Sosialurinarkiv
Sosialurin 2014-09-18, síða 20
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 18. september 2014síða 20

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Fríggjadagur 19. september 2014 · Nr. 106 20 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 ítróttur H E S A V I K U N A 3 Andras Gango Bjargaði væl í fyrra hálvleiki, tá Finnur Justinussen gjørdist leysur. Fekk ikki gjørt nakað við málini hjá Víkingi 2 Jonhard Fredriksberg Kemur altíð væl fram við, men fleiri ferðir í seinna hálvleiki høvdu Víkingarnir lætt spæl í høgru verjusíðu hjá NSÍ 2 Monrad Holm Jacobsen Loysti Jens Joensen av í verjuni. Er skjótur, men NSÍ verjan hevði ofta trupulleikar av Víkingunum 2 Pól Jóhannus Justinussen Var stýrimaðurin í NSÍ verjuni, nú Jens Joensen var leikbannaður. Víkingarnir komu tó ov lætt til møguleikar 3 Einar Tróndargjógv Besti maðurin í verjuni hjá NSÍ. Var eisini fra við fleiri ferðir og legði góð innlegg 2 Magnus Olsen Var ikki eins sjónligur og hann vanliga plagar at vera á miðvøllinum 3 Jústinus R. Hansen Er við aftur eftir langan skaðasteðg. Stóð seg væl í fyrra hálvleiki, men varð skiftur út í seinna hálvleiki 3 Andy Olsen Kom nakrar ferðir í vandamiklar støður í fyrra hálvleiki, men seinasti neyvleikin manglaði hvørjaferð 3 Árni Fredriksberg Er altíð ein hóttan, og dugir sera væl at finna málgevandi avleveringar. Hevur tó verið meira sjónligur 2 Jann Martin Mortensen Var við í fleiri tingum í fyrra hálvleiki, men fann ongantíð sítt spæl í seinna hálvleiki 2 Klæmint Olsen Toppskjúttin í Effodeildini hevði ikki sín besta dag. Hevði góðan møguleika í fyrra hálvleiki, men tóktist smáskaddur í seinna hálvleiki 2 Haraldur Højgaard Var óheppin í fleiri støðum, har hann spældi sær av við bóltin 2 Meinhard Olsen Megnaði ikki veruliga at seta ta tyngdina í álopi, ið NSÍ manglaði, tá teir skiftu hann inn 3 Sjúrður Jacobsen Spældi seinastu 10 minuttirnar, og tað var tann besta løtan hjá NSÍ í seinna hálvleiki. Er góður til at varðveita bóltin spælarameting Tróndur Arge – við Løkin Nakrir knýttir nevnar. Okk­ urt »high five« millum spæl­ arar, venjarar og hjálpar­fólk. Annars bara ein avslappaður stemmningur og nøkur smíl. Áskoðararnir fegnast, men ongin teirra leitar sær á vøllin. Tey venda sær frá áskoð­ara­plássunum og beint í bilarnar, hóast veðrið er gott liðið hjá teimum hevur vunn­ið grannauppgerðina móti NSÍ. Til tess stendur alt ov lítið upp á spæl. Tølini tala Longu aftaná tíggju umfør varð greitt, at Víkingur ikki fór at vinna FM í ár. Víkingur hevur tá bara vunnið tríggjar dystir, spælt fýra javnar og tapt tríggjar. Liðið hevur 13 sig, og er 13 stig aftanfyri B36, sum er oddalið. Serliga er tað dysturin tað umfarið, sum staðfestur støðuna. B36 er á vitjan í Sarpugerði og vinnur 2-0. Fyrstu tíggju umførini fær Víkingur bara 1,3 stig í miðal fyri hvønn dyst. Yvir eitt heilt kappingarár hevði tað givið 35 stig, sum hevði rokkið til eitt sætta pláss farna kappingarár. Nú er Víkingur ósigrað frá 11. umfari í landskappingini. Teir hava fingið 26 stig í hes­ um tólv dystunum og tað gevur 2,2 stig í miðal fyri hvønn dyst. Um Víkingur hevði hildið tann formin alt árið, so høvdu teir fingið 59 stig. Tað hevði verið nokk til at vunnið FM í 2005, 2007, 2008, 2009, 2010, 2012 og 2013. Bara NSÍ í 2006 og B36 í 2011 hava fingið meiri enn 59 stig í einum kappingarárið, síð­ ani vit í 2005 fóru upp á 27 um­før. Rokna vit fram til 22. um­ far í ár, so hevði Víkingur nú havt 48 stig, og verið eitt stig aftanfyri B36. Her skal tó íroknast, at okkurt av stig­ num møguliga hevði komið móti B36, sum so ikki hevði havt 49 stig. Hetta eru so turru tølini, sum víkingarnir í dag kunnu iðra seg um. NSÍ vinnur bara botnliðini NSÍ hevur 31 stig. Av teimum eru 27 komin móti Skála, B68 og AB, sum eru trý tey aftastu liðini á stigatalvuni. Sostatt hevur NSÍ bara fing­ ið fýra stig í 13 dystum móti hinum liðnum í lands­kapp­ ingini. Øll stig telja líka nógv. NSÍ liggur mitt á stiga­talv­ uni og tað er ein góðkend støða fyri NSÍ, sum fyri tað mesta spælir við lokalum spæl­arum. Felagið hevur ikki gjørt íløgur í dýrar út­ lendskar spælarar ella aðrar kring landið. Teir lótu millum annað Karl Løkin fara til ÍF og Pól Jóhannus Justinussen fara til EB/Streym undan kapp­ingar­byrjan, tí teir ikki vóru sinnaðir at spæla við á fíggjar­liga partinum. Men tá tað er sagt, so er tað eitt løgið fyribrigdi, at NSÍ kann vera so sannførandi móti botnliðunum, meðan teir ikki kunnu fáa fult móti einum tí einasta av hinum lið­num. Hvørki Trygvi Mortensen, venjari hjá NSÍ, ella Jens Joensen, miðverji, megn­ aðu at seta orð á hví so er. Teir viður­kenna, at tað er ein trupulleiki og teir viður­ kenna fyribrigdið, men duga ikki at seta orð á hvat tað er, sum hendir. – Eg haldi meiri tað eru fólk uttanfyri runavíkina, sum tosa um hatta fyri­ brigdið. Vit spæla bara fót­ bólt, men tað situr nokk onku­staðni í bakhøvdinum, 1 til 6 (0-0) 0-2 0-1: Hallur Hansson 52. 0-2: Sølvi Vatnhamar 61. Dómari: Rúni Gaardbo Árni leikbann Árni Frederiksberg hjá NSÍ fekk í dystinum hansara fimta gula kort í landskappingini. Tað merkir, at hann ikki verður tøkur til dystin móti B36 sunnudagin. Hann hevur spælt allar 22 dystirnar fyri NSÍ higartil. Víkingur vann mikukvøldið 2-0 á NSÍ og hevur nú ikki tapt í tólv dystir. Teir hava skrivað søgu í Evropa við at koma til triðja umfar, og hava vunnið steypafinaluna. Víkingur er snøgt sagt besta liðið í Føroyum í løtuni, men søplaði FM møguleikan burtur fyrstu tíggju umførini Tíggju tey fyrstu umførini kostaðu fótbóltur