hósdagur 18. september 2014síða 14
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Fríggjadagur 19. september 2014 · Nr. 106
14
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Vilmund Jacobsen
Sands kirkja er gomul trækirkja,
bygd í 1839. Í 1988 varð kirkjan rakt
av herviligum eldsbruna, men varð
liðugt umvæld til 150 ára dagin árið
eftir - í 1989.
Sandsbygd hevur sambært keld
um sín uppruna í víkingatíðini, tá
landnámsmenn úr Noregi tóku land
í Føroyum, helst um ár 825. Bygdin
telist soleiðis millum elstu bygdir
í Føroyum og bygdin telist eisini
millum størstu markatalsbygdir
í Føroyum. Her er stórur sandur
við einastu sandheyggjum - róptir
mølheyggjar - í Føroyum.
Sandheyggjarnir eru vorðnir til
í einum samanspæli millum sand
og plantuvøkstur, sum er førdur á
staðið við vindinum, og sandurin er
sera vælegnaður til eplavelting
Aldargamla bygdin hevur eina
áhugaverda kirkjusøgu, tí her hava
verið seks kirkjur seinastu 900
árini.
Sambært keldum er fyrsta kirkj
an á Sandi bygd um ár 1100, og nú
um dagarnar hevði núverandi
kirkjan 175 ár á baki.
Kálvur Lítli og
Harra Klæmint
Nógvar sagnir eru knýttar til
gomlu kirkjurnar á Sandi, og her
eru í fyrsta lagi sagnirnar um Kálv
Lítla og Clemen Laugesen Follerup,
vanliga róptur Harra Klæmint.
Teir vóru báðir prestar á Sandi,
men sambært ”Sagnir og ævintýr”
(Færøske folkesagn og æventyr) hjá
Jacobi Jakobsen eru teir ikki kendir
fyri tað góða.
Kálvur Lítli var prestur á Sandi í
14. øld, og hann verður sagdur hava
verið ein rættiligur óflýggjakroppur,
og hann var eisini drápsmaður.
Hann búði í prestagarðinum í
Todnesi. Nærindis garðinum liggur
aldargomul rætt, sum ber navnið
Kálvmannarætt. Ein av synunum
hjá Kálvi Lítla - Haraldur Kálvsson
- var løgmaður í Føroyum tíðliga í
1400-talinum.
Tað eru rættiligar ræðusøgur,
sum kunnu lesast um Kálv Lítla,
hvussu hann fór við bygdarfólkinum
og sínum nærmastu. Úr rúgvuni
kunnu vit nevna eina av hesum
søgum.
Tað var ilt millum Kálv og konu
Harald, sum var sonur Kálv. Ein
morgun, tá Haraldur var farin á
flot, spurdi hin gamli hana, hvussu
veðrið var. Hon svaraði, at “Fagurt
veður er; gullið brakar undir fót
unum!” Tað, sum Kálvur ikki visti,
var, at konan meinti við frostið
undir fótunum. Kálvur misskilti
hana og segði, at “Háðar tú meg, so
skal eg spotta teg” Síðan beyð hann
arbeiðskonunum í Todnesi, at tær
skuldu kynda ein stóran eld norðan
fyri húsini í Todnesi. Hann ætlaði
at brenna konu Haralds á báli.
Men arbeiðskonurnar, ið kyndu,
gjørdu tað ógvuliga treyðar og
kyndu upp við mold, neytamykju
og øllum ruski, at tað skuldi ikki
kykna, men rúka dúgliga. Roykurin
kom tá eisini at vera so óførur,
at sjóbátarnir sóu hann. Sonur
Kálvs var á tí miðinum, sum rópast
Grynnan og er stutt uttan fyri
Salthøvda og endan av Skúvoy. Tá
Harald sá roykin, helt hann fyri,
at “Mestur hevst hin gamli okkurt
at í dag!” Hann bað nú hinar rógva
til lands og skundar undir sínar
menn at seta føtur í bekk og toga í
árarnar. Í urðini í Grótvík settu teir
upp og í somu stund, sum Kálvur
og menn hansara vildu hava konu
Haralds úr klæðunum fyri at koyra
hana á bálið, kom Haraldur við
sínari bátsskipan og gav pápanum
homlubandið so dygt um ryggin. Tá
segði Harald við pápa sín, at “Hevði
tú ikki verið faðir mín, skuldi tú
sjálvur farið á bálið”.
Harra Klæmint var prestur á
Sandi í 17. øld, árini 1648-1688. Søgnin
sigur, at hann hugsaði bara um at
kráma jørð undir seg. Tá Klæmint
kom til Føroya, bar hann lættliga
sítt jarðargóðs á herðunum, men tá
hann doyði, var hann ríkasti maður
í Føroyum.
Minnið um hansara grískni
livir enn í søgn og søgu, og tað
var sjáldan, at hann ognaði sær
jarðargóðs við heiðurligari atferð.
Harra Klæmint skuldi eiga 23
børn, men í skiftinum eftir prestin
stendur, at hann "bert" átti 15 børn.
Hann hugsaði meira um vinningin
enn um prædikuna, og hann tók
ikki móti peningi sum gjald frá
nøkrum manni, bert ímóti jørð.
Tað vóru hungursár í Sandoynni
um tað mundi, tá Harra Klæmint
var prestur, og tí heittu fólk ofta
á prest í neyð teirra. Kom maður
hungurssvøltur til hansara at fáa
ein lítlan bita, noyddist maðurin
at gjalda við nógvari jørð fyri tað,
hann fekk frá presti.
Tær seks kirkjurnar
Tað er ikki greitt, hvar fyrsta
kirkjan í Føroyum hevur staðið.
Søgnin sigur, at tað var Sigmundur
Brestisson, sum kristnaði Føroyar,
og at sonevndi Sigmundarsteinurin
var partur av kirkjuni, sum Sig
mundur skal hava reist í Skúvoy.
Tað er tó á Sandi, at vit finna
elstu kirkjuna í Føroyum. Undir
einum útgrevstri undir Sands kirkju
funnu fornfrøðingar leivdir frá ikki
færri enn seks eldri kirkjum.
Keldur siga, at í niðastu flánni
var tað, sum rópt verður steyrahol,
steinseting og grundarsteinur frá
einari stavkirkju, ið verður mett at
stava frá teirri fyrstu kristnu tíðini
í Føroyum - ella frá umleið ár 1000.
Sjálvt kirkjurúmið var 5 x 4 metrar,
kórið var 2,5 x 2 metrar, og dyrnar
høvdu verið í vestara enda.
Onnur kirkjan á Sandi var nakað
størri enn hin fyrra. Hetta var
eisini ein stavkirkja við grótgarði
uttanum, tó ikki í vestara enda.
Henda kirkjan hevði sama snið sum
grønlendsku miðaldarkirkjurnar úr
Sandsbygd hevur ei
Núverandi kirkja á Sandi, sum varð vígd hin 8. september í
1839, er hin sætta í røðini. Nú kirkjan er farin um tey 175 verður
serstøk gudstænasta og hátíðarhald á Sandi sunnudagin
Nú Sands kirkja júst er farin um
tey 175 árini, verður serstøk guds
tænasta í kirkjuni sunnudagin
komandi, har presturin seinastu
stívliga tríati árini, Jákup Reinert
Hansen, fer at prædika, og fleiri
kirkjulig umboð verða til steðar,
eitt nú bispur og dómpróvstur.
Eftir gudstænastuna verður
bjóðað til suppu, kaffi, te og køk
ur.
Vit kunnu leggja aftrat, at nú
Jákup Reinert Hansen hevur tænt
Sandoyar Prestagjaldi gjøgnum so
mong ár og er farin í annað starv,
hava kirkjuráðini í Sandoyar
prestagjaldi innstillað Havstein
Klein at røkja prestaembætið.
Tað
verður
mentamálaráð
harrin, Bjørn Kalsø, sum fer at
seta nýggja prestin í starv annan
sunnudag í advent, og áðrenn
Sandoyar prestagjald fær nýggjan
prest, fer Bøgesvang, prestur, at
røkja embætið í prestagjaldinum.
Nýggi presturin í Sandoyar
Prestagjaldi er sonur Jóhonnu og
Lassa Klein í Saltangará. Navnið
hevur hann eftir øðrum abbanum,
pápa Jóhonnu.
Hátíðarhald á Sandi