-problematikkinum.
– Tað er heilt greitt, at
2018 nærkast so skjótt, at vit
í veruleikanum longu eru
komin ov tætt upp á 2018.
Vinnan hevur fyri neyðini at
kenna fortreytirnar í góðari
tíð, sigur stjórin í Føroya
Reiðarafelag,
Herálvur
Joensen.
Alfred Olsen
Jacob Vestergaard
Jákup Mikkelsen