Sosialurinarkiv
Sosialurin 2014-09-18, síða 5
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 18. september 2014síða 5

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

5 Fríggjadagur 19. september 2014 · Nr. 106 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 tíðindi frælsi umveg uppgávuna. Á veg heimaftur tók eg mær tað frælsi at flúgva ein umveg. Eg vildi sleppa at flúgva fram við tí einu fjallasíðuni her á leið­ ini, á Kulusuk-oynni, greiðir Bjarki Sverrason frá og held­ ur fram: – Eg helt meg síggja okkurt á hesi fjallasíðuni. Har var okkurt, sum ikki átti at vera har. Bjarki Sverrason var sum nevnt úti ein leigutúr, og gjørdi ikki stórvegis meira burtur úr tí, hann hevði sæð. Ikki fyrr enn morgunin eftir, tá hann aftur skuldi út í rutu­ flúgving. – Eg fleyg fram við aftur fjallasíðuni, og har var eingin ivi. Eg sá ein øskudunga, og stórir vraklutir av flog­far­in­ um lógu spjaddir í økin­um. Har lógu motorar, veingja­ petti og aðrir vraklutir, greiðir Bjarki Sverrason frá. Úr tyrluni sá hann eis­ini líkið av 34 ára gamla ameriku­ manninum, ið var illa farið. – Tað var tragiskt at síggja. Men eg hugsaði fyrst og fremst um tey avvarðandi hjá flogskiparanum. Nú fingu tey um ikki annað líkið av honum aftur, sigur Bjarki Sverra­son. Vanlukkuflogfarið liggur í einum øki, har vanliga ongin flýgur. – Grønland er eitt somikið stórt land, at flogfarið kundi ligið har í rættuliga langa tíð, uttan at nakar varnaðist tað. Harumframt er vónleyst at finna nakað sum helst, tá kavin fyrst hevur lagt seg yvir fjallið, sigur Bjarki Sverrason og vísir á, at okkurt árið er longu omankavað hesa árstíðina. Hann var sum nevnt í rutuflúgving og lendi løtu seinni í floghavnini í Kulu­ suk. Har boðaði hann frá í torn­inum. – Tað var ein lætti at hóma og hoyra, tá eg bar teim­um boðini. Serliga bjarg­ingar­tyrlan stóð fram­ vegis í Kulusuk, og hon fór bein­an­vegin avstað til van­ lukkustaðið, greiðir Bjarki Sverrason frá. Rudda upp Nú lagnan hjá horvna flog­ farinum er staðfest, ber til at fara undir at kanna or­ søkina til vanlukkuna. Tað arbeiðið verður gjørt av serfrøði frá donsku Havarí­ kommissiónini. Sjálvur roknar Bjarki Sverra­son tó við, at hann aft­ur verður sendur á van­ lukkustaðið. – Eg flúgvi einastu tyrluna í økinum, so møguliga verður tað mín uppgáva at rudda upp, tá tann tíðin kemur, sig­ ur Bjarki Sverrason. Vanlukkan setir tank­ar í gongd hjá roynda flog­skip­ aranum, ið hevur eina fortíð í Atlantsflog. – Jú, sjálvandi blívur man ávirkaður av slíkum. Men tankarnir leita sum nevnt serliga til tey avvarandi. Nú fáa tey um ikki annað frið og sett eitt punktum, sigur Bjarki Sverrason og vísir á, at leitingin jú var avblást. Eisini kann tað hava ein praktiskan og fíggjarligan týdning fyri tey avvarðandi hjá amerikumanninum, at lík­ ið av teirra kæra er funnið, tí í amerikanska samfelagnum eru dømi um áralang stríð millum avvarðandi og lívs­ trygg­ingar­feløg, tá gerast skal upp eftir fólk, ið ikki koma aftur í aftur. Fyri føroyska tyrluflog­ skip­aran er aftur gerandis­ dagur. – Sum flogskipari í Grøn­ landi upplivir man ymiskt. Her hvørva av og á smá flog­ før, og eisini blíva fólk burtur í stórslignu og til tíðir hørðu náttúruni, staðfestir Bjarki Sverrason. Lítla Cessna DA40 flogfarið skuldi eftir ætlan lenda í floghavnini í Kulusuk umleið klokkan 14, hósdagin 11. september Paul Eriksmoen var einsamallur umborð á lítla flogfarinum, ið hósdagin datt niður, tætt við floghavnina í Kulusuk í Eysturgrønlandi. 34 ára gamli amerikumaðurin kom úr Keflavík, og skuldi víðari til USA