hósdagur 18. september 2014síða 4
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Fríggjadagur 19. september 2014 · Nr. 106
4
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
tíðindi
Bjarki fann flogfarið
– Eg tók mær
at flúgva ein
Leitingin eftir horvna, amerikanska privatflogfarinum var avblást, tá Bjarki Sverrason bar eyga
við øskudunga og vraklutir á eini fjallasíðu nærhendis floghavnina í Kulusuk í Eysturgrønlandi
Jón Brian Hvidtfeldt
Hósdagin í síðstu viku er eitt
lítið DA40 flogfar á veg úr
Keflavík við kós móti flog
havnini í Kulusuk í Eystur
grønlandi. Einsamallur um
borð er flogskiparin, 34 ára
gamli amerikumaðurin Paul
Eriksmoen. Eriksmoen er
í starvi hjá amerikanskari
flogverksmiðju.
Hesaferð
skal hann flúgva eitt av lítlu
flogførunum úr Evropa til
USA. Stutt áðrenn Eriksmoen
skal lenda í Kulusuk, um tvey
tíðina seinnapartin, miss
ir flogtornið samband við
hann.
Stór leiting varð sett í
gongd
beinanvegin,
men
sum dagarnir gingu og veðrið
framvegis var vánaligt, vikn
aðu vónirnar um at finna
nakað.
– Eg var sjálvur við í leit
ingini, bæði hósdagin og
fríggjadagin í síðstu viku.
Men vánaliga veðrið gjørdi
tað trupult at leita, sigur
Bjarki Sverrason.
Føroyski tyrluflogskiparin
er í starvi hjá Air Greenland,
basin er tyrluplássið í Tasii
laq og uppgávan er at flúgva
rutuflúgving millum fimm
bygdir har á leiðini.
Grønlendsku
myndug
leikarnir fingu hjálp til leit
ingararbeiðið, bæði úr Íslandi
og Danmark, men til fánýtis.
Sjálvur fór føroyski tyrlu
flogskiparin aftur í rutuflúgv
ing, tá hjálpin uttanifrá kom
vegin fram. Hann fylgdi tó
sum vera man við leitingini,
ið eftir fyrstu dagarnar varð
víðkað til eitt munandi størri
øki, tí sjónarvitni hildu seg
hava sæð eitthvørt. Onkur
helt seg hava sæð eitt flogfar
á veg vestureftir.
– Fokus í leitingini varð
flutt á eitt annað øki, men eg
var ósamdur. Eg var á stað
num, tá flogfarið hvarv, og eg
var sannførdur um, at sjónar
vitnini høvdu sæð skeivt.
Men hvat skal man gera,
spyr føroyski flogskiparin í
telefonini úr Grønlandi.
Sá vrakið
Síðstu dagarnar er umfatandi
leitingararbeiði farið fram í
økinum við Kulusuk. Leitað
hevur verið, bæði við flog
førum, tyrlum og skipum á
einum stórum øki. Men til
fánýtis. Eftir eina lítla viku
varð leitingin avblást við sól
setur týskvøldið.
– Vit høvdu sjálvandi vón
að ein ”happy ending”. Men
fleiri viðurskifti hava fingið
okkum at gevast. Vónirnar
fyri at finna flogskiparan á
lívi so nógvar dagar seinni
eru sera smáar. Vit hava
gjørt alt, ið vit kunnu, og
tey avvarðandi hava fingið
boðini, segði Camilla Hegns
borg við Sermitsiaq, tá leit
ingin varð avblást.
Hegnsborg er kunningar
leiðari hjá Naviair, sum hevur
staðið á odda fyri leitingini, tí
sonevnda Search and Rescue
(SAR) arbeiðnum, í økinum
við Kulusuk. Í samrøðuni við
grønlendska blaðið vísti hon
á, at vánaliga veðrið hevði
gjørt leitingina sera trupla.
Hetta sama týskvøldið var
Bjarki Sverrason ein leigutúr
fyri Tele Greenland.
– Eg var á flogi til hesa ser
– Tað var tragiskt at síggja. Men eg hugsaði
fyrst og fremst um tey avvarðandi hjá
flogskiparanum, sum nú fingu líkið av honum
aftur, sigur flogskiparin Bjarki Sverrason,
sum fann leivdirnar av vanlukkuflogfari
Bjarki Sverrason flýgur
eina Bell 212 tyrlu fyri
Air Greenland. Úr tyrluni
sá hann vraklutirnar av
lítla flogfarinum, sum til
fánýtis hevði verið leitað
eftir í eina lítla viku