hósdagur 18. september 2014síða 13
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
13
Fríggjadagur 19. september 2014 · Nr. 106
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Vilt tú vera við til at bera vinnuna framá? Megnar tú at fara í dýpdina og at arbeiða breitt? Klárar tú at hava
fleiri bóltar í luftini í senn og halda høvdið kalt? So er eitt spennandi starv at søkja í Vinnuhúsinum!
Føroya Arbeiðsgevarafelag søkir eftir ráðgeva til Vinnu húsið.
Ráðgevin skal serliga ráðgeva byggivinnuni um byggimál og
samskipa áhugamálini hjá vinnuni innan yrkisútbúgvingar,
útboð av verkætlanum og karmar fyri vinnuna annars.
Ráðgevin skal eisini arbeiða við øðrum uppgávum fyri
vinnugreinafeløg og arbeiðs gevarafeløg
í Vinnuhúsinum.
Arbeiðið fevnir um at
• ráðgeva limum
• samskipa uppgávur fyri nevndir í vinnugreinafeløgum
• lýsa mál og gera frágreiðingar
• viðgera lógir og kunngerðir
• luttaka í arbeiðsbólkum og nevndum
• vera við í fyriskipan av vinnuligum tiltøkum og átøkum
Í hesum sambandi krevst tætt samskifti við leikarar í føroysku
vinnuni og við myndugleikar.
Vit vænta, at tú
• hevur útbúgving sum verkfrøðingur, byggifrøðingur
ella aðra viðkomandi hægri útbúgving
• hevur viðkomandi arbeiðsroyndir
• hevur kunnleika til føroyska vinnu og umsiting
• dugir at arbeiða sjálvstøðugt og miðvíst
• hevur góð samstarvsevni
• dugir væl at samskifta, bæði á føroyskum, norðurlendskum
og enskum
Vit kunnu lova tær eitt fjølbroytt og áhugavert starv í einum
mennandi arbeiðsumhvørvi.
Ráðgevi til Vinnuhúsið
Vinnuhúsið er felags heiti fyri Føroya Arbeiðsgevarafelag við undirfeløgum umframt føroysku vinnugreinafeløgini.
Feløgini í Vinnuhúsinum arbeiða fyri at tryggja føroysku vinnuni best møguligu kor. Hetta verður gjørt m.a. við miðvísum arbeiði og við kunning, sum gevur politiska ávirkan.
Feløgini taka sær m.a. av sáttmálum á privata arbeiðsmarknaðinum, veita limunum kunning og ráðgeving og skipa fyri vinnumennandi tiltøkum, sí eisini www.industry.fo.
sansir.fo
Føroya Arbeiðsgevarafelag // Vinnuhúsið // Postsmoga 1038 // FO-110 Tórshavn // Tel: +298 30 99 00 // industry@industry.fo
Løn eftir avtalu.
Skrivlig umsókn, merkt ”Starv”, eigur at
vera okkum í hendi mánadagin
22. september 2014, kl. 12.00.
Umsóknin við skjølum skal sendast til
industry@industry.fo.
Ynskir tú at vita meira, ert tú vælkomin
at ringja til stjóran, Maritu Rasmussen,
tel. 30 99 00.