Sosialurinarkiv
Sosialurin 2014-09-18, síða 15
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 18. september 2014síða 15

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

15 Fríggjadagur 19. september 2014 · Nr. 106 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 ina ríka kirkjusøgu 11. - 13. øld, og verður tí mett at vera frá tí tíðarskeiðnum. Í hesi kirkjuni funnu tey ymiskar kirkjulutir frá katólsku tíðini, eitt nú vígivatnsfat, roykilsiskar úr bronsu og eina lítla oljulampu úr royðugróti. Undir trægólvinum funnu forn­frøðingarnir eisini 26 mið­ aldar­gravir. Har vóru bæði menn, kvinnur og børn, og hildið verður tí, at kirkjan hevur verið ættarogn, og at líkini stava frá teirri ætt, ið átti kirkjuna. Undir útgrevstrinum vórðu eisini fleiri myntir funnar, 33 av hesum vóru frá tíðarskeiðnum, tá kirkjan var í nýtslu. Flestu myntir eru norskir og stava frá tíðini millum ár 1220 og 1300. Tað var eisini í hesi kirkjuni, at hin illa gitni sandoyarpresturin, Kálvur Lítli virkaði. Triðja kirkjan á Sandi stavar frá umleið ár 1600. Skjøl frá hesi tíðini prógva, at kirkjan enn stóð uppi í 1709-1710, tá hon verður umrødd í einum nevndaráliti, har allar føroysku kirkjurnar vera nevndar. Í hesi triðju kirkjuni virkaði Harra Klæmint, sum vit eisini nevndu fyrr í greinini. Fjórða kirkjan á Sandi varð bygd stutt eftir ár 1710, og hetta var fyrsta kirkjan, ið eisini hevði forkirkju. Her virkaði Peder Clemensen, sonur Harra Klæmint, sum sambært søgnini var munin dámligari enn faðirin. Í 1763 varð aftur nýggj kirkja bygd á Sandi. Um hesa kirkju er eftir øllum at døma ikki so nógv at siga - annað enn, at henda kirkjan var væl størri enn tær undanfarnu og hevði bæði forkirkju og kór. Núverandi kirkja á Sandi Núverandi kirkja á Sandi er væl størri enn tær undanfarnu og hevur eisini klokkutorn. Uppí gomlu kirkjusøguna á Sandi hoyrir eisini ein hending, sum fór fram í 1863 - ella umleið 24 ár eftir, at núverandi kirka á Sandi varð bygd. Henda dagin vóru menn á Sandi í ferð við at grava eina grøv, tá sýslumaðurin, M.A. Winther, kom fram við. Meðan sýslumaðurin stend­ur uppi yvir monnunum sum grava, rakar hann við eitt hvørt í moldini. Hetta vísti seg at vera einasti stóri sonevndi mynt­ fund­urin í Føroyum. Har vórðu til­samans 98 myntir frá tíðar­ skeið­num millum ár 1000 og 1090 funnar. Hetta var soleiðis í einum tíðarskeiði, tá fyrsta kirkjan stóð uppi á Sandi. Sum skilst, vístu nágreiniligar kanningar, at peningurin ikki hevur verið niðurgrivin í sjálvari kirkjuni, men í einum sethúsum tætt við. Myntirnar, sum henda dagin vórðu funnar á Sandi, stava frá Ír­ landi, Onglandi, Týsklandi, Ungarn, Noregi og Danmark. Í keldum hjá J. P. Gregoriussen (Gomlu trækirkjurnar) kann lesast, at kirkjan, sum stóð á Sandi undan hesari, bert var 76 ára gomul, tá hon varð tikin niður, og nýggj kirkja bygd ístaðin. Tí er neyvan hugs­andi, at henda kirkjan hevur verið í serliga ringum standi. Held­ ur hevur tað verið soleiðis, at hon hevur verið ov lítil. Kirkjan undan hesari var 13 metrar long og 4,9 metrar breið og hevur neyvan rúmað fleiri enn 80 fólkum. Í 1839 var manntalið í sóknini vaksið til umleið 250. Tað var á sumri í 1839, at gamla kirkjan á Sandi varð tikin niður og nýggj kirkja bygd upp aftur. Fyrsta takið hjá heimasands­ monn­um var at fáa tilfar til nýggju kirkjuna flutt úr Havn og suður til Sands. Tað var Jógvan í Beiti, sum fekk í lag avtalu við eigararnar av skonnartini Nolsøe um at flyta tilfarið. Tá kirkjan á Sandi stóð liðug, var hon næstan tvífalt so stór í vídd sum hin gamla, og kirkjan rúmar umleið 230 fólkum. Tað vóru seks arbeiðsformenn, sum stóðu fyri byggingini, og høv­ uðs­formaður var ivaleyst Jógvan í Beiti sjálvur, tí tað var hann, sum fekk hægstu daglønina. Kristoffur Winther gjørdi snikk­ ara­arbeiði, og tað var Kristoffur Nyholm Debes, róptur Dreygarin, sum gjørdi súlurnar millum kór og skip og innanfyri knæfallið, báðir úr Havn. Byggingin gekk væl, og longu 8. september í 1939 varð kirkjan vígd. Prestur á Sandi um hetta mundið og ein av høvuðsmonnunum aftan fyri byggingina av kirkjuni var Frede­rik Chr. Schouw. Tá Sands kirkja var 130 ára gomul í 1969 varð farið undir at umvæla hana. Tá var kirkjan í ringum standi, og nógv av timbrinum mátti skiftast. Tað var, tá gólvið í núverandi kirkju varð tikið upp, og grivið varð fyri stúttunum undir gólvinum, at menn komu fram á leivdir frá fimm eldri kirkjum, sum bygdar hava verið hvør oman á aðra upp gjøgnum øldirnar. Sandsbygd hevur ríka kirkjusøgu. Verandi kirkja á Sandi, sum nú hevur 175 ár á baki, er hin sætta í røðini Nú Jákup Reinert Hansen, ovara myndin, sum hevur verið prestur í Sandoyar Prestagjaldi í meiri enn tríati ár, er farin í annað starv, hava kirkjuráðini í Sandoyar prestagjaldi innstillað Havstein Klein til starvið Bjarki Henriksen er formaður í kirkjuráðnum á Sandi